týsdagur 8. oktober 2013síða 44
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 9. oktober 2013 · Nr. 116
28
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Baucis og Filemon – ein søga um grammleika
N-Jón Ellendersen
Oyrarbakki 2013
Flestøll okkara kenna nøvn
ini Zeus, Apollo, Faust og
Mefistofeles, men fá kenna
søguna um gomlu hjúnini,
Baucis og Filemon, sum verða
ríkiliga vælsignað av Zeus,
tí tey hava hjálpt honum tá
tunglyndið plágaði gudin.
Fleiri kenna helst eisini
týska skaldið Goethe, sum
skrivaði
megnarverkið
"Faust" um hvussu Faust
gjørdist matur ríkmaður tá
hann gjørdi sáttmála við
Mefistofeles (hin Ónda). Eis
ini Goethe fortelur un gomlu
hjúnini, men her verða tey
bæði lýst sum eini vælger
andi hjún, sum veita mong
um ferðandi ugga og geva
teimum innivist.
Hjá Goethe snýr frá
søgnin um Baucis og File
mon seg eisini um, hvussu
stórkapitalurin
týnir
hin
lítla mannin; ikki tí tað er
so átrokandi, men tí stór
kapitalurin,
harramaðurin
Faust, kann gera tað. Men
lat okkum byrja við teimum
trimum, Zeusi, Baucis og
Filemon.
Søgan sigur, at einaferð
keddi Zeus seg so illa, at
hann onga gleði fann í teirri
sælu, sum valdaði á Olympos,
at hann hvørki tímdi at eta
ambrosiu ella drekka nektar
ei heldur at leggja oyra til
tónleikin hjá Apollo ella
sangin hjá músunum. Zeus
fór til Hermes, hin mest und
irhaldandi av gudunum og
saman lótu teir seg í menn
iskjaham og stigu niður til
jarðar at kanna eftir, hvussu
støðan var hjá mannabørn
unum. Zeus, sum var verji
hjá teimum ferðandi og gud
urin fyri gestablídni, hevði
samstundis gjørt av at kanna,
hvussu stóð til við gesta
blídninum í Frýkiu. Íklæddir
sum tveir ferðamenn fóru
teir hús av húsi, bankaðu
uppá dyrnar, "leitandi eftir
einum stað at hvíla seg" –
locum qiemque petentes.
Næstakærleikin
lat seg finna
Men gestablídni funnu teir
einki. Teir bankaðu uppá
í túsund húsum og í tús
und húsum fingu teir hurð-
ina frammaná. Bert eini
hús bjóðaðu teimum báð
um ferðamonnunum væl
komnum, ein lítil sevklødd
smátta, har eini eldri hún,
Baucis og Filemon húsaðust.
Tey bæði høvdu livað eitt
langt og fátæksligt lív, men
altíð verðið eydnurík. Tey
vórðu gift á blaðungum árum
og høvdu á ein slíkan hátt
livað við hvørjum øðrum,
at hvørgin teirra hevði hug
at avliva hin. Hægsta ynski
teirra var, at tey máttu
doyggja saman og í somu
løtu.
Hjúnini tóku væl móti
teimum fremmandu og borð
reiddu fyri teimum við øllum
tí, tey áttu í goymslum teirra.
Har var kál úr kálgarðinum,
roykt grísatjógv ein skál av
víni. Tá tey høvdu etið, tók
Zeus tey bæði við sær niðan
á ein heyg, hagani tey sóu øll
tey húsini, sum høvdu sýtt
teimum báðum gudunum
innivist, og øll lógu tey undir
í vatni meðan økið uttanum
var broytt til mýrulendi.
Men har smáttan hjá Baucis
og Filemon hevði staðið, lá
eitt tempul við gullkløddum
súlum og marmorgólvi og
trappum og her varð teim
um boðið at virka, so leingi
tey vóru á lívi. Og tá tíðin var
komin, var ynski teirra upp
fylt og fóru tey av foldum,
bæði í somu løtu.
Í deyðastundini umbroytt
ust Baucia og Filemon til tvey
samanvaksin trø, eina eik og
eina lind, og samanvovna
krúnan lyfti seg høgt upp
móti himli. Bygdafólkið var
fult av undran um hetta
stóra undrið og gjørdu tey av
at laga ein garð um eikina og
lindina og ærdu tey sum eitt
halgiminni.
Søgnin um Baucius og
Filemon hevur røtur í fornum
átrúnaði, millum annað frá
Orvid, sum livdi um somu tíð
sum Augustus keisari í Róm.
Óeydnan vildi, at Orvid ikki
sat væl um sátt við keisaran
og tí varð sendur í útlegd tey
seinastu tíggju árini hann
livdi. Sagt verður, at staðið
Orvid varð sendur til lá við
strendur Svartahavsins. Í
endurminningum
sínum
"Metamorfosis"
(Umbroyt
ingar), fortelur hann um
hina gudrøknu Baucis og
mann hennara, Filemon og
um stóra undrið við eikini og
lindini.
Faust - gudurin
á Wall Street
Í "Faust" hjá týska skaldinum
Goethe, hitta vit tey bæði
aftur, men her fáa tey eina
heilt aðra lagnu. Tey, ið hava
lisið Faust vita, at hesin
hevði gjørt ein sáttmála við
Mefistofeles,
sum
eingin
annar er enn Djevulin sjálv
ur. Avtalan gongur út uppá,
at fær Mefistofeles sálina
hjá Faust tá hann doyr,
skal Mefistofeles afturfyri
geva honum alt tað, honum
lystir og soleiðis verður
tað. At enda gerst Faust
tó mettur av øllum hesum
levnaði og kastar hann seg
yvir alskyns fyritakssemi;
hann virkar sum ráðgevi
hjá stórmonnum og endar
sum hin mæti byggiharrin,
sum hevur sett sær fyri at
drena og dyrka eitt risastórt
oyðimarkarlendi, grava veitir
og byggja verjumúrar og
soleiðis at enda, noyða havi
útaftur hagar, tað einaferð
breyt seg inn í landið.
Alt sum Faust fer undir
eydnast honum, eisini sam
starv hansara við Mefisofeles
við hovið hjá keisaranum.
Samstarvið er so tætt, at
hovfólkið
hevur
illgruna
um, at teir báðir eru tveir
samansvornir gandakallar.
Og gand duga teir. Undrini,
sum verða gjørd við teirra
hondum eru so máttmikil, at
øll í landinum eru sligin við
undran. At tey væl vistu, at
hetta hevði kravt óteljandi
mannalív og skapt eina
ørgrynnu
av
vanlagnum,
so fekk botnleysa virðingin
fyri hesum máttmikla íverk
setaranum og ríkmanninum.
Tað var, sum vóru tey full
komiliga blindað av stóru
framstigunum
og
av,
at
menniskjan soleiðis kundi
temja
náttúruna.
Men,
søgdu tey seinni, tey høvdu
jú øll fingið lut í stóra vinn
inginum. Men veruleikin var
heldur tann, at tey ikki vór
sein at selt Faust seg sjálvi
og sál sína, Faust, sum sjálvur
longu hevði selt sína sál
afturfyri vinning og vald.
Nú varð Faust tilbiðin
sum ein gudur – gudurin
á Wall Street - og sjálvur
keisarin sleikti fyri honum;
helst tí, at tað var har, peng
arnir vóru og so tað, at tað
var
hansara
keisaradømi
sum nú gekk á odda sum
hitt mest framkomna landið
yvirhøvur.
Tey syngja sama lag
Men er tað ikki júst hetta,
vit í dag hoyra frá donsk
um, svenskum, finskum og
enskum
forsætismálaráð
harrum, týska forsetanum og
stóru harrunum í ES og við
føroysku politikarunum sum
hala: vøkstur er alt, uttan
vøkstur
støðgar
kapital
streymurin; uttan vøkstur
onga virðing; uttan vøkstur
ongar høgar sessir, eingin gylt
lógvatøk o.sfr. og kórið hjá
marknaðarevangelistunum
syngur døkkar vísur um
heimsins enda, avtaka vit ikki
allar lógir og reglugerðir, sum
forða fyri einum fullkomiliga
frælsum marknaði.
Men samstundis vita bæði
teir og vit, at stórur partur
av hesum sokallaða vøkstri,
kemur frá "bankapengum",
sum verða pumpaðir út í
samfelagið og í seinna enda
skapa inflatión og stagna
tión. Men løtumyndin sýnir
hvussu heimsins kapital
kongar spyrja spegilin á
vegginum
"Spegil,
spegil,
hvør verður boðin at sita
við hitt sóra borðið", svarar
spegilin:
"Sjálvandi
tú,
kongurin!" og tá kongurin er
á veg útaftur, teskar spegilin
"og allir hinir ...eina løtu, tí
áðrenn borðhaldið er komið
í helvt, er maturin rotnaður".
Eisini á Wall Street hava
teir gandaspegilar og júst
kappingin um at fáa tey
mest smikrandi orðini frá
spegilinum var samvirkandi
í, at Wall Street, USA og
allan
Vesturheimin
varð
leiddur út á eggina av
falska boðskapinum. Høvdu
politikararnir
ikki
bein
anvegin pøst óhugnaligar
nøgdir inn í bankarnar – teir
bankar, sum sjálvir vóru
orsøkin til kreppuna og
neyðina – so lá alt í skeljasori
og heimskenda krakkið í Wall
Street, hevði verið ein søga
um trý smá geitarlomb í mun
til tær søgur, sum tá høvdu
verðið skrivaðar við heitum
sum "Jack the Ripper of Wall
Street", "Lehman Brothers
Massacre" og "The Perfect
Storm in Merkeltown".
Gullkálvurin gerst
ongantíð mettur
Og her byrjar hin stóri sorg
arleikurin. Ein sorgarleikur
sum byrjar um somu tíð
sum allar tær stóru byggi-
ætlaninar hjá Faust eru
fullførdar og landið er full
komiliga umbroytt. Nú vildi
tað so við, at ein fremmandur
leggur
leiðina
framvið,
tí hann hevur hoyrt um
samanvaksna træið – Baucis
og Filemon og er nú komin at
skoða tað stóra undrið, tey
sjálvi hava sagt honum frá.
Men hjá Goethe eru tey bæði
ikki træði sjálvt, men búgva
tó handan garðin á heygnum,
saman við nøkrum lindum .
Og alt er, sum Baucis hevur
sagt frá: havið hevur Faust
trongt aftur hagar tað í síni
tíð byrjaði at eta seg inn í
landið, og so langt eygað
røkkur,
sæst
ovurhonds
fruktagott land við skógum,
fløtum, urtagørðum, býum
og skipum sum koma og fara
í stríðum streymum til tað
risastóru
kanalina,
Faust
hevur latið gera.
Faust er nú hundrað ára
gamalur og hevur gjørt byggi
ætlanir og bygd í mansaldrar.
Alt er sambært lógarinnar
krøvum og pening fekk Faust
sum keisarlig gávubrøv. Eitt
ótal av monnum arbeiddi
dagin langan og náttina við,
men, segði Baucis, um náttina
sást stórur eldur og dun og
ljóð, sum ikki var av hesum
heimi og ovurhonds skjótt
gekk tað fyri seg á náttartíð.
Men Baucis er óð inn á Faust,
tí hann hevur givið teimum
boð um at flyta. Afturfyri
skulu tey fáa eini ríkmanshús
við
stórum
urtagarðum,
men Baucis hevur ikki álit á
Faust og endin verður, at tey
bæði nokta at flyta, tí her
hava tey búð alt lívið og her
vilja tey sleppa at doyggja.
Men Faust hevur ongar
ætlanir um at spara teimum
eins lítið og Bakkafrost
heldur ikki ætlaði at spara
tveimum árnfirðingum, sum
í áravís hava strevast við
at leggja lunnar undir eina
burðardygga hummaraveiðu,
sum borðreiður við leski
ligum hummara fyri russiska
forsetanum ogøðrum "ken
dissum" í USA og víða um,
har stásilig borð verða sett
fyri krasnum gómum.
Eingin setir seg
upp móti Faust
Men í myrku náttini upp
hugsar Faust duldar ætlan
ir. Tað kundi hent, at tátíðar
cip'ar hava hildið ein fyri
lestur fyri Faust um loynd
arfullu krókarnar í tunnils
labirintunum hjá Mammon.
Hvussu er og ikki, so verður
smáttan hjá Baucis og File
mon rivin niður. Faust hevur
sett sær fyri, at so skal vera
og eingin skal seta seg upp
ímóti honum og er hetta
helst einasta orsøkin fyri, at
Fast ger sum hann ger. Og tó,
kanska vaknar grammleikin
eftir "einum sindri afturat
... eitt lítið sindur". Kanska
onkur annar ferð við smátt
uni. Í øllum føri, so vil Faust
ikki finna seg í, at tveir
oldingar vága sær at seta
seg upp ímóti vilja hansara,
honum, Faust, sum er vorðin
eitt stórmenni og hevur stórt
vald. Faust er eisini um at
gerast ørur í høvdinum av
at hoyra klokkuna ringja í
lítla kapellinum, tey hava
bygt sær. Men Faust minnir
ikki sørt um Pilatus, tá hann
vaskar sær um hendurnar
við orðunum, at hann er
óskur í lívinum hjá Jesusi,
tað vil siga, at Jesus verður
krossfestur. Faust krevur, at
Mefistofeles skal taka sær
av teimu gomlu og tá tey ikki
vilja fara við góðum, verður
tað við illum og Mefistofeles
setur eld á smáttuna, meðan
Baucis og Filemon eru inni og
bæði verða brend til deyðis.
Faust
kundi
fyri
tað
veríð ein royndur politikari
anno 2013, tí alt er har:
Fráskrivingin av ábyrgdini
og kravið um, at onkur annar
skal taka um endan, tí Faust
er jú reinur.
Fleiri
hava
sammett
gerðina hjá Faust við tað,
sum
verksmiðjuánararnir
og harramenninir framdu
móti arbeiðandi fjøldini í
Onglandi og tað devulsettu
ídnaðarkollveltingina, sum
fór sum eitt ódjór um alla
Evropu í 18. og 19. øld. Júst
sum Faust, sum við sínum
valdi og ríkidømi og í 2013
er sama gerð ein mynd
av tí, Bakkafrost fremur í
Árnafirði og stórkapitalurin
í Norðurlondum fremur dag
um dag.
um...
...er lisin
-so ert
tú við!