Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-10-08, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. oktober 2013síða 27

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

43 Mikudagur 9. oktober 2013 · Nr. 116 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Kopargøta 1 P.O. Box 206 FO-110 Tórshavn Faroe Islands Tlf. +298 31 11 11 Fax +298 35 11 10 www.liv.fo LÍV søkir eftir framfýsnum kundaleiðara Hevur tú vilja, áræði og førleikar til at standa á odda fyri sølu og marknaðarføring av okkara tryggingum og bera Lív fram á leið saman við einum sterkum starvsfólkaliði? LÍV er størsti veitari av lívs- og pensjónstryggingum til fakfeløg og virkir. Lív samtakið hevur eina samlaða pensjónsuppsparing uppá útvið 4 mia.kr. Starvsinnihald Leiðari søkist til nýggju kundadeildina hjá LÍV. Kundaleiðarin fær ábyrgdina av at samskipa sølu- og marknaðararbeiðið og dagligu fyrisitingina av tryggingum hjá Lív. Kundaleiðarin hevur ábyrgdina av samskiftinum við fakfeløg, virkir og privatkundar um pensjónslønarviðurskifti. Útbúgving Vit vænta, at tú hevur viðkomandi út búgv- ing, t.d. í sølu og marknaðarføring ella aðra samsvarandi útbúgving. Persónligir førleikar Tú hevur eitt sjálvstøðugt arbeiðslag, ert íðin, framfýsin og vilt síggja úrslit. Sam- stundis krevur starvið góð samstarvsevni, og at tú kanst arbeiða í toymi saman við øðrum. Tú hevur góðar førleikar at orða teg í skrift og talu. Tað er ein avgjørdur fyrimunur, um tú hevur leiðsluroyndir og hevur hollar royndir innan pensjónsviðurskifti. Umsóknir og umsóknarfreist Umsóknir við avritum av prógvum, CV og øðrum skjølum skulu sendast til: LÍV Starvsfólkadeildin Kopargøta 1 Postsmoga 206 110 Tórshavn Umsóknir skulu verða okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 10. oktober. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Meira at vita? Hevur tú okkurt at spyrja um í sam- bandi við starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Jan Jakobsen, stjóra, jan.jakobsen@liv.fo ella 231110. Bakkavegur 9 · PO Box 221 · FO-625 Glyvrar · Tel +298 40 50 00 · Fax +298 40 50 09 · www.bakkafrost.com BAKKAFROST SØKIR GÓÐSKULEIÐARA Bakkafrost er størsta alifelag í Føroyum og telist millum fremstu fyritøkur á sínum vinnuøki. Bakkafrost hevur ræði á allari virðisketuni frá smolti og alifóðri til lidnar laksavørur og sølu. Á Havsbrún í Fuglafirði framleiðir felagið mjøl, lýsi og alifóður. Bakkafrost rekur alivirksemi á smoltstøðum og aliøkjum á 14 ymsum firðum í Føroyum. Harafturat hevur felagið kryvjivirki og framleiðslu av lidnum vørum. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum og felagið hevur sløk 590 starvsfólk. Bakkafrost leggur dent á lívfrøðiliga trygd, dugnalig starvsfólk, lágkostnaðaframleiðslu, virðisøking og vakstrarmøguleikar. Bakkafrost er skrásett á virðisbrævamarknaðinum í Oslo. Fiskaheilsa, fiskavælferð og sjúkufyribyrging eru øki av serliga stórum týdningi hjá Bakkafrost. Góðskuleiðarin arbeiðir í tøttum samstarvi við deildarleiðarar í Ali- og Smoltdeildini, og hevur ábyrgdina av innaneftirlitinum hjá Bakkafrost Farming. Arbeiðsøki Sum góðskuleiðari skalt tú tryggja, at Bakkafrost Farming lýkur øll ásett krøv bæði í mun til lóggávu og serstøk kundakrøv, sum eru ásett í teimum altjóða góðkenningum, sum vit arbeiða eftir. Tú skalt eisini tryggja, at verandi manna gongdir á innaneftirlitsøkinum verða optimerað ar og mentar, umframt at fremja beinleiðis eftirlit, skoðanir og eftirmetingar. Sum góðskuleiðari fert tú harumframt at luttaka í menning av verandi og komandi altjóða góð kenn- ingum hjá Bakkafrost. Góðskuleiðarin hevur sjálvs tøðuga ábyrgd á økinum og skal tryggja neyðuga framgongd á økinum gjøgnum gott samskifti innanhýsis og uttanhýsis. Ein partur av starvinum eru verkætlanir, sum eru tengdar at innaneftirlitsøkinum saman við ráðgeving í mun til deildarleiðarar og alarar. Góðskuleiðarin hevur tilvísing til deildarleið ar an á Góðskudeildini og verður partur av Góðsku- deildini, har lívfrøðingur, djóralækni, fiskaheilsu- biologur, framleiðsluverkfrøðingur, góðskuleið- arar og eftirlitsfólk starvast. Tín vangamynd Tú hevur viðkomandi hægri útbúgving og tað er ein fyrimunur, at tú hevur royndir at arbeiða við altjóða góðkenningum. Sum persónur hevur tú góð samstarvsevni og megnar bæði at ar- beiða sjálvstøðugt og í toymum. Tú hevur posi tivan hugburð til uppgávurnar og leggur stóran dent á at samantvinna ástøði og praktiska veruleikan. Vit bjóða Vit bjóða eitt fjølbroytt og áhugavert starv við stórum fakligum og persónligum avbjóð ingum í eini dynamiskari fyritøku. Vit leggja dent á at hava eitt gott arbeiðsumhvørvi, og kunnu bjóða tær góðar starvsfólkatryggingar. Løn og setanartreytir Løn og setanartreytir eru sambært avtalu. Meira at vita Vilt tú hava meira at vita um starvið, ert tú vælkomin til at seta teg í samband við Annu Johansen, deildarleiðara á Góðskudeildini, á tel. 23 50 20, ella við t-brævi til anjo@bakkafrost.com. Umsókn Umsókn til starvið við avritum av prógvum og viðmælum skulu sendast við t-brævi til hrm@bakkafrost.com. Umsóknarfreist Umsóknarfreistin er mánadagin 4. november 2013. Starvið verður at seta sum skjótast. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. STARVSFÓLK sansir.fo