týsdagur 8. oktober 2013síða 8
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 9. oktober 2013 · Nr. 116
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Partrolarar hava havt nøkur
vánalig ár, har ognaravkastið
hevur verið negativt øll
árini við undantak av 2001.
- Miðalprísurin hevur
verið hækkandi, men veiðan
serliga eftir upsa hevur
verið minkandi.
Grannskoðaravirkið
Januar vísir í sínari greining
av fiskiskipaflotanum á, at
støðug hall hjá partrolara
flotanum í mong ár hevur
tart upp á fíggjarstøðuna,
sum soleiðis eisini er versn
að seinnu árini.
-
Bæði
gjaldføri
og
soliditetur eru fallin mun
andi og vóru ikki nøktandi
við árslok 2012.
Um útlitini fyri árið í ár er
at siga, at upsafiskiskapurin
hevur verið væl undir miðal,
men ábendingar eru um, at
heystið fer at roynast betri,
bæði í nøgd og prísi.
- Eins og undanfarin ár
hava nøkur pør luttikið í
makrelfiskiskapi, og hesin
hevur givið eitt ávíst íkast
til raksturin.
Grannskoðaravirkið
Januar væntar, at úrslitið
fyri 2013 verður á leið sum
árið 2012, tó kanska heldur
lakari.
Fíggjarstøðan hjá partrolarum versnar
Vilmund Jacobsen
Í fleiri ár hevur verið ført
fram, at raksturin hjá før
oyska
heimaflotanum
hongur ikki saman. Flestu
skipabólkar, sum royna eftir
botnfiski í føroyskum sjóg
vi, geva hall.
Soleiðis hevur gongdin
eisini verið, tá øll skip í
hvørjum
skipabólki
sær
verða tald saman undir ein
um.
Tá
grannskoðaravirkið
Januar herfyri hevði sína
framløgu um gongdina í
fiskiskipaflotanum, var søg
an um línuflotan lík henni,
sum hon hevur verið tey
seinnu árini.
- Línuskipini hava fram
haldandi havt nøkur vána
lig ár, og fíggjarstøðan hjá
hesum skipabólki er ikki
nøktandi.
Lagt verður aftrat, at
verandi gongd kann ikki
halda fram, og væntandi er,
at skipatalið í hesum bólki
fer at lækka enn meira, um
viðurskiftini ikki broytast.
Soleiðis er myndin, tá øll
línuskip verða tikin undir
einum.
Líggjas
Johannesen,
skipari á Klakki, sigur, at hjá
teimum hevur tað hinvegin
verið undantakið, at rakst
urin ikki hevur hingið sam
an, tá árið er lokið.
- Eg haldi meg minnast
eitt ár av 20, at vit ikki fingu
samanhang
í
raksturin,
sigur skiparin á Klakki.
Hann heldur, at ymiskar
orsøkir eru til, at gongdin hjá
línuflotanum er so misjøvn,
har summi skip hava ilt við
at fáa samanhang í, meðan
onnur klára seg rímiliga
væl.
Tað eru brøðurnir, Líggjas
og Bethuel Johannesen, sum
skiftast um at føra Klakk.
Teir eru á brúnni tveir túrar
hvør í senn.
Klakkur havt avlop
á hvørjum ári
- Eg haldi meg minnast eitt ár av 20, at vit ikki fingu
samanhang í raksturin, sigur skiparin á Klakki
Vilmund Jacobsen
Á Tavuni í Leirvík eru tey
liðug við gulllaksin fyri hesa
vertíðina. Virkið keypti fyrs
tu lastina tíðliga í apríl, og
tá umleið ein vika var farin
av september, var vertíðin
liðug.
Jóan Magnus Rasmussen
sigur, at málið hjá virkinum í
ár var at røkka teimum 10.000
tonsunum, og tá saman um
kom, gjørdist samlaða nøgd
in 9.500 tons, sum hann er
nøgdur við.
Hann sigur, at virkið burt
ur av hevur keypt gulllaks
in hjá Polarhavi, Stjørnuni,
Eysturbúgvanum og Vestur
búgvanum.
- Haraftrat hava vit keypt
nakrar lastir hjá Vestmenningi
og Fram, leggur hann aftrat.
Upsi fyri veturin
Tavan í Leirvík arbeiðir upsa
í vetrarhálvuni, og Vestur
búgvin hevur landað fyrstu
lastina til virkið.
- Hetta var ein minni nøgd
av upsa, men nú er so gongd
komin á upsaframleiðsluna
eisini.
Jóan Magnus væntar, at
tað fer at vera trupult at fáa
fatur á upsa í vetrarhálvuni,
tí veiðan hevur ikki roynst
nakað serligt, og nógvir keyp
arar eru um boðið.
Ábendingar eru tó um,
at upsaveiðan kanska fer at
roynast í heyst og í vetur.
- Onnur ár hava vit sett
nøsina upp ímóti 2.000 tons
um av upsa, og skal hetta
eydnast
í
vetrarhálvuni
hesaferð, skal fiskiskapurin
hjá ísfiskatrolarunum helst
roynast.
Jóan Magnus Rasmussen
sigur, at áður keypti Tavan
meginpartin av upsanum hjá
Polarhavi og Stjørnuni, men
nú skipini eru heimahoyrandi
í Klaksvík, landa tey fyri tað
mesta á Kósini.
Tavan fekk sína rá
fiskanøgd aftur í ár
Tað er ikki bara sum at siga
tað at fáa fatur á upsa, og á
Tavuni í Leirvík vænta tey,
at tað kann gerast strævið
at fáa fatur á teimum 2.000
tonsunum, sum virkið helst
skal hava í vetrarhálvuni
Vilmund Jacobsen
Ongantíð áður hava skip og
manning fingið so góðan prís
fyri gulllaks, sum tey fingu í
vertíðini í ár.
Eins og undanfarin ár,
vóru seks skip aftur á gull
laksaveiði í ár, og tey fingu
alla vertíðina 5 krónur fyri
kilo, sum er millum 70 og 75
oyru meira enn í fjør, tá virk
ið fyrst læt 4,25 og seinni 4,30
krónur fyri kilo.
- Høvuðsorsøkin til, at vit
hava kunnað goldið skipum
og manningum meira fyri
fiskin í ár, er, at prísurin á
slógvi hevur verið betri enn
undanfarin ár.
Jóan Magnus Rasmussen
sigur, at tað serliga er Havs
brún í Fuglafirið, sum hevur
keypt slógv frá Tavuni.
- Orsøkin til økta prísin á
slógvi er ivaleyst, at minka
fóður er í harðari kapping
við laksafóður, og tað hevur
so aftur havt sína ávirkan á
rávøruprísin.
70% til Noregs
Spurdur, hvussu hann vænt
ar, at árið í ár fer at vignast,
sigur Jógvan Magnus, at ov
tíðliga er at meta um tað
enn.
- Vit høvdu aftur eitt gott
ár í fjør við 6,8 miljónum
krónum í avlopi, og vit vóna,
at árið í ár eisini fer at royn
ast, sigur hann.
Jóan Magnus Rasmussen
vísir tó á, at norska krónan er
fallin við umleið 10% síðan í
februar í ár, og tað kann ávir
ka úrslitið, tá umleið 70%
av framleiðsluni hjá Tavuni
verður seld til Noregs.
Hava ongantíð fingið so
nógv fyri gulllaks áður
- Høvuðsorsøkin til, at vit hava kunnað goldið skipum
og manningum meira fyri fiskin í ár, er, at prísurin
á slógvi hevur verið betri enn undanfarin ár
- Vit settu okkum fyri at keypa
10.000 tons av gulllaksi og fingu
9.500 tons, sum vit eru nøgd við,
sigur Jóan Magnus Rasmussen
Skipini, sum hava fiskað gulllaks í ár og hava landað til
Tavuna, hava ongantíð áður fingið so góðan prís sum í ár