hósdagur 10. oktober 2013síða 2
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 11. oktober 2013 · Nr. 117
2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Oddagrein
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur
Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tíðindaleiðari
Jón Brian Hvidtfeldt
jonbrian@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Jógvan sundstein
Tíðargreini síða 15
Vónir
um fram
haldandi
úrslit
Tóra við keldu
Eygamálið síða 14
Kul ella
kiksað?
Løgmaður vónar, at undirtøkan í
løgtinginum verður líka stór, sum
spurnarumfarið í Sosialinum miku
dagin vísti, tá hann í næstum fer at
leggja fyri tingið uppskot um, hvørj
ar samsýningar politikarar skulu
hava.
Tað segði hann í tinginum miku
dagin, tá fleiri fyrispurningar vóru
um lønarviðurskiftini hjá tingmonn
um, eftir at Sosialurin hevur sett
spurnartekin við, um tað er rætt at
summi tingfólk fáa dupultar lønir –
løn fyri at sita á ting og fyri at sita í
landsstýrinum í senn.
Løgmaður vísir á, at uppskotið hjá
honum byggir á eitt tilmæli, sum ein
óheft nevnd hevur gjørt,
Men løgmaður vísti á, at hann vil
hava politiska undirtøku fyri mál
inum, áðrenn hann fer at leggja tað
fram.
Spurnarumfarið hjá Sosialinum
vísir, at eitt so at siga samt løgting
heldur tað vera burturvið, at lands
stýrisfólk, sum taka sæti aftur á
tingi fáa ting- og landsstýrisløn í eitt
hálvt ár. Men spurningurin er bara,
hví hendan skipan ikki er broytt fyri
langari tíð síðani.
Tað er meira enn 20 ár síðani, at
Sosialurin skrivaði um stóru skatta
fríu ískoytini, sum politikarar fáa – og
sum slett ikki standa mát við veruligu
útreiðslurnar, og sum eru so nógvar
ferðir størri, enn tað sum onnur fáa í
ferðastuðuli. Kortini hendir einki.
Løgmaður vísir til álitið, hann
fekk nýggjársaftan í fjør. Bert tíðin
fer at vísa, hvat løgmaður fer at gera
við ta uppskotið, tí fleiri onnur slík
tilmæli liggja í skuffuni hjá løgmanni
í tinganesi. Kaj Leo fekk eitt í 2009 og
eitt triðja varð gjørt í 2005. Tað ligg
ur í skuffuni, tí bæði Jóannes Eides
gaard og Kaj Leo Holm Johannsen
kunnu bara siga, at teir mugu tryggja
sær meiriluta, áðrenn teir leggja
tað fyri tingið. Har liggur eisini eitt
eldri tilmæli – so løgmaður, hevur í
minsta lagi trý tilmæli liggjandi, har
víst verður á, hvussu politikarar eiga
at verða løntir.
»Trupulleikin« sum Sosialurin
vísti á, kom fram í ljósmála, nú
Kári P. Højgaard fór aftur í tingi.
Hann hevur sjálvur tvær ferðir sum
tingmaður, einaferð saman við Kaj
Leo Johannesen, sum tá var ting
maður, lagt júst hetta uppskot fyri
tingið um at broyta lógina soleiðis,
at tað ikki ber til at koma í ta støðu,
sum hann er endaður í nú við tveim
um lønum. Vit vita eisini, at Kaj Leo
Holm Johannesen saman við í minsta
lagi seks ørðum fólkum kemur í ta
støðu, at tey kunnu fáa eina fjóðrings
millión í eyka løn – sum hann sjálvur
heldur vera órímuligt.
Men hetta kann løgmaður nú
broyta – og harvið spara okkara
felags kassa hálvaaðru millión.
so er at fáa orð til gerðir
Eitt av elstu kórunum í Føroy
um, Kristiliga Sangkórið, fyllir
í ár 60 ár. Í hesum sambandi
hevur kórið verið uttanlands
ferð í Onglandi, og leygardagin
12. oktober verður føðingardag
urin hátíðarhildin í Østrøm við
framsýning og konsert.
Kristiliga Sangkórið, sum
er eitt fýraraddað blandað
kór, varð sett á stovn í 1953, og
heldur sostatt sín 60 ára føð
ingardag í ár. Hetta hevur mill
um annað verið hátíðarhildið
við eini songferð uttanlands,
eins og føðingardagurin nú
verður hildin í Føroyum.
Í fyrstu atløgu gekk leiðin
til Onglands, har kórið 9. juni
sang við føroyska guðstæn
astu í donsku kirkuni, sum
liggur í St. Katharine’s Preci
nct í London. Hendan Guðs
tænastan kom í lag í samstarvi
við Føroyingafelagið í London.
Ein av mannligu limunum
í Kristiliga Sangkórinum, Heri
Joensen, sóknarprestur í Havn,
helt prædikuna hendan dag
in. Harumframt hevði Hanus
Joensen, ið stjórnar Kristiliga
Sangkórinum, urgufylgispæl
ið undir guðstænastuni. Dag
in eftir gekk leiðin til kenda
víkingabýin York í Norður-
Onglandi,
har
kórið
tveir
dagar seinni sang Sct. Helen’s
Church. Eins og í London var
framførslan í York í føroyskum
búna.
Nú er túrurin so komin
til at hátíðarhalda føðingar
dagin her heima. Leygardagin
12. oktober verður jubileum
stiltak í Østrøm, har dagurin
byrjar klokkan 15 við framsýn
ing, og síðani verður konsert
klokkan 17.
Kristiliga Sangkórið seksti
Um vikuskiftið verður hátíð
arhald í Frelsunarherinum í
Havn. Høvið er, at nýggju hø
lini verða tikin í nýtslu.
Bygningurin hjá Frelsunar
herinum í Tórsgøtu er nú liðugt
umvældur. Stóra umbyggingin
hevur tikið eitt ár, og nú verða
hølini tikin í nýtslu.
Fríggjadag klokkan 18 verð
ur vígsla, leygardag klokkan
18 verður møti. Sunnudag
klokkan 11 verður halgun
armøti og sunnudagsskúli og
klokkan 17 verður møti
Í samband við vígsluna
fær Frelsunarherurin vitjan
av nýggju kommandørunum
Dick og Vibeke Krommen
hoek, saman við feltsjefinum,
Anne Lise Undersrud. Eisini
verður høvið at hitta nýggju
divisiónsleiðarar, major Gunnar
og Ida Karin Eide.
Umboð fyri FEAS verða
eisini til staðar til vígsluna.
FEAS ella Frelsesarmeen Ejen
domme A/S er felagið, ið eigur
bygningin, og sum hevur staðið
fyri umbyggingini.
Taka nýggju hølini í nýtslu
Føroyingar eru gávumildir!
Tað ásannar Reyði Kross
ur í Føroyum, nú tey hava
gingið hús úr húsi og savna
pening til hjálpararbeiði.
– Enn einaferð kann
Reyði Krossur Føroya stað
festa, at føroyingar stuðla
hjálpararbeiðinum, tí inn
komu 817.000 krónur, sigur
Hjalti í Jákupsstovu, for
maður í Reyða Krossi.
– Hetta er besta úrslit
nakrantíð. Vit eru ógvuliga
takksom fyri stóra stuðulin
og álitið frá føroyingum,
sigur hann.
Innsavnaði peningurin
verður brúktur til hjálpar
arbeiðið hjá Reyða Krossi
bæði úti í heimi og í Føroy
um, leggur hann afturat.
Í sambandi við innsavn
ingina hava yvir 400 sjálv
boðin gingið hús úr húsi við
bússu.
Reyði Krossur í Føroy
um fer nú at senda umleið
helvtina av innsavnaða pen
inginum frá landsinnsavn
ingini til neyðhjálpararbeiði
í Sýrialandi, har fleiri mill
ónir flóttarfólk, meira enn
helvtin eru børn, flýggja
undan krígnum og ræðu
leikum.
Hin helvtin er til bráð
feingis hjálp, so at Reyði
Krossur, beinanvegin ein
vanlukka rakar, kann veita
hjálp, og til sosiala virksemi
hjá Reyða Krossi í Føroy
um.
Gávumildir føroy
ingar góvu 800.000
Í skuffuni hevur løgmaður
minst trý álit um lønirnar