mikudagur 9. oktober 2013síða 31
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
47
Mikudagur 9. oktober 2013 · Nr. 116
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
FÓTBÓLTUR
Hava vunnið á Kasakstan fyrr Føroyska landsliðið hevur tvær
ferðir fyrr spælt móti Kasakstan. Í 2003 spældu Føroyar og Kasakstan
tveir venjingardystir í Føroyum. Føroyar vunnu 2-1 og 3-2. Í fyrra dyst
inum skoraðu Andrew av Fløtum og Julian Johnsson, meðan Jákup
á Borg, John Petersen og Heðin á Lakjuni skoraðu í 3-2 sigrinum.
Heinrich Schmidtgal við Heinrich Schmidtgal er millum størstu
nøvnini hjá Kasakstan. Hann spælir í Fortuna Dusseldorf í næst bestu
deildini í Týsklandi. Hann var ikki við móti Føroyum í Kasakstan, men
hann er nú tøkur aftur. Helst verður hann ein av spælarunum vit skulu
halda eyga við, tá liðini møtast á Tórsvølli fríggjakvøldið klokkan 18.
hjá lars
hevur vunnið sær fast pláss
á liðnum hjá Vejle og spælir
væl á landsliðnum.
Broytingar á
vengrunum
Higartil hava flestu broyt
ingarnar verið á vengrunum,
har Lars Olsen ikki hevur
funnið rina fast samanseting
enn. Fróði Benjaminsen og
Súni Olsen tykjast hava sett
seg tungt á miðvøllin. Teir
spæla við nógvum royndum
og
avrikini
eru
sjáldan
undir miðal. Meðan Fróði
Benjaminsen tykist nærmast
verða
ódeyðiligur,
so
er
spurningurin um motorurin
hjá Súna Olsen heldur til tveir
landsdystir á miðvøllinum.
Her er møguleiki at seta
Heina Vatnsdal inn. Hann
spælir til daglig við Fróða á
miðvøllinum hjá HB, so teir
kenna hvønn annan væl.
Eisini kunnu bæði Daniel
Udsen og Hallur Hansson
spæla mitt á miðjuni, men
hava í seinastuni røkt pláss
á vengrunum.
Hallur Hansson hevur
verið fastur maður á liðnum
síðani Lars Olsen kom til,
men hann misti plássið til
dystin móti Týsklandi.
So eru tað plássin í
høgra og vinstra borið. Pól
Jóhannus Justinussen var
besti maður móti Týsklandi.
Tá er torført at seta mannin
á bonkin. So er bara eitt pláss
eftir til Daniel Udsen, Hall
Hansson og Christian R.
Mouritsen á høgra vongi.
Fleiri møguleikar
í álopinum
Lars Olsen hevur hesa ferð
úttikið fleiri áleyparar. Tað
er nú heldur ikki so løgið, tá
hugt verður eftir forminum
teir eru í. Klæmint Andrasson
Olsen er glóðheitur á »Álops
barometrinum«,
sum
Sosialurin hevur í ítróttarsíð
unum mánadag. Hann hevur
skotið ikki færri enn 12 mál
upp á seks dystir.
Tað er Finnur Justinussen
eisini. Hann hevur av álvara
funnnið málið í seinnu hálvu.
Páll Andrasson Klettskarð
er somuleiðis í toppinum á
føroyska toppskjúttaralista
num. Hann tykist verða tann
mest sannlíki at fáa minuttir
á vøllinum. Lars Olsen hevur
fyrr víst honum álit.
Helst verða tað Christian
Lamhauge Holst og Jóan
Símun Edmundsson, sum
byrja á fremstu plássunum.
Holsturin hevur ein minni
skaða at dragast við, men
hann hevur meldað seg kláran
til dystin fríggjakvøldið. Jóan
Símun er í holt við at finna
sær nýtt felag og fær lítið av
spælitíð. Hann var millum
teir bestu móti Týsklandi og
tí er sannlíkt, at hann spælir
aftur.
Hvat er realistiskt?
Nú er so spurningurin um vit
klára at avrikað, tá trýstið til
eitt vist liggur á okkum. Vit
hava fyrr verið fyri stórum
vónbrotum, tá vit hava ætlað
okkum eitt ella fleiri stig.
Tað er nokk eitt millum ting
millum, at vit ikki duga at
síggja veruligu styrkina hjá
mótstøðuni, og at vit yvir
vurdera okkara egnu.
Tað búgva hóast alt 17
milliónir fólk í Kasakstan og
tað eru nógvir pengar í heim
ligu kappingini. Vit prógvaðu
tó í Kasakstan, at vit kunnu
geva teimum skarpan gang.
Vit hava eisini sæð bæði
á landsliðnum og í evropsku
kappinginum, at mótstøðu
liðið hava tað trupult í fyrra
hálvleiki á graslíkinum í Før
oyum. Tað er eisini galdandi
fyri lið og lond, sum hava
graslíkisvøllir í heimland
inum.
Vit kunnu illa forlanga
meiri enn eina erliga roynd
frá okkara spælarum, men
tað hevði lætt ótrúliga nógv
um at fingið eitt stig. Tað
krevur tó eisini, at føroyska
fjøldin
vísir
landsliðnum
stuðul!
trondur@sosialurin.fo
seriøst. Det vil jeg ikke have
hængende på mig og berører
det min professionelle stolt
hed. Der gør mig både vred
og skuffet, da jeg bruger
mange timer på at forberede
landsholdet bedst muligt til
kommende opgaver.
Jeg har set ca. 70 kampe
her på Færøerne og når
jeg ikke selv kan være på
Færøerne, får jeg ugentligt
informationer
fra
min
assistent træner, Jóannes
Jakobsen.
Jeg har samtidig set og
fulgt de færøeske spillere
i Danmark, Norge og Skot
land. Desuden har jeg været
til de kampe, hvor vores
modstandere har spillet,
da det har været muligt.
Ellers har jeg set kampene
på DVD.
Derfor vil jeg ikke accep
tere, at en enkelt uheldig
og fejlagtig udtalelse, som
jeg beklager dybt og jeg
alene bærer ansvaret for,
skal være årsag til, at jeg
bliver stemplet som ufor
beredt og useriøs i mit ar
bejde som landstræner for
Færøerne, sigur Lars Olsen
í tíðindaskrivi.
rannva@sosialurin.fo
Viljormur
longt
sáttmála
Myndir: Álvur Haraldsen
Fannhard A. Skoradal
Føroyski landsliðsleikarin
Viljormur Davidsen hevur
skrivað undir ein eitt
ára sáttmála við danska
felagið Vejle Boldklub,
sum spæla í næstbestu
donsku deildini.
Viljormur
Davidsen
fekk ein hálvt ára sátt
mála í summar, tá hann
aftaná eina væl eydnaða
royndarvenjing í august
mánaði fór til liðið í
Suðurjyllandi. Sáttmálin
er nú forlongdur til á
summri í 2014.
– Eg eri ótrúliga fegin
um mín nýggja sáttmála.
Tað er gott, at vit hava
fingið hetta upp í lag, tí
mær dámar væl í Vejle
Boldklub. Tann nýggi sátt
málin er ein viðurkenn
ing av, at eg havi gjørt
tað gott, og tað er deiligt,
at felagið trýr uppá meg,
sigur Viljormur Davidsen
við heimasíðina hjá felag
num.
Eisini ítróttarstjórin í
Vejle Boldklub fegnast um
sáttmálan.
– Eg eri fegin um, at vit
longu longu nú eru blivnir
samdir um, at Viljormur
Davidsen í minsta lagi
spælir við Vejle Boldklub
kappingarárið út. Tað er
týdningarmikið fyri okk
um, at vit halda fast við
tann hópin, vit hava, og
tí hópinum er Viljormur
Davidsen ein umráðandi
partur av. Hansara avrik
higartil hava víst, at hann
er ein ógvuliga góður
fótbóltsspælari,
sigur
ítróttarstjórin, Mads Bro
Hansen.
Starvsnæmingur
í Miðlahúsinum
Málverjar:
Gunnar Nielsen, Motherwell
Kristian Joensen, NSÍ
Símun Rógvi Hansen, AB
Verjuleikarar:
Jónas Tór Næs, Valur, Ísland
Rói Danielsen, AB
Erling Jacobsen, Víkingur
Rógvi Baldvinsson, Bryne BK, Noreg
Jóhan Troest Davidsen, HB
Viljormur Davidsen, Vejle Boldklub, DK
Atli Gregersen, Víkingur
Miðvallarar:
Hallur Hansson, AaB Ålborg, Danmark
Fróði Benjaminsen, HB
Daniel Udsen, FC Helsingør, Danmark
Christian Restorff Mouritsen, HB
Heini Vatnsdal, HB
Súni Olsen, B36
Christian Lamhauge Holst, Silkeborg IF, Danmark
Pól Jóhannus Justinussen, NSÍ
Framherjar:
Jóan Símun Edmundsson, Viking Stavanger, Noreg
Páll Klettskarð, KÍ
Finnur Justinussen, Víkingur
Klæmint Olsen, NSÍ