mikudagur 9. oktober 2013síða 43
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
Mikudagur 9. oktober 2013 · Nr. 116
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ein undrunarverd eftirlitsfrágreiðing
hjá Sjúrði Rasmussen
Torkil V. Rasmussen
løgfrøðingur
Í dag týsdag tann 8. oktober
2013 hevur løgmaður fingið
frágreiðing frá Sjúrði Ras
mussen, løgfrøðiligum ráð
geva hjá løgmanni um skála
fjarðarleiðina, sum er at
lesa á heimasíðuni hjá Løg
mansskrivstovuni.
Frágreiðingin
er
givin
sambært § 33, stk. 3 í stýris
skipanarlógini:
”Løgmaður hevur eftirlit
við, at hvør einstakur lands
stýrismaður situr fyri sínum
málsøki á lógligan og full
góðan hátt.”
Hendan
ítøkiliga
frá
greiðingin
handlar
um,
hvørt Kári P. Højgaard, fyrrv.
landsstýrismaður
í
inn
lendismálum, hevur borið seg
ólógliga at í embætisførslu
síni í samband við ætlanina
um at fara undir at gera ein
undirsjóvartunnil
undir
Skálafjørð og Tangafjørð, sí
síðu 1 í frágreiðingini.
Undirritaði er sjálvur út
búgvin cand.jur frá lærda
háskúlanum í Keypmanna
havn.
Undirritaði
hevur
skrivað bachelor- og ser
rtigerð í stjórnarrætti og
hevur eisini royndir undir
lesnaðinum sum undirvís
ari í fakinum á universiteti
num í Keypmannahavn. Við
míni vitan og mínum áhuga
fyri fakinum, kann eg ikki
heilt lata vera við at koma
við nøkrum viðmerkingum
til frágreiðingina hjá Sjúrði
Rasmussen, løgfrøðingi, um
tað sera umstrídda málið um
Eysturoyartunnilin.
Fyrst av øllum er tað und
runarvert, at Sjúrður Ras
mussen, sum embætismaður
- og sum liður í eftirlitsskyldu
løgmansins sambært § 33,
stk. 3 í stýrisskipanarlógini
- leggur út við at siga, at
"Hendan frágreiðingin er
ikki – og gevur seg ikki út
fyri at vera – óheft". Víðari
skrivar Sjúrður Rasmussen,
at ”frágreiðingin ikki er ein
dómur, men ein meiri ella
minni óviss forsøgn um
úrslitið av einum hugsað
um rættarmáli.” Altso, skal
eftirlitsskyldan
hjá
løg
manni sambært stýrisskip
anarlógini vera ein meiri ella
minni óviss politiskt heft
forsøgn um úrslitið av einum
hugsaðum rættarmáli?!? Tað
virkar ikki sum ein serliga
betryggjandi eftirlitsskylda
í míni verð.
Sjúrður
Rasmussen
greiðir frá, at ”metodan, ella
arbeiðsháttarlagið, undir frá
greiðingini er at samanbera
faktum, soleiðis sum tað er
upplýst við rættarkeldum,
t.e. lógum, kunngerðir út
skrivaðar við heimild í lóg,
dómsvenju, løgfrøðiligar bók
mentir og náttúru málsins…”,
sí síðu 2.
Tað er sostatt ikki van
ligt, at ein juridiskur rit
høvundurin ikki sipar til
nakra dómsvenju ella løg
frøðilga
bókmentu,
sum
undirbyggir sína frágreið
ing.
Rithøvundurin
sipar
einans til Løgtingslóg um
at fara undir at gera undir
sjóvartunnil undir Skálafjørð
og Tangafjørð (hereftir nevnt,
”tunnilslógin”).
Um sjálvt innihaldið í frá
greiðingini viðgerð Sjúrður
Rasmussen slettis ikki spur
ningin,
hvørt
materiella
heimildin at veita einkarætt
var í lagi. Sjúrður Rasmussen
skrivar, at tað var heimild til
at avtala ”break fee”, tí tann
heimildin liggur sambært rit
høvundinum í teimum játt
aðu 6 milliónunum á fíggj
arlógini fyri 2013, sí síðu 3 í
frágreiðingini.
Rithøvundurin
hoppar
sostatt uppum tann nokk
mest áhugaverda og sent
rala spurningin í hesum
málinum: Var tað yvirhøvur
heimild í tunnilslógini at
”veita einkarætt” til eitt priv
at felag?
Hvar er heimildin?
Lesa vit orðaljóðið í § 2, stk. 3
i tunnilslógini, so stendur:
”Um landsstýrismaðurin
ikki nýtir heimildina at geva
P/F
Skálafjarðartunlinum
einkarættin í seinasta lagi
1. august 2011, fellur heim
ildin burtur, uttan so at
landsstýrismaðurin í staðin
ger av at bjóða út einka
rættin í fríari kapping, við
tí endamáli at geva øðrum
einkarættin. Um so er, verður
landsstýrismanninum heim
ilað at gera ein sáttmála um
einkarætt við tann, sum út
frá einari samlaðari meting
má metast at hava givið
besta tilboðið.”
Sum flestum kunnugt
bleiv freistin við løgtingslóg
nr. 35 frá 6. mei 2011 longd frá
1. november 2010 til 1. august
2011. Tískil skal 1. november
í viðmerkingunum til upp
runalógina lesast sum 1. aug
ust 2011:
Á síðu 15 í nevndu við
merkingum stendur:
”Tað verður gingið út frá,
at kappingarútsetingin í tíð
verður samanhangandi við 1.
november 2010. Tað snýr seg
sostatt ikki um eina stand
andi heimild til landsstýrið,
sum kann verða brúkt uttan
tíðaravmarking.”
Kravið er sostatt, at talan
skal vera um samanhang í
tíð við 1. aug. 2010, sum við
omanfyri nevndu løgtingslóg
bleiv útsett til 1. aug. 2011.
Um vit fara aftur í tíðina
til tann 2. august 2011 var
táverandi landsstýrismaður
í
innlendismálum,
John
Johannesen, úti í miðlunum
og boðaði frá, at hann ætlaði
sær ikki at brúka heimild
ina at bjóða verkætlanina
út í fríari kapping. Kárið P.
Højgaard harmaðist mikið
um ta avgerðina, sí Dag og
Viku frá 2. august 2011.
Løgtingval
var
ikki
fyrr enn 29. oktober 2011,
og samgongan bleiv fyrst
stovnað tann 14. november
2011,
sí
samgonguskjalið.
Tískil er kravið um saman
hang í tíð við 1. august 2011
eftir mínum tykki við støði í
lógarviðmerkingunum langt
frá uppfylt.
”Break Fee”
Fyri at koma inn á break fea
ella ”bótina” fyri ikki at gera
semju innan tann 31. august
2013 hava løgmaður og nakrir
dulnevndir løgfrøðingar (og
nú eisini Sjúrður Rasmussen)
verið frammi og sagt, at
játtanin á 6 milliónir á fíggj
arlóg fyri 2013 er bæði heim
ild til ”break fee” og til at
”veita einarætt” til eitt privat
felag.
Lesa vit viðmerkingarnar
til fíggjarlógina á síðu 373,
so stendur undir heitinum
Eysturoyartunnilin – fyri
reiking til útbjóðing (mín
markering):
”Innlendismálaráðið
er
farið undir at fyrireika út
bjóðing av verkætlanini at
gera
Eysturoyartunnilin.
Tað eru játtaðar 6,0 mió.
krónur til endamálið í 2013.
Tann, ið fær einkarætt at
gera tunnilin, verður at end
urrinda landinum hesar út
reiðslur.”
At seta pening av til
”fyrireiking til útbjóðing” á
fíggjarlóg er langt frá heimild
til at ”veita einkarætt” sam
bært aðrari lóg, sí eisini orð
ingina: ”Tann, ið fær einka
rætt at gera tunnilin, verður
at
endurrinda
landinum
hesar útreiðslur.” Hesin akt
ørurin er ikki funnin og kann
bert finnast eftir fríari kapp
ing sambært gyldigari lógar
heimild.
Lurtaðu vit eftir kjakinum
í sjónvarpinum týskvøldið
tann 1. okt. 2013, upplýsti
Kári P Højgaard, at játtaði
peningurin var settur av til
at gera ymsar forkanningar
í samband við verkætlanina.
Løgtingið kann sjálvandi játta
pening til slíkar forkanninar,
um landið einaferð í tíðini
ætlar at bjóða verkætlanina
út. Men tað er ikki heimild til
at ”veita einkarætt”.
Harafturat er játtanin á
6. mió til forkanningar klárt
treytað av, at tann, ið fær
einkarættin, skal endurrinda
landinum hesa upphædd. Av
tí at játtanin er treytað av,
at hon skal endurrindast, er
tað í náttúru málsins (sagens
natur) ikki heimild til at gera
semju um ”break fee”, ið
IKKI verður endurrindað.
Harafturat kendi løgtingið
eiheldur til nakran loyniligan
klausul um break fee, so har
er eiheldur demokratiskur
vilji aftanfyri játtanina á 6
milliónir til ”break fee”.
Stýrisskipanarlógin
ásetur greitt í
§ 43, stk. 2:
”Eingin útreiðsla má verða
goldin, uttan at heimild er
fyri henni í teirri fíggjarlóg,
ella aðrari játtanarlóg, ið
er í gildi, tá ið ávíst verður.
Tó kann í tíðarskeiðinum
fram til 1. apríl, eftir at
fíggjarárið er endað, verða
ávístur peningur av farnu
fíggjarlógini fyri útreiðslur,
ið havdar eru í farna fíggj
arári.”
Um "break fee" verður
goldið uttan heimild í fíggj
arlóg ella aðrari játtanarlóg,
kann landsstýrismaður ella
løgmaður revsast sambært
grein 5, stk. 1 í lóg um ábyrgd
landsstýrisins, ið ásetur:
"Løgmaður
ella
lands
stýrismaður verður revsað
ur, um hann tilætlað ella av
grovum ósketni skúgvar til
viks tær skyldur, sum liggja á
honum sambært løgtingslóg
um
stýrisskipan
Føroya
ella lóggávuni annars ella
starvsinnihaldi hansara."
Harafturat kann landið
reisa endurgjaldskrav móti
løgmanni ella landsstýris
manni sambært § 10 í log um
ábyrgd landsstýrisins:
”Viðvíkjandi endurgjalds
ábyrgd í sambandi við gerðir
løgmans ella landsstýris
manna eru galdandi tær
vanligu reglurnar um endur
gjald fyri skaða, sum persón
ur í landsins tænastu hevur
gjørt.”
Teir tagdu
upplýsingarnir:
Viðvíkjandi upplýsingunum,
sum løgtingið aldrin fekk m.a.
11 síður av ramandi kritikki
av málinum frá umsitingini
í innlendismálaráðnum, og
útrokningar frá Landsverk,
vil rithøvundurin sum løg
frøðingur ikki avgera, í hvønn
mun hesar eru av stórum
týdningi fyri løgtingið ella ei.
Tað er rætt, at tað sum so er
torført hjá einum løgfrøðingi
við vanligum løgfrøðiligum
háttalagi at siga, hvat er av
stórum týdningi fyri tingsins
meting. Tó roknar Sjúrður
Rasmussen við, at manglandi
upplýsingurin skal vera av
slíkum slagi, at hann veruliga
ger mun hjá tí einstaka
tingmanninum, tá ið hann
skal taka støðu til, um hann
atkvøður fyri ella ímóti, sí
síðu 5 og 6 í frágreiðingini.
Og hví skuldi hann ikki
verið tað? Talan er í málinum
um størsta og nokk eisini
dýrastu byggiverkætlan í
Føroya søgu. Longu tískil
hevur fólkið og tess umboð á
tingi allahelst stóran áhuga
í at kenna útrokningarnar
hjá landsins fremsta ráð
gevarastovni á økinum. Har
afturat hevur fólkið eisini
ein demokratiskan áhuga í,
at tess fólkavaldu umboð í
einum demokratiskum rætt
arsamfelag kunnu lóggeva
út frá einum upplýstum
grundarlagi í samsvar við
tingskipanina.
Tingsins
demokratiska viðgerð burdi
ikki verið avmarkað ella
dikterað - av einum privat
um vinnufelag. Slíkt hoyrir
ongastaðnis heima í einum
demokratiskum rættarsam
felag.
Tá ið neyvan nøkur mat
eriel heimild var fyri at
”veita einkarætt”, tí kravið
um samanhang í tíð ikki var
uppfylt, burdi løgmaður so
statt fyri langari tíð síðani
ført
eitt
munandi
betri
eftirlit við, at táverandi lands
stýrismaðurin í innlendis
málum fyrisat sítt málsøkið
á fullgóðan og lógligan hátt,
sí § 33, stk. 3 í stýrisskip
anarlógini. Sama er galdandi
viðvíkjandi loyniliga klaus
ulinum um ”break fee”, hvørt
útgjald neyvan hevur nakra
greiða fíggjarliga heimild og
teimum væntandi upplýsing
unum fyri tingsins viðgerð
av málinum. Frágreiðingin
hjá Sjúrði Rasmussen burdi
tískil komið fyri langari tíð
síðani og við nøkrum øðrvísi
niðurstøðum.