hósdagur 10. oktober 2013síða 6
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 11. oktober 2013 · Nr. 117
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur fótbóltur
Kasakstan Spurdur, um Kerr skilir, at fólk eru vónbrotin,
tá Føroyar ikki megna at vinna á Kasakstan á útivølli,
svarar hann sjálvur við einum spurningi: – Hvussu langt
síðani er tað, at Føroyar vunnu á útivølli? Ella hvussu
langt síðani er, at Føroyar fingu stig á útivølli yvirhøvur?
Fríggjadagin 11. august, kl. 18.00
Undankappingardystur, Tórsvøllur
Føroyar vs
Kasakstan
Síðani Brian Kerr, fyrrverandi før
oyskur landsliðsvenjari, gavst, eru
Føroyar farnar 60 pláss eftir hæli
á styrkislistanum hjá FIFA. Kerr
undrast á, at ógvuliga lítil útskifting
hevur verið á landsliðnum, síðani
hann gavst fyri tveimum árum síðani
Lítil útskifting
Rólant Waag Dam
»Eg visti, at tað var trupult
og tað hevur eisini víst seg
at vera soleiðis. Serliga tí, at
útskiftingin hevur verið stór.
Síðani Kerr eru ikki nógvir
leikarar eftir«. Soleiðis segði
Lars Olsen, føroyskur lands
liðsvenjari í fótbólti, við
Sosialin mikudagin.
Brian Kerr, sum var venj
ari hjá føroyska frá april
2009 til oktober 2011, er ikki
samdur við hesari útsøgn.
Hann undrast nevniliga á, at
útskiftingin ikki hevur verið
størri enn tað sama, síðani
samstarvið millum Fótbólts
samband Føroya og hann
ikki varð longt.
– Tað er í stóran mun somu
menninir, sum gera seg gald
andi. Teir, sum vóru best tá,
eru framvegis teir, sum eru
best. Tað eru framvegis teir
somu, sum bera liðið og fáir
nýggir spælarar eru komnir
framat, sigur Brian Kerr.
Viljormur og Hallur
Gunnar Nielsen fekk ein
álvarsaman skaða í februar
2011. Tískil vóru tað René
Tórgarð og Jákup Mikkelsen,
sum vardu føroyska málið
í august og september, tá
tríggir teir seinastu dystirnir
undir Kerr vórðu spældir.
Annars var plássið ætlað
Gunnari.
Hyggja vit eftir restini av
liðnum, so er einasta broyt
ingin í verjuni, at Viljormur
Davidsen er komin á liðið
undir Lars Olsen. Á mið
vøllinum eru tað nú eins
og undir Kerr menn sum
Fróði
Benjaminsen,
Súni
Olsen, Daniel Udsen, Símun
Samuelsen og Pól Jóhannus
Justinussen manna plássini
har. Hjalgrím Elttør var fastur
fúsur undir Kerr, men hann
hevur ikki fingið sama álit
undir Olsen. Í staðin hevur
Pól Jóhannus Justinussen
spælt nógv. Hann spældi
onkrar dystir undir Kerr,
men hevur av álvara fingið
fótin fyri seg undir Olsen.
Fremstu
plásini
eiga
enn sum áður Christian
Lamhauge Holst og Jóan
Símun
Edmundsson.
So
heldur ikki har er nøkur út
skifting.
Sostatt
er
Viljormur
Davidsen einasti nýggi mað
urin millum teir, sum plaga
at byrja inni. Tá tað er sagt,
so hevur Hallur Hansson eis
ini spælt fleiri dystir undir
Olsen. Tað stutta av tí langa
er tó, at útskiftingin ikki
hevur verið serliga stór. Ikki
tí, tað er eingin, sum sigur at
útskiftingin skal vera stór.
Eingin uttan Lars Olsen í
Sosialinum mikudagin.
rolant@sosialurin.fo
200
150
100
125
175
MAI 11
APR 11
MAR 11
FEB 11
JAN 11
DES 10
NOV 10
OKT 10
SEP 10
AUG 10
JUL 10
JUN 10
MAI 10
APR 10
MAR 10
FEB 10
JAN 10
DES 09
NOV 09
OKT 09
SEP 09
AUG 09
JUL 09
JUN 09
MAI 09
APR 09
FIFA-styrkislistin hjá Føroyum tíðarskeiðið apríl 2009 til september 2013
06/04/09
Brian Kerr kunngjørdur sum
føroyskur landsliðsvenjari
09/09/09
Føroyar - Litava 2-1
07/06/11
Føroyar - Estland 2-0