mikudagur 9. oktober 2013síða 14
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 9. oktober 2013 · Nr. 116
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
dupultlønir
Løgtingið ímóti
– Eg fái ikki meirluta fyri einum slíkum uppskoti. Tað
segði Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, bæði við
Sosialin og á Facebook fríggjadagin. Tískil ætlar hann
sær einki at gera við støðuna, har landsstýrisfólk
fáa dupulta løn, tá tey taka sæti aftur á tingi
Eydna Skaale
Men fyri at kanna, hvørt
tað er rætt sum løgmaður
sigur, at hann veruliga ikki
fær meiriluta fyri at broyta
skipanina við dupultum løn
um til fráfarnar landsstýris
menn, hevur Sosialurin spurt
løgtingslimir, hvat tey halda
um málið.
Úrslitið er púra greitt. Tað
er ein greiður meiriluti fyri
at broyta skipanina, soleiðis,
at onnur lønin til fráfarnar
landsstýrismenn
verður
strikað.
Ymsar meiningar eru tó
um, hvørt tey, ið taka sæti
á tingið eftir at hava verið í
landsstýrinum, skulu halda
fram við løn úr landstýrinum
í nakrar mánaðir, ella um tey
skulu fara beint til løgtings
mannalønina.
Púra greitt er tó, at tað
stórt sæð valdar semja um, at
tey, ið koma úr landsstýrinum
í tingið, bara eiga at fáa aðra
lønina.
Av 33 spurdum løgtings
fólkum svara tvey ja til, at tað
er í lagið við dupultari løn.
Fimm vilja ikki svara, og
heili 26 siga nei til dupultu
lønina.
Í løtuni er tað Kári P.
Højgaard, sum fær bæði
landsstýris-
og
løgtings
mannaløn – smáar 90.000 kr
um mánaðin tilsamans - men
øll landstýrisfólk, sum eru
farin aftur til vanligt tingar
beiði, hava havt somu sømdir
og hava sostatt eisini fingið
tvær lønir samstundis.
eydna@sosialurin.fo
Alfred Olsen:
Jenis av Rana:
Eins væl og løgtingsfólk
missa løgtingslønina, tá tey
fara í landsstýrið, so eiga
landsstýrisfólk at missa
landsstýrislønina, tá tey
fara aftur í løgtingið, heldur
formaðurin
í
tingbólki
Sambandsfloksins.
Alfred
Olsen
heldur
einfalt, at sama skipan
skal vera galdandi báðar
vegir, tá fólk flyta millum
landsstýrið og løgtingið.
-
Løgtingsfólk
missa
løgtingslønina, beinanvegin
tey fara úr løgtinginum
í landsstýrið. Tí er eisini
rímiligt, at landsstýrisfólk
missa landsstýrislønina, tá
tey fara úr landsstýrinum
í
løgtingið,
sigur
formaðurin
í
tingbólki
Sambandsfloksins.
Alfred
Olsen
heldur
ikki, at nakar er verdur
at fáa dupulta løn. Og
hann heldur tað heldur
ikki vera rímiligt, at eitt
landsstýrisfólk varðveitir
sína landsstýrisløn, meðan
tað arbeiðir í løgtinginum.
- Eg haldi heilt einfalt, at
sum løgtingslimur eigur tú
at fáa løn úr løgtinginum.
Hvørki meira ella minni,
sigur Alfred Olsen.
Órímilig skipan
Bara eina
løn í senn
Málið er sera einfalt at
loysa. Viðkomandi lands
stýrismaður eigur sjálvandi
at siga aðra lønina frá sær.
Jenis av Rana er avgjørdur
í spurninginum um, hvørt
landsstýrismenn, sum aftur
taka sæti á tingi, skulu hava
bæði landsstýrismannaløn
og tingmannaløn í eitt hálvt
ár eftir, at teir eru farnir úr
landsstýrinum.
- Málið er sera einfalt
at
loysa.
Viðkomandi
landsstýrismaður
eigur
sjálvandi at siga aðra lønina
frá sær, sigur Jenis av Rana
ogh heldur fram:
– Løgið nokk tykist hetta
altíð broytast, tá tað gerst
aktuelt fyri enntá menn,
sum áður sjálvir hava skotið
upp at broyta tað, sigur Jenis
av Rana, sum tí heldur tað
verða neyðugt at fáa gjørt
eina lógarbroyting, ið loysir
hendan trupulleikan.
– Og sjálvur ivist eg ikki í,
at eitt slíkt uppskot fer at fáa
undirtøku í løgtinginum, tí
eingin tingmaður við viðrðing
fyri
samfelagsstøðuni
og
støðu landskassans kann
halda núverandi praksis vera
virðiliga ella normala, sigur
Jenis av Rana
jonbrian@sosialurin.fo
Jógvan á Lakjuni
NEI
Hanus Samró
Joen Magnus Rasmussen
NEI
Eyðgunn Jana Samuelsen
NEI
Henrik Old
NEI
Brandur Sandoy
Gerhard Lognberg
NEI
Rigmor Dam
NEI
Bjarni Djurholm
Vil ikki
svara
Vil ikki
svara
Vil ikki
svara
Janus Rein
NEI
Jákup Mikkelsen
Aksel V. Johannesen
NEI
Bill Justinussen
JA
JA
E.M. Gunnleygsdóttur
NEI
Rodmundur Nielsen
NEI
Poul Michelsen
NEI
Kristin Michelsen
Vinjard Johansen
NEI
NEI
Vil ikki
svara
Vil ikki
svara
Ja til dupulta løn
Nei til dupulta løn