Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-10-08, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. oktober 2013síða 22

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 9. oktober 2013 · Nr. 116 38 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 MikkalinaGlas letur upp nýggjan verkstað og sýnisglugga í Niels Finsens­gøtu 32 mánadagin 14. oktober - í gulu húsunum, har sum Verts­húsið var. Í hesum sambandi bjóðar Mikka­ lina­Glas til móttøku fríggja­dagi­n 11. okto­ber millum kl. 15.00 og 17.00. Mikkalina er fødd og uppvaksin í Tórshavn, og her býr hon eisini. Hon sigur: “Tá ið eg skeri glas á mín­um verkstaði, er tað løtan, tá hug­flogið fær veingir. Alt tað sum eg upplivi, síggi og hoyri hvønn ein­asta dag, kveikir í mær nýggjar mát­ar at skera, smelta og boyggja glas­ið soleiðis, sum eg ynski at tað skal verða. Eg eri sjálvlærd – men havi tó verið á ymiskum skúlum og und­ir leiðslu av viðurkendum glas­lista­ meistarum. Drívmegin er tó mín stóri áhugi fyri, hvussu glas og litir hátta sær, bæði í kulda og hita..... Hvussu glas­ ið broytist og verður umskapt, með­ an tað enn er í ovninum - alt eftir, hvussu eg stýri hitanum. Mítt størsta ynski er, at lidna av­ rik­ið skal avspegla mína gleði um skap og litir og so eisini kryddað við eitt sindur av skemti. MikkalinaGlas fer tó framvegis at selja eitt útval av sínum glasi hjá Østrøm. Kreativt umhvørvi í gula húsinum MikkalinaGlas hevur verkstað og framsýning í Niels Finsensgøtu 32 ÚTBJÓÐING Landsverk, Tinghúsvegur 5, Postsmoga 78, 110 Tórshavn Tel. 340 800, Faks 340 801, lv@lv.fo, www.landsverk.fo Landsverk er undir Innlendismálaráðnum og hevur um hendi vega- og havnamyndugleikauppgávur og byggiharrauppgávur. Stovnurin ger ætlanir, útinnir, rekur og viðlíkaheldur landsvegir, havnir, bygningar og flogvallamál, herundir tyrlupallar. Byggiharri Landsverk Tinghúsvegur 5 Postsmoga 78 FO 110 Tórshavn Tel. 340 800 Útbjóðingarháttur Verkætlanin verður boðin út í 10 arbeiðstøkum. Útbjóðingin er fevnd av løgtingslóg nr. 106, frá 15. november 1984 um útbjóðing o.a. Lýsing av verkætlan Verkætlanin fevnir um umleið 1.450 fermetrar, sum verða bygdir afturat, umframt o.u. 80 fermetrar, ið verða umbygdir í sambandi við samanbyggingina. Talan verður m.a. um vanlig undirvísingarhøli, felagshøli, høli til matvøruútbúgving og umsiting. Arbeiðstøkur Boðið verður út í fakarbeiðstøkum. Arbeiðstøkurnar eru: . Byggipláss - skúrar , avdekking, hegn, skelting Jørð- og betongarbeiði – jørðarbeiði, betongarbeiði, berandi konstruktiónir . Kloakkarbeiði - kloakkarbeiði . Timbur- og snikkaraarbeiði - timburarbeiði, snikkara arbeiði, blikksmið . Múraraarbeiði - flísa- og pussiarbeiði . Gólvarbeiði - linoleum . Málaraarbeiði –málaraarbeiði, reingerð Hvs - vatn, hiti, sanitet, ventilatión, tekniskbjálving . El- arbeiði – el-, ljós- og telefoninnlegging . Lendisarbeiði - flísaarbeiði, asfalt Tíðarætlan Arbeiðið byrjar skjótast tilber og skal verða liðugt fyrra hálvár 2015. Skúlin skal takast í nýtslu við skúlaársbyrjan, skúlaárið 2015-16. Treytir Bjóða upp á arbeiðið kunnu virki, ið eru parta- ella smápartafeløg, sum eru skrásett í Føroyum. Út bjóðingin er í fakarbeiðstøku, men til ber eisini at bjóða upp á allar arbeiðstøkur í høvuðsarbeiðstøku. Útgerð til matvøruútbúgvingina er byggiharraveiting, tvs veiting, uppseting og íbinding. Allar arbeiðstøkur skulu samskipast í mun til hesa og eisini samskipast sínámillum. Um boðið verður í høvuðsarbeiðstøku, skulu allir tilboðslistar fyllast út og leggjast við í tilboðið, umframt eisini forsíðan fyri høvuðsarbeiðstøkuna við samlaðum prísi. Í sambandi við døming av tilboðum verður víst til www.vaerdibyg.dk sum vegleiðing til døming av i innkomnu tilboðunum. Útbjóðingartilfarið kann takast niður á www.landsverk.fo undir Útboð. Bjóðandi prenta sjálvi tilfarið út eftir tørvi. Bjóðandi hava sjálvi ábyrgdina av at tryggja sær at hava móttikið alt útbjóðingartilfarið. Tilber ikki seinni at seta fram krøv orsakað av, at alt útbjóðingartilfarið ikki er móttikið. Útbjóðingartilfarið inniheldur: . Hetta útbjóðingarskriv . Byggimálsfrágreiðing . Arbeiðsfrágreiðingar . Tilboðslistar/nøgdarlistar . Trú- og heiðurváttan . Tekningar sambært tekningarlista, íroknað útbjóðingartíðarætlan. Saman við innsenda tilboðnum skulu bjóðandi lýsa niðanfyristandandi evni, og tilboðini verða vektaði eftir niðanfyristandandi leisti. Spurningar viðv. útbjóðingartilfarinum: Ástaðarfundur verður fríggjadagin 18. oktober 2013 kl. 13.00 á Tekniska skúla í Klaksvík. Spurningar viðvíkjandi útbjóðingartilfarinum kunnu sendast til bami@lv.fo í seinasta lagi 25. oktober 2013. 28. oktober 2013 verður rættingarskjal sent teimum bjóðandi. Lisitatión verður mikudagin 30. oktober 2013 kl. 13.00 á Tekniska skúla í Klaksvík. Tilboð kunnu handast persónliga á staðnum til lisitati ón ina. Í øðrum lagi kunnu tey sendast við posti ella telduposti til bami@lv.fo, so tey eru Landsverki í hendi í seinasta lagi mikudagin 29. oktober 2013. Sáttmálasamráðingar verða við vinnandi arbeiðstak ar ar nar, so skjótt tilboðini eru viðgjørd. Arbeiðið fer í gongd skjótast til ber. Útbjóðingarskriv, almenn útbjóðing í fak-/høvuðsarbeiðstøkum Í sambandi við ætlaða um- og útbyggingararbeiðið, ið skal gerast á Tekniska skúla í Klaksvík, verður arbeiðið hervið boðið út í fakarbeiðstøkum. Evni: Við í tilboðnum skulu hesi evni lýsast 1 Yvirskipað • manning og førleikar hjá manningini • um talan er um eitt toymi av arbeiðstakarum, ið samstarva um at loysa uppgávuna, skal lýsast hvør bygnaðurin í toyminum er og ábyrgdarbýti 2 Loysn av uppgávuni • skipan av góðskustýring og innaneftirliti • hvussu HTU (heilsu-, trygd- og umhvørvisarbeiði) verður skipað 3 Prís • Tilboðslisti. Allir postar skulu fyllast út 20% 20% 60%