týsdagur 8. oktober 2013síða 42
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 9. oktober 2013 · Nr. 116
26
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Flatskatturin og keisarans klæðir
Flatskatturin, ið borgarlig hálova og vinstrahall hata, er ikki til. Flatskatturin er ein politiskt
uppfunnin illusión, sum samgongu- og andstøðupolitikarar, journalistar og vanligir borgarar
eru latnir í. Bara borgarligi skræddarin sær, hvussu nakin tit í veruleikanum eru
Rógvi Nybo
Allir politiskir viðmerkjarar,
andstøðupolitikarar og meg
inparturin av samgongu
politikarunum eru rørandi
samd. Tann 1. januar 2012
fingu Føroyar flatskatt. Og
so kanst tú halda um hann,
hvat tú vil.
Hesin Flatskatturin, ið øll
tosa um, tykist hava nógvar
serligar og ævintýrakend
ar eginleikar. Eitt nú hevur
flatskatturin givið okkum
eina nýggja tíðarrokning,
ið brýtur túsundára longu
traditiónina við at fylgja
Gregorianska
kalendara
num.
Nú er tað áðrenn og aftan
á flatskattin. Skattauppgerð
irnar frá TAKS, Demografiska
støðumyndin,
bilasølan,
privata
húsarhaldsnýtslan
og búskaparligu vísitølini
verða nú samanborðin pre
og post flatskattin. Tann 1.
januar, tá flatskatturin varð
settur í verk, er ár 0 í nýggja
kalendaranum. Tað, sum var
áðrenn flatskattin, er ikki
tað sama eftir flatskattin.
Tykist í øllum førum. Einasti
trupulleiki er, at har er eingin
flatskattur. Hann er als ikki
til og hevur ongantíð verið
tað heldur.
Progressivur ella
flatur skattur?
Definitiónin
er
rættiliga
simpul. Tað finnast trý sløg
av inntøkuskatti. Við prog
ressivum
inntøkuskatti
gjalda fólk við høgum inn
tøkum meira í skatti enn
fólk við lágum innøkum.
Við
proportionalum
inn
tøkuskatti
(eisini
kallað
flatskattur) gjada øll sama
prosentpart av inntøkuni í
skatti og við degressivum
inntøkuskatti gjalda fólk við
lágari inntøku meira í skatti
enn fólk við høgari inntøku.
Hvat slag av inntøku
skatti Føroyar høvdu áðrenn
1. januar 2012 munnu øll
verða samd um og hava rætt
í. Føroyar høvdu ein prog
ressivan inntøkuskatt, har
fólk við hægri inntøkum
goldu meira í skatti enn fólk
við lægri inntøkum. Hug
sjónin handan progressiva
inntøkuskattin
var
tann
sama í Føroyum, sum í hinum
Norðurlondunum,
ið
øll
enn hava sama skattastiga
- nevniliga at breiðu herðar
nar eiga at bera mest.
Men av eini ella aðrari
orsøk er føroyingurin brád
liga vorðin heilavaskaður
og heldur, at eftir 1. januar
2012 hava vit flatskatt. Og
politikarar, politiskir við
merkjarar og journalistar eru
farnir so nógv í sjálvsving
undir dekninginum av skatta
uppskotinum hjá Fólkaflokk
inum, at allur kritiskur sans
ur er horvin sum døgg fyri
sól. Breið semja er vorðin um,
at 'soleiðis er tað bara', og so
renna journalistarnir - sum
danski politikarin Carsten
Jensen orðaði tað - í somu ætt
"sum ýlandi kýr í torusláttri".
Samdir um, at eftir 1. januar
2012 hava Føroyar flatskatt.
Tað hava vit bara ikki.
Tvær talvur vísa lættliga,
hvussu lík skattaskipanin í
Føroyum er áðrenn og eftir
1. januar 2012. Talva 1 vísir
landsskattaskipanina eftir 1.
januar 2012. Botnfrádrátturin
er 65.000 krónur og síðani
eru trý stig í skattastiganum,
sum veksur progressivt.
Talva 2 vísir landsskatta
skipanina áðrenn 1. januar
2012.
Botnfrádrátturin
er
30.000 krónur og síðani eru
fýra stig í skattastiganum,
sum veksur progressivt.
Munurin millum skatta
stigan í Føroyum áðrenn
og eftir 1. januar 2012 er, at
botnfrádrátturin er hækk
aður upp í 65.000 krónur, eitt
av stigunum í progressiva
skattastiganum er tikið vekk
og annars eru upphæddir
nar og satsirnir bara broytt
ir. Men vit hava framvegis
ein progressivan skattastiga
- og eingin flatskattur er
at síggja nakrastaðni. Tað
er ymist, hvussu nógv fólk
skulu gjalda í skatti, alt eftir
hvussu stóra inntøku tey
hava. Progressivur skattur.
Ikki flatskattur.
Hvat er
flatskatturin so?
Flatskatturin er ein politiskt
konstruerað
illusión,
ið
seinastu tvey árini hevur
blendað andstøðu, redaktørar,
journalistar
og
borgarar.
Tað var ein funnin fressur
hjá Fólkaflokkinum, ið sum
skræddari er tann einasti ið
sær, at flatskatturin er ein
illusión - júst sum nýggju
klæði keisarans.
Orðið flatskattur gevur
nevniliga eina illusión av, at
nakað er flatt, harvið javnt
og somuleiðis rættvíst. Tað
er rættvísleiki, at øll nú
skulu gjalda líka nógv pro
sent í skatti. Ná ja, undan
tikið tey fáu, sum vinna
omanfyri 500.000 krónur.
Ja, og so sjálvandi eisini
tey heilt, heilt fáu, ið vinna
omanfyri 800.000 krónur.
Men líkamikið, tað eru so
fá, at tað er líkamikið fyri
rættvísiskensluna í nýggju
og fantastisku flatskatta
skipanini.
Samstundis sum Fólka
flokkurin eydnaðist at blenda
samgongufelagar
sínar
í
einum eydnurúsi um nýggja
rættvísið í samfelagnum, er
flatskatturin eisini ein illu
sión, sum fullkomiliga hevur
blendað bæði andstøðu og
fjórða statsvaldið. Sum tarv
ur, ið sær reytt, hava tey
start seg blind í flatskattin.
Hann er av tí ónda og skal
vekk aftur, sigur andstøðan.
Fjølmiðlarnir viðgerða Fíggj
arlógina og generellu støðu
landskassans í ljósinum av
flatskattinum - var hann
rættur ella var tað ein feilur
at innføra flatskatt. Tey
síggja ikki, hvussu nakin
tey í veruleikanum eru. Tí
har er yvirhøvur eingin flat
skattur.
Matadorurin mikli
Og fyrr enn samgongupolit
ikarar, andstøðupolitikarar,
fjølmiðlar og borgarar lata
eyguni upp aftur og síggja,
hvat tað er, ið veruliga er farið
fram um ársskiftið 2011/2012,
koma tit ongantíð inn á tann
veruliga trupulleikan.
Tað, ið hendi, er einki
magiskari enn ein vanlig
skattaumlegging, har inntøk
ur omanfyri 300.000 fingu
úr 6-700 krónum og upp í
5.000 krónur í skattalætta
um mánaðin, meðan tey 85
prosentini av arbeiðsfjøldini,
ið vinna undir 300.000 krónur
um árið fingu okkurt um 100
krónur um mánaðin.
Og
meðan
tit
stardu
tykkum blind í flatskatti
num, varð rokningin fyri
skattaveitsluna
stillisliga
og uttan stórvegis mótmæli
send til okkum, sum mynda
tey komandi ættarliðini.
Tit valdu ístaðin at futta
uppsparingina til framtíðar
vælferðarsamfelag av í ein
um naknum flatskattarúsi.
Og nú koma teir borg
arligu kropp á kroppi upp
at greiða frá, at ráð eru ikki
longur til norðurlendska væl
ferðarskipanina. Vit skulu
hava brúkaragjald. Og fleiri
skattalættar. Meðan and
støða og fjølmiðlar enn ikki
hava fatað, at tey púra nakin
berjast móti eini illusión.
Og skræddarin - ja hann er
um at skrædna í látri. Hann
hevur latið tykkum í eina
illusión og stýrir tykkum
fullkomiliga. Og hvørja ferð,
tit koma við einum álopi,
hvørvur reyði klúturin fyri
eygunum á tykkum. Her er
bara eingin áskoðarafjøld,
sum í rómi skríggjar "ole".
Andstøðupolitikarar
vaknið! Fá eyguni upp og
latið tykkum í. Kalla ein
spaka fyri ein spaka og eina
skattaumlegging fyri eina
skattaumlegging. Gevist við
at berjast móti illusiónini og
kom ístaðin við einum veru
ligum alternativi til borg
arliga ørskapin. Og nei, tað
er ikki eitt veruligt alternativ
at boða frá, at "Flatskatturin
skal avtakast". Har er eingin
flatskattur.
eblaðið
sos.fo