mikudagur 9. oktober 2013síða 20
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 9. oktober 2013 · Nr. 116
36
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
veit, hvør mótstøðan er. Tað sigi eg
eisini við spælararnar. Men hvat tú,
aðrir journalistar ella fólkið annars
heldur, tað eri eg ikki harri yvir. Eg
kann einans siga, at hetta verður
trupult. Og tað kann eg eisini siga
um dystin fríggjadagin. Tað verður
trupult móti Kasakstan. Tá vit
vóru har, tá spældu teir betri enn
vit. Harvið er ikki sagt, at vit ikki
kunnu vinna, tí vit vóru jú á odda
og fingu eitt brotsspark dømt
ímóti okkum, sum oyðilegði dystin.
Sjálvandi kunnu vit vinna, men tað
verður ikki lætt.
Um vit hyggja eftir FIFA-
styrkislistanum, so
vóru vit nummar 122 í
oktober 2011, tá Brian
Kerr gavst, og nú eru
vit so nummar 182?
Tað veit eg ikki, tað má vera fyri
tína rokning.
Jamen tað er soleiðis. Vit
eru farin 60 pláss eftir hæli.
Nú kemur so ein óheppin
útsøgn frá tínari síðu og
atfinningarnar økjast?
Hvat eru tað fyri atfinningar?
Tað eru fólk, sum finnast
at vantandi úrslitunum og
sum gera samanberingar
við tín undangongumann,
Brian Kerr.
Tað kann eg ikki gera nakað við.
Men har mást tú eisini hyggja
eftir mótstøðuliðunum tá, og so
tað, sum vit hava nú. Har er stórur
munur, soleiðis sum eg síggi tað.
Merkir tú, at tað
eru atfinningar?
Nei
Tú merkir einki trýst?
Tað er altíð trýst á einum venjara,
líka mikið hvar tú ert.
Jú, men tað hevði verið
munandi lættari hjá tær,
um tú hevði vunnið tríggjar
dystir á rað. So hevði
trýstið ikki verið tað sama?
- Nei, tað passar. Men tað visti eg
væl, tá eg fór undir starvi. Eg visti
væl, at vit fóru at tapa fleiri dystir,
enn vit fóru at vinna. Tað mugu
vit viðurkenna. Men fyri mítt
viðkomandi snýr tað seg um, at vit
skulu gera framstig. Tað vil siga, at
vit skulu nærkast teimum sterku
tjóðunum. Og tað haldi eg, at vit
eru komin í teimum dystunum, vit
hava spælt.
Men tá tú sigur soleiðis
og úrslitini siga nakað
annað, er tað so nakar
samanhangur og skilir tú, at
tað eru atfinningar frammi?
Eg vil ikki fyrihalda meg til
atfinningar.
Tað
eru
altíð
atfinningar. Og hyggur tú eftir
sosialu miðlunum, so eru tað altíð
onkur, sum ikki brýggja seg um
ávísar venjarar. So eru tað onnur,
sum halda, at tað er í fínasta ordan,
men hesi geva ikki sína hugsan
til kennar á sama hátt. Eg kann
liva við tí, men tað er eingin, sum
brýggjar seg um atfinningar av tí
slagnum. Men tað er ikki nakað,
sum eg merki í gerandisdegnum
Tá útsagnir tínar um
kasakstanska liðið enda
í donskum miðlum,
Tipsbladet og BT,
hvat hugsar tú so?
Eg hugsi, at tað er nógv rok um
lítið og einki. Eg havi roynt at
greiða frá, hvat eg meinti. At eg
so ikki havi verið nóg greiður og
gjørt eitt mistak, tað viðurkenni
eg og harmist eg um. Tað er tó bara
ein mánaður síðani, at vit møttu
teimum, og tá verði eg bæði argur
og keddur, at tað verður sagt, at eg
ikki eri fyrireikaður. Tað kann eg
als ikki fyrihalda meg til.
Hví?
Tí eg eri so fyrireikaður, sum eg
kann. Eg havi sæð sjey ella átta
dystir hjá Kasakstan. Eg kenni
leikararnar út frá tí, eg havi sæð
av upptøkum. Sjálvandi kenni eg
ikki teir líka væl, sum eg kenni teir
týsku, tí teir eru í øllum fjølmiðlum.
Og eg veit væl, at teir ikki spæla í
russisku deildini, men eg vil fegin
samanbera teir við leikarar í
russisku deildini, og tað var tað,
eg upprunaliga royndi at gera fólk
varug við. At hetta eru sera góðir
menn, sum vit skulu møta og at
hetta ikki ein tryggur heimasigur.
Tú hevur fyri
kortum undirskrivað
nýggjan sáttmála við
Fótbóltssambandið. Merkir
tú, at tú hevur teirra
stuðul og eisini hevur
leikararnar aftanfyri teg?
Ja, tað geri eg. Men eg haldi, at
leikararnir treingja til ein sigur, og
tað hava teir eisini uppiborið. Tað
hava arbeitt so hart, møta glaðir
til venjing og venja væl. Men tað
er greitt, at um vit skulu merkja
framgongdina veruliga, so skal
ein sigur til. Hann er ikki komin
enn, men tað hevur sanniliga eisini
nakað at gera við mótstøðuna vit
hava fingið. Grundleggjandi kunnu
vit siga, at Føroyar eins væl og
Malta, Luksemburg og Liktinstein,
sum teljast millum teirra, ið liggja
niðast, tey kunnu ikki rokna við
at vinna dystir. Heldur ikki tá tey
møta hvør øðrum. Tí hvør fer at
vinna?
Men eg síggi framgongd, tá vit
spæla í Týsklandi á útivølli og tapa
3-0 og so hyggja eftir dystinum á
heimavølli, har vit eisini tapa 3-0.
Har eru vit komin longri, vit hava
meiri spæl, hava bóltin meira og
skapa fleiri kjansir. Tað er ein
framgongd. Her skulu vit eisini
hava í huganum, at annar dysturin
er á útivølli og hin á heimavølli.
Taka vit dystirnar í móti Svøríki, í
báðum førunum kundu vit fingið
eitt stig. Ikki tí, at vit vóru betri,
men um vit høvdu eitt sindur av
hepni við okkum.
Hevur tú undirmett
uppgávuna at vera
føroyskur landsliðsvenjari?
Eg visti, at tað var trupult og
tað hevur eisini víst seg at vera
soleiðis. Serliga tí, at útskiftingin
hevur verið stór. Síðani Kerr eru
ikki nógvir leikarar eftir. Men eg
havi ikki undirmett uppgávuna,
tí eg visti tað bleiv trupult. Eg
haldi hinvegin, at tað hevur verið
spennandi. Og eri bilsin yvir
fótbóltin her uppi, hvussu áhugað
fólk eru og hvussu áhugaðir
leikararnir eisini eru. At síggja
teirra gleði við at venja og spæla
dystir. Vit sóu tað eisini seinast,
tá vit spældu fyri einum fullum
Tórsvølli. Tað staðfestir bara, at
áhugin er stórur.
meldurin