týsdagur 8. oktober 2013síða 19
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
35
Mikudagur 9. oktober 2013 · Nr. 116
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Nattestad og Ari Mohr Jónsson.
Hetta eru menn, sum eg má fylgja.
Ikki minst teimum ungu, tí tað eru
teir, sum skulu mynda landsliðið
framyvir. Men eingin ivi skal vera
um, at eg tó hyggi mest eftir fótbólti
í Føroyum.
Er talan um eitt
fulltíðarstarv?
Ja, tað er tað. Men tað er sjálvandi
eisini nakað av frítíð. Men ja,eg geri
ikki annað, um tað er tað, tú spyrt
um.
Eg hugsi meira um
hvussu nógva tíð tú
brúkar upp á tað?
Tað er eitt sindur trupult at svara
uppá. Tá eg komi til Føroya, so siti
eg sum ein púra vanligur áskoðari
og haldi eyga við teimum leikarum,
sum eg skal brúka. Men tá allur
hópurin er savnaður eins og nú,
so eri eg on í tíggju-tólv dagar
allatíðina. Eg taki eisini telefonina
døgnið runt. So eitt ella annað stað
er talan um eitt fulltíðarstarv, men
har er eisini nakað av frítíð.
Hvussu nógv samband
hevur tú við føroysku
feløgini?
Eg havi einki samband við tey. Tað
vil siga, at eg kenni venjararnar
og havi verið úti og tosað við teir.
Men tað er eftirhondini nakað av
tíð síðani. Annars havi eg Jóannes
Jacobsen og onnur fólk her, men eg
havi einki samband við feløgini.
Eitt er gongdin og at tú
heldur, at batar eru at
hóma. Hyggja vit einans
eftir úrslitunum, so hava vit
ikki fingið eitt stig enn?
Lurta nú eftir. Hatta passar sum tú
sigur, men Írland, Svøríki, Eysturríki
og Týskland. Tað eru øll sera góð lið.
Trý teirra vóru við til EM seinast og
Eysturríki er eitt lið, sum er á veg
fram. So er tað Kasakstan. Fólk
halda, at Kasakstan er nakað, vit
eiga at vinna. Men har var tað, at
eg royndi at siga, at Kasakstan er
partur av gamla Sovjett. Tað er
russiskur spælistílur og tað er ikki
lætt. Teir eru kropsliga sera væl
fyri, renna nógv og skjótt. Hetta
eru menn, sum gott kundu spælt í
russisku deildini. Og tí var tað, at eg
tíverri kom til at siga, at teir spæla
í russisku deildini. Eg veit væl, at
teir ikki spæla har. Tað er jú bara
ein mánaður síðani, at vit spældu
móti teimum seinast.
Men hvussu ber tað til,
at tú endurtekur sama
feil við Rás2, Útvarpið
og Sjónvarpið?
Eg var mismæltur og ikki nóg
umhugsin. Hatta var ein feilur og
tað viðurkenni eg. Men eg royndi
at greiða frá, at mótstøðan er sterk.
Vit hava spælt í móti
Kasakstan áður og vunnið
báðar dystirnar. Nú fáa vit
Kasakstan aftur. Uppgávan
hevði helst verið lættari,
um vit fingu Malta ella
San Marino, men nú er tað
so Kasakstan. Hevur tú
dugað nóg væl at formidla
at hetta liðið er sterkt?
Ja, tað haldi eg.
Tað heldur tú?
Ja, tað haldi eg. Men tað er ikki víst,
at tú heldur tað. Eg haldi heldur
ikki, at teir journalistar, sum vóru
við á tíðindafundinum og eisini
áðrenn vit fóru til Kasakstan, at teir
hava ikki tikið Kasakstan serliga
alvorligt, júst tí, at tit hava møtt
teimum áður og vunnið. Tað sama
var galdandi við Eysturríki, sum
tit vunnu í 1992 ella nær tað var.
Tað bleiv ikki tosað um annað, tá
vit vóru í Eysturríki, men vit fingu
altso ein ordiligan umgang og taptu
6-0. Vit kunnu ikki samanbera
Eysturríki tá og nú, tí Eysturríki er
vorðið nógv betri síðani, og tað vísti
dysturin eisini.
Men tað er ikki undarligt,
at stemningurin verður
serligur og lagið er gott,
tá vit møta Eysturríki,
júst tí at úrslitið í okkara
fyrsta altjóða dysti
bleiv sum tað bleiv?
Tað valdast hvør skapar tann
stemningin. Tað eri ikki eg, tí eg
Framhald á næstu síðu
meldurin
Eg eri so
væl fyrireik
aður sum eg
kann
Eg eri í Føroyum millum
átta og tíggju dagar um
mánaðin
Hetta eru sera góðir menn, sum vit
skulu møta. Hetta ikki ein tryggur
heimasigur, sigur Lars Olsen