mikudagur 9. oktober 2013síða 18
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 9. oktober 2013 · Nr. 116
34
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Hvussu vilt tú lýsa
tína tíð higartil?
Tíðarskeiðið hevur verið gott.
Eg haldi, at avrikini eru betri og
betri. Eitt minus er dysturin móti
Eysturríki. Tað var rætt og slætt ikki
nóg gott. So kunnu vit kjakast um
øll møgulig ting, sum kunnu ávirka,
tíðspunktið til dømis. At spæla síðst
í mars er ikki gott hjá okkum, men
soleiðis verður tað eisini næstu
ferð. Tí mugu vit hyggja eftir eitt
nú vetrarvenjingini, og hvussu vit
kunnu halda okkara menn í form.
Er tað nakað nýtt,
tú hevur lært?
Eg var greiður yvir hetta. Vit
royndu eisini at savna leikararnar
nakrar ferðir gjøgnum veturin,
men tað var ikki nóg mikið. Tað
eru
tríggir-fýra
mánaðir,
har
eingin fótbóltur er, men tá mugu
menn vera í venjing. Soleiðis sum
eg havi skilt tað, so er tað ikki
nøkur beinleiðis skipað venjing
við feløgunum um veturin, og
spælararnir hava bara sáttmála frá
januar til oktober. Í so máta byrja
vit av nýggjum hvørt einasta ár í
januar. Hetta er nakað, vit mugu
arbeiða við.
Hvussu svarar veruleikin
við tað, tú hevði ímyndað
tær, áðrenn tú tók við
sum landsliðsvenjari?
Eg haldi, at tað passar hampiliga
væl. Tað hevur verið ein drúgv
tilgongd. Eg havi valt aðrar og yngri
fótbóltsspælarar. Tá vit hava spælt
hesar báðar dystirnar, sum eru
fyri framamn, so hava vit spælt
tíggju dystir. Og tíggju dystir er
ikki nakað, sum flytir so øgiliga
nógv. Føroyar hava altíð vart væl.
Tað gera vit framvegis. Okkara
avbjóðing er, tá vit hava bóltin. Men
eg haldi, at vit síggja, at vit spæla
meira og at vit tora at spæla. Hetta
er serliga galdandi á heimavølli, tí á
útivølli koma vit lættari undir trýst.
Eg haldi tó, at tað er framgongd at
síggja hvørjaferð vit spæla, men
hetta tekur tíð. Men vit eru ein
lítil tjóð. Vit kunnu sjálvandi verja
í 90 minuttir og vóna, at vit soleiðis
kunnu fáa ein javnleik ella kanska
ein sigur, men um vit ynskja at
menna okkum, so mugu vit hava
bóltin. Tað hevur allatíðina verið
mítt
útgangsstøði.
Har
hevur
yngra ættarliðið eina heilt øðrvísi
tilgongd til fótbóltin, enn teir eldru
á liðnum.
Tað eru úrslitini av
miðvísa ungdómslands
liðsarbeiðinum, sum
tú nýtir gott av?
Ja, heilt víst. Men eisini tað arbeiði,
sum verður gjørt í feløgunum.
Hetta snýr seg eisini um tilgongd.
Eg haldi, at teir yngru leikararnir
eru meiri tilvitaðir um, hvat teir
ynskja við fótbóltinum, um vit
samanbera nú og fyrr. Teir seta
sær mál og arbeiða móti teimum.
Vit kunnu samanbera Føroyar í dag
og Danmark fyri 30 árum síðani.
Tá byrjaðu sáttmálafótbólturin
har og tað er tað støðið, vit eru á
her, har leikarar fara til arbeiðis
og so venja eftir arbeiðstíð. Í
Danmark hevur hetta ment seg
til at vera fulltíðarfótbóltur. Men
sjálvandi hava vit eisini tørv á
eldri og royndum leikarum, sum
kunnu hjálpa og vegleiða ungu
leikarunum.
Hvussu brúkar tú tína tíð
sum landsliðsvenjari?
Eg hyggi eftir fótbólti. Og tá eg
ikki hyggi eftir fótbólti, so fyrireiki
eg meg til næstu uppgávu. Er tað
mitt í desember, so snýr tað seg
um vetrarvenjingina. Vit arbeiða
við venjingarleguni. Og so var
eg síðsta vetur og hugdi eftir
venjingarkappingini,
sum
tey
skipaðu fyri. Eg hyggi eisini eftir
venjingunum í feløgunum. Mítt
starv snýr seg um at vera so væl
fyrireikaður sum gjørligt. So fylgi
eg eisini einstøku spælarunum,
tí eg skal vita, um eg havi úttikið
røttu menninar og um tað eru aðrir
nýggir, sum byrja at gera vart við
seg. Hetta er eisini galdandi fyri
leikarar uttanfyri Føroyar. Men
tað mesta av tíðini nýti eg til at
hyggja eftir DVD-upptøkum av
mótstøðuliðum.
Ert tú úti og hyggur
eftir mótstøðuliðum,
tá tey spæla?
Eg
sá
til
dømis
Svøríki
og
Kasakstan spæla í Svøríki. Annars
havi eg fólk úti til aðrar dystir. Og
eg havi sjálvur sæð allar dystirnar
hjá Kasakstan. Men eg fari ikki
til Kasakstan og hyggi. Tað ber
ikki til, at eg síggi allar dystirnar
beinleiðis, tí vit spæla í flestu
førum samstundis. Men til EM-
endaspælið í fjørsummar sá eg til
dømis Írland, Svøríki og Týskland,
tí eg visti, at vit skuldu spæla í móti
teimum seinni.
Hvussu væl fylgir tú við
í føroyskum fótbólti?
Eg síggi árliga umleið 50 dystir,
sum
er
lutfalsliga
nógv.
Frá
kappingarársbyrjan í mars-apríl
til oktober, eri eg her uppi millum
átta og tíggju dagar um mánaðin.
Men eg havi eisini ting at passa í
Danmark, Noreg og so framvegis.
Har eru eisini leikarar, sum eg skal
fylgja.
Og tað gert tú, tú
hevur verið í Noreg?
Ja, tað geri eg. Eg havi tó ikki verið
í Noreg. Men eg havi samband
við Noreg, har tveir leikarar eru í
løtuni. Jóan Símun Edmundsson
spælir eykaliðsdystir og Rógvi
Baldvinsson spælir regluliga. Eitt
ella annað stað, so eri eg tryggur
við teir, teir eru partur av hópunum
har. Tað sama ger seg galdandi við
Gunnari Nielsen. Eg havi ikki verið í
Skotlandi, men eisini við honum eri
eg vísur í, at hann er ein partur av
hópinum. Men eg má velja hvørjum
eg hyggi eftir. Í Danmark eru tað so
Christian Lamhauge Holst, Daniel
Udsen, Viljormur Davidsen, René
Shaki
Joensen,
Sonni
Ragnar
meldurin
Merki ongar
atfinningar
Síðani Lars Olsen tók við sum landsliðsvenjari, eru Føroyar farnar 60 pláss eftir hæli. Vit hava ongan dyst
vunnið, og frá at liggja nummar 122 liggja vit nú 182 á styrkislistanum hjá FIFA. Atfinningarnar hava verið
vaksandi og óhepnu útsagnirnar um kasakstansku leikararnar hava fingið fleiri at seta spurnartekin við
landsliðsvenjaran. Sosialurin hevur tosað við Lars Olsen, sum sigur seg ikki merkja nakrar atfinningar
Lagt til rættis: Rólant Waag Dam • Myndir: Álvur Haraldsen
Eg vil ikki
fyrihalda meg
til atfinningar