mikudagur 9. oktober 2013síða 45
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
Mikudagur 9. oktober 2013 · Nr. 116
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Skúlarnir og Birkilund gloymd í fíggjarætlanini
Bogi Andreasen
býráðslimur
Fólkaflokkurin
Einki sæst aftur til nakra
nýskipan á skúlaøkinum í
høvuðsstaðnum í uppskot
inum til fíggjarætlan. Tað er
skilaleyst, tá vit hugsa um,
at hundraðtals foreldur og
næmingar sita í bíðistøðu –
eisini Birkilund bíðar.
Samstundis sum tað ljóð
ar úr Tórshavnar býráð, at
ein heildarloysn skal finnast
fyri skúlaøkið tey næstu
30 árini, so sæst einki aftur
til hetta í uppskotinum til
fíggjarætlan fyri 2014, sum
er løgd fyri býráðið.
Næmingar, foreldur og
lærarar
í
Kommunuskúl
anum hanga í leysum lofti,
tí tey vita ikki, hvat komm
unan ætlar við skúlanum.
Kommunuskúlin heldur til í
gamla Argja skúla, í Konga
gøtu og í barakkum við
Sjónleikarhúsið. Á Venjing
arskúlanum eru eisini stórir
trupulleikar, tí har er neyðugt
við umvælingum fyri nógvar
milliónir. Sankta Frants skúli
treingir eisini til ábøtur fyri
milliónaupphæddir.
Seks milliónir eru settar
av í ár til fyrireikandi arbeiði
til skúlar, men tær standa
órørdar, tí at kalla einki er
hent á økinum. Samstundis
ljóðar av ovastu rók í Tórs
havnar kommunu, at ein
ætlan skal gerast fyri skúl
arnar tey næstu 30 árini.
Kjarnin í hesum skal verða
ein nýggjur Vesturskúli, sum
Venjingarskúlin og Komm
unuskúlin skulu savnast í.
Á pappírinum kostar hesin
í dag 180 milliónir krónur, og
t.v.s at Vesturskúlin kostar
minst 200 millónir krónur,
tá ið hann møguliga einaferð
verður veruleiki.
Útmeldingin hevur verið,
at einki lán skal takast til
slíka verkætlan, og ímeðan
sita øll og bíða eftir, hvat
býráðið ætlar. Hetta er ikki
nóg gott, og hetta er hvørki
í tráð trivnaðarkósina ella
miðbýarætlanina í høvuðs
staðnum.
Vantandi politisk
støðutakan
Kommunuskúlin,
Venjing
arskúlin og Sankta Frants
hvørva ikki fyri tað, at bý
ráðspolitikarar
ganga
og
hugsa um ein nýggjan skúla.
Hesir
bygningar
hvørva
heldur ikki, tá ein møguligur
nýggjur skúli er bygdur. T.v.s.
at undir øllum umstøðum
skulu hesir bygningar um
vælast. Umvælingarnar av
hesum trimum skúlum kosta
leysliga mett aðrar 200 milli
ónir krónur, sama hvat teir
verða brúktir til. Skulu vit
halda fast um politisku tanka
eksperimentini, so kostar
ein
stór
skúlaumskipan
einar 400 milliónir krónur
tilsamans. 200 milliónir til
nýggjan skúla, og aðrar 200
til gomlu skúlabygningarnar,
sum kommunan framvegis
hevur ábyrgdina av.
Gomlu
bygningarnir
kunnu seljast sigur onkur,
men tað er óvist, um nakar
tímir at keypa hesar gomlu
skúlar og t.d. gera teir til
ibúðir, skrivstovur ella onnur
uppskot, sum hava verið
frammi. Óvissan í hesum máli
og vantandi politiski viljin
at taka støðu til skúlaøkið er
tíverri átaluverdur.
Eitt hugskot hevur verið,
at Mentamálaráðið keypir
Venjingarskúlan
til
Fróð
skaparsetrið.
Tórshavnar
kommuna sendi fríggjadagin
Mentamálaráðnum eitt upp
skot til sølutilgongd, sum
eisini ber í sær, at kommunan
lutvíst umvælir skúlan, áðr
enn landið yvirtekur. Komm
unan átti langt síðani at havt
tikið hetta samskifti við
Mentamálaráðið upp. Men
vit mugu bara bíða, brynja
okkum við toli og síggja,
hvussu leikur fer.
Tey
neiligu
siga,
at
gomlu skúlarnir verða ikki
nóg góðir, hóast teir verða
umvældir, men tey jaligu
síggja møguleikar í verandi
skúlum, bara teir verða nú
tímansgjørdir.
Vit hava tveir møguleikar.
Ein er at umvæla teir tríggj
ar gomlu skúlarnar, so næm
ingarnir aftur fáa virðiligar
umstøður. Tað kann kanska
gerast fyri tilsamans 200-250
milliónir krónur yvir nøkur
ár.
Tað hóskar væl inn í
trivnað og lív í miðbýnum,
at Kommunuskúlin veður
varðveittur
har,
eins
og
Sankta Frants eisini liggur
har. Í miðbýnum kunnu vit
so fokusera upp á ferðslu
trygd og trivnað ístaðin. Venj
ingarskúlin liggur væl fyri
hjá børnum í Vesturbýnum,
og
hann
skal
sjálvandi
umvælast, so hann eisini
verður ein nútímans skúli,
har næmingar og lærarar
trívast.
Hin møguleikin er at
byggja ein nýggjan væl út
gjørdan Vesturskúla við øll
um hentleikum, har møgu
leiki verður at byggja út,
um tørvur verður á tí seinni.
Skal ein Vesturskúli koma
upp á tal, so má býráðið í
stundini finna eina skilagóða
búskaparliga loysn, so verk
ætlanin kann fara í gongd.
Vit politikarar eiga nú at
vísa ábyrgd og taka støðu,
so næmingar, foreldur og
lærarar í miðbýarskúlunum
greitt fáa at vita, hvat býráðið
ætlar, og hvat tey kunnu
vænta sær.
Birkilund bíðar eisini
Um fólk skulu tíma at búgva
í mibýnum, so mugu eisini
skúlar
og
ansingartilboð
verða har. Tað leiðir meg
til ein annan trupulleika,
sum býráðið eisini eigur.
Talan er um vøggustovuna
og barnagarðin, Birkilund,
ið er fongd við soppi, og
sum í løtuni húsast í gomlu
Vípuni og einum parti av
Adventistaskúlanum.
Her
hava ovastu umboð fyri
kommununa lovað foreld
rum og starvsfólkum eina
skjóta avgerð, men tey sita
enn og bíða á øðrum ári.
Eftir summarfrítíðina í 2012
fingu foreldrini i Birkilund á
fundi við umboð fyri býráðið
og umsitingina at vita, hvør
fyribilsloysnin í Vípuni og
Adventistaskúlanum
var.
Samstundis fingu tey lyfti
um, at tað skuldi arbeiðast
skjótt víðari fram ímóti eini
endaligari loysn.
Tíðliga í ár vóru ovastu
umboð fyri býráðið og um
sitingina aftur á fundi við
foreldrini og starvsfólkini í
Birkilund. Tá fingu tey at vita,
at um ein mánað fór at verða
greitt, um Birkilund skuldi
umvælast ella byggjast av
nýggjum. Tað eru nú sjey
mánaðir síðani, og foreldur
og starvsfólk hava einki
frætt aftur frá kommununi
– tey sita enn og bíða. Heldur
einki er sett av til Birkilund í
fíggjarætlanini fyri 2014.
Økini,
eg
havi
nevnt
her, eru so vital og týðandi
fyri trivnaðin og miðbýar
ætlanina, at pjakið má haldið
uppat, so vit fáa greitt hesum
nógvu borgarunum frá, hvat
Tórshavnar býráð ætlar at
gera við nevndu trupulleikar.
Tað ber ikki til at halda fólki
í óvissu so leingi, samstundis
sum man breggjar sær av
at vilja nakað veruligt við
trivnaði og fólkatilflyting.
Vit mugu í arbeiðsklæðini
og taka nakrar støður, sum
halda fram í tiðina.
Vinalig heilsan
Skálafjarðartunnilin -
viðmerking til Landsverk
Alfred Olsen
Løgtingsmaður fyri
Sambandsflokkin
Í tíðindaskrivi til skrivingina,
sum hevur verið um tilmælið
hjá Landsverk viðvíkjandi
Eysturoyartunnilin,
vísur
Landsverk á, hvussu neyðugt
tað er, at tann politiski
myndugleikin,
sum
skal
taka avgerðina, fær allar tær
neyðugu upplýsingar - og
hesum eri eg samdur í.
Kunningin sum førdi til
samtyktu linjuføringina.
Í 2006 kom Landsverk
við einari ætlan um Eystur
oyartunnilin líkur Vága- og
Norðoyartunlunum (liggur á
heimasíðuni hjá Landsverk),
sum hevur tvinnar linjufør
ingar.
1. Linjuføringin er frá
Kallanesi, ið kemur upp
við Toftavatn, síðani í eina
rundkoyring og herfrá aftur
í ein tunnil, vestan fyri Løkin
og yvir til Strendur. Henda
linjuføringin inniheldur 2
tunlar, har tann eini er frá
Kallanesi til Toftavatn og hin
frá Toftavatni til Strendur.
2. Linjuføringin er frá
Kallanesi og inn á Strond
um, við einum landsvegi
harfrá til eina stabbabrúgv
tvørtur um Skálafjørðin yvir
á Høganes.
Men tann politiski mynd
ugleikin
fekk
eisini
eitt
projekt um tunnilin við eini
linjuføring, frá P/F Skála
fjarðartunnilin,
sum
vit
síggja javnan í fjølmiðlunum,
í er gjørd av okkara fremstu
serfrøðingum innan øll økini
í einum slíkum projekti
(Dávur
Reinert
Hansen,
verkfr. Niklas Foldbo, verkfr.,
Martin V. Heinesen, jarðfr.
Tummas Eliassen stjóri, Ingi
Højgaard, adv. og Símun
Johannesen, skipsførari og
borgarstjóri), sum var ein
undirsjóvartunnil, ið hevði
eina linjuføring frá økinum
inn móti Sundi, og harfrá
í eina rundkoyring undir
Skálafjørðinum, við eini upp
koyring til Strendur og einari
við Toftavatn.
Munurin millum henda
tunnilin og teir hjá Lands
verk var, at hesin hevði
eina slættari uppkoyring
móti Streymoyarlandinum,
(orkusparandi) hann hev
ði 3 koyribanar, (2 banar
har mótbrekka er, og 1 har
undanbrekka er, so ferðslan
verður effektivari) og hevði
eina
rundkoyring
undir
Skálafjørðinum,
so
tann
sum ferðast úr Havnini, kann
koyra beinleiðis til eystara-
ella vestara arm á Skála
fjørðinum.
Tá tann politiski mynd
ugleikin skuldi taka støðu
til verkætlanina Skálafjarð
artunnilin, samtykti Føroya
Løgting, at linjuføringin av
Skálafjarðartunlinum, skuldi
verða miðlinjan við rund
koyring og gav P/F Skála
fjarðartunnilin loyvi til at
fremja hesa verkætlan.
Arbeiðssetningur
Tá nú tann politiski mynd
ugleikin hevur tikið hesa
avgerðina, grunda á ser
frøðiliga
fakligheit,
bæði
tá talan er um nýtsluna,
ferðsluna, orkunýtsluna og
umhvørvið v.m., so undrar
tað neyvan nakran uttan
Landsverk, at vit mótmæla,
tá Landsverk nú mælir til
at gera stabbabrúnna tvørt
ur um Skálafjørðin, ið er ein
skandala. Serliga, tá tann
politiski myndugleikin setti
bólkin á eina bundna upp
gávu, sum var at lýsa, hvat
var mest gagnligt fyri tað
føroyska samfelagið:
1. at lata privatar gera
tunnilin
2. at lata tað almenna
saman við privatum gera
tunnilin
3. ella um tað almenna
sjálvt skuldi gera tunnulin.
Eg ivist ikki í, at tann pol
itiski myndugleikin kemur
at finna tað mest gagnligu
loysnina, um hvør skal fremja
verkætlanina og fara undir at
gera Eysturoyartunnilin eftir
tí samtyktu linjuføringini so
skjótt sum gjørligt.