Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-10-09, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. oktober 2013síða 10

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 9. oktober 2013 · Nr. 116 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen Í morgin - hósdagin 10. oktober - er altjóða psykia­tri­ dagur, og í hesum sambandi hev­ur Sosialurin vent sær til Tórmóð Stórá, serlækna í psykiatri og leiðandi yvir- læk­na og spurt hann um eina kann­ing av livialdrinum hjá fólki við sálarsjúkum. - Nakað av skriving var um hesa kanning í donskum fjøl­miðl­um fyrr í summar, men eg haldi ikki, at hetta rætti­liga fann vegin hendan veg­in, sigur Tormóður. Norðurlendsk kanning Psykiatriskir sjúklingar fáa kvett 15-20 ár av lívinum. Fólk við depressión og skizofreni hava ein livialdur sum í Ye­ men og Sudan. Tað er eitt nú hetta, sum kemur fram í stóru norð­ur­ lendsku kanningini av livi­ aldri­num hjá borgarum við psykiatr­iskum sjúkum. Tað eru granskarar í Danmark, Svøríki og Fin­ landi, ið hava kannað fleiri enn 270.000 fólk, sum í tíðarskeiðnum 2000-2006 hava verið innløgd á psy­kia­ trisk­um sjúkrahúsi í minsta lagi eina ferð. Miðallivialdurin í hesum londu­num er umleið 80 ár, men hjá teimum, sum hava álvars­liga psykiatriska sjúku, verð­ur lívið stytt við 15 árum hjá kvinnunum og 20 árum hjá monnunum, so hesi fara hig­a­ni sum 60-65 ára gomul. - Hesi órógvandi tølini krev­ja, at okkurt verður gjørt fyri at forða fyri høgu deyðiligheitini, siga gransk­ ar­ar úr Finlandi, Svø­ríki og Dan­mark í grein um kann­ ing­ina, sum varð kunn­gjørd í net­tíðarritinum PLOS ONE he­r­fyri. Lívsstílssjúkur Ein av høvundunum í kann­ ing­ini er danski yvirlæknin, Merete Nordentoft, sum er klinisk­ur professari á Køben­ havns Universitet. Hon sigur, at tann stóra yvir­deyði­ligheitin serliga kemst av, at borgarar við sálar­lig­um sjúkum hava nógv fleiri lívsstílssjúkur enn onnur og oftari doygg­ ja av hesum. Tað er dia­betes, hjarta-æðrasjúkur, livur­sjúk­ ur, sjúkur í andalagnum og nógv annað. Merete Nordentoft segði við danskt blað herfyri, at borg­ar­ar við sálarligum sjúk­ um sum heild liva ósunnari enn miðal borgarin. Ein størri part­ur drekkur ov nógv av alko­holi, og tað eru eisini tey, sum brúka onnur rúsevni, eins og tey íðka minni mo­ tión og eta ósunnari. Allir hes­ir faktorar geva teimum lívs­stíls­sjúkur, sum taka lívið av teimum fyri tíð. Samstundis eru fleiri væl­ kend hjáárin av heilivágnum, ið psykiatriskir sjúklingar fáa og sum eru tengd at hót­ t­andi yvirvekt, diabetes og hjartasjúkum. Tað er tó tru­ pult at gera av, hvussu nógv hetta telur í kanningini, tí heili­vág­urin hálar eisini hin vegin við at stabilisera sjúk­ ling­arnar og fyribyrgja sjálv­ morði. Merete Nordentoft held­ ur, at hesin ójavni í livi­aldri­ num millum sálarliga sjúk og aðrar borgarar er ein av teim­ um mest yvirsæddu heilsu­ trupul­leikunum í Danmark - og nakað sum krevur, at heilu­myndugleikarnir taka neyðug stig at bøta um hetta. Føroyar ikki við Føroyar hava ikki verið við í hesi norðurlendsku kann­ ing­ini. Leiðandi yvirlæknin á Psykiatriska Deplinum á Lands­sjúkrahúsinum, Tor­ móð­ur Stórá, sigur, at vit her ikki hava gjørt líknandi upp­ gerð, men út frá tí, sum norð­ ur­lendska kanningin vísir, er ein­ki sum bendir á, at tað er nak­að øðrvísi her hjá okkum. Ella við øðrum orðum, at vit eisini mugu rokna við, at miðallivialdurin hjá før­oy­ ing­um við álvarsligari sálar­ sjúku eisini er væl styttri enn miðal­livialdurin annars. - Hetta er sera órógvandi er og nakað, sum eigur at fáa okkara uppmerksemi kom­andi árini. Hetta krev­ur eisini, at tað verða gjørd­ar nakrar politiskar rað­fest­ing­ ar av psykiatriska økinum, sum er við at dragna afturút, eins og stígur er komin í víðkan og útbyggjan av við­ gerðartilboðnum til vaksin við sálarsjúkum, tí ongar polit­iskar uppraðfestingar eru gjørdar á økinum seinastu ár­ini, sigur Tormóður Stórá. Vantandi politiskar raðfest­ ingar av psykiatriska økinum Góð ráð um vetrartroyttleika Í bókini ”Vinterdepression og vintertræthed – sådan får du det bedre" eru nógv góð ráð um, hvussu fólk, sum hava trupulleikar við vetrarmyrkri, kunnu fáa ein ljósari og betri vetur. - Í bókini eru nógv virðismikil ráð um, hvat fólk sjálvi kunnu gera, um tey kenna seg rakt av vetrartunglyndi. Tað sigur professarin í psykiatri við Århus Universitet, Poul Videbech, sum er ein av leiðandi serfrøðingunum á økinum. - At sálarsjúk liva 15-20 ár styttri er sera órógvandi. Hetta er nakað, sum eigur at fáa okkara uppmerksemi komandi árini, sigur Tormóður Stórá, leiðandi yvirlækni á Psykiatriska Deplinum - Tað er sera órógvandi, at livialdurin hjá sálarsjúkum er 15-20 ár styttri enn hjá øðrum borgarum. Hetta krevur eisini nakrar politiskar raðfestingar av psykiatriska økinum, sum er við at dragna afturút. Stígur er eisini komin í víðkan og útbyggjan av viðgerðartilboðnum til vaksin við sálarsjúkum, sigur Tormóður Stórá, leiðandi yvirlækni á Psykiatriska Deplinum