hósdagur 10. oktober 2013síða 26
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 11. oktober 2013 · Nr. 117
26
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tað skal vera bíligari at liva í Føroyum
Rigmor Dam
tingkvinna fyri
Javnaðarflokkin
Regnið fáa vit onki gjørt við,
men kostnaðarstøðið kunnu
vit velja at gera nakað við.
Lutur løntakarans er í
stóran mun at selja sína livi
tíð fyri pengar at liva fyri.
Pengar at keypa fyri.
Hvørja fer vit rinda meira
enn neyðugt fyri eina vøru
ella tænastu, oysla vit við
teimum avmarknaðu livi
tímunum, sum vit fingu til
lutaðar í lívsgávu.
Hendan lívsspilla átti ikki
at verið neyðug, tí vit kunnu
velja, um vit framhaldandi
ynskja at vera dýrasta landið
í Europa ella ikki. Tað krevur
eina prinsipiella avgerð og
síðan eina miðvísa politiska
ætlan fyri økið.
Fyrsta stigið er longu
tikið. Tað tók Heri á Rógvi í
kanningini, har hann stað
festi, at Føroyar er dýrasta
landið í Europa. 14 prosent
dýrari og 22 prosent lægri
lønarlag enn fremsti føroy
ingamagneturin Danmark.
Næsta stigið eigur polit
iska skipanin, sum kann
leggja fyri við at kanna, hvør
lútur skal til fyri at lækka
kostnaðarstøðið.
Vit hava øll okkara boð
uppá, hvussu til ber at lækka
prísstøðið – heilsølumaðurin,
flutningsfyritøkan og konan
við innkeypskurvini. Tað,
sum umræður er, at rætti
heilivágurin
verður
latin
rættstundis.
Tí er neyðugt, at serkøn
fólk fáa til uppgávu at fara
afturum at greina økið, fyri
síðani at koma við ítøkiligum
boðum uppá, hvørji tiltøk
skulu til fyri at lætta um
hjá vanliga løntakaranum,
sum í løtuni má arbeiða
alt ov nógvar livitímar fyri
at rinda ov nógv fyir mat
og
húsarhaldsvørur,
olju,
húsalán, tele, byggitilfar, bil,
ferðing o.s.fr.
Tey, sum liva væl av at
okra prísin á vørum og
tænastum, ella av at renna
ørindi fyri hesi somu, ynskja
sjálvandi ikki eina slíka
kanning og koma við ótelj
andi undanførslum.
Alt fer upp at gartera,
tá kostnaðarstøðið verður
viðgjørt. Hetta kemst helst
av, at summi liva væl av,
at onki hendir. Og ongin
viðgongur, at tey okra, tí hini
hava skyldina. Avgjøldini.
Flutningurin.
Avmarkaða
útboðið. Vantandi kapping
in. Bankarnir. Danir. Ríkis
felagsskapurin. Men hvat er
veruligt, og hvat er undan
førsla?
Pengar er ikki alt. Men teir
fylla alt, tá teir mangla. Mong
eru tey, sum ikki hava ráð at
búgva í Føroyum. Serliga
tey, sum høvdu tørv á einum
lætta, men sum framvegis
sita við sviðuð soð eftir,
at flatskatturin varð latin
teimum, sum eisini framm
anundan høvdu ráð at búgva
í dýrasta landinum í Europa.
At koma í dýpdina við
hesum álvarsmáli er eisini
avgerandi
neyðugt
fyri
vinnuna, sum tyngist av
vantandi kappingini, sum
uppstendur, tá hon eisini
er noydd at keypa vørur og
tænastur nógv dýrari enn
kappingarneytarnar í øðrum
londum.
Fólkaminkingin er ein risa
avbjóðing, og serliga super
mobilu bólkarnir av ungum
og kvinnum, sum ofta eru
láginntøkubólkar, ja, kvinnur
forvinna bert helvtina av tí,
sum mannfólk í Føroyum
forvinna. Hjá hesum bólkum
er ómetaliga skjótt at lívið
verður ov súrt, tá alt er so
dýrt, og tá er lættasta loysn
in burturúr tronganum ein
einvegis ferðaseðil av land
inum.
Tí er at vóna, at eitt samt
løgting tekur undir upp
skotinum um at útgreina og
gera eina ætlan fyri, hvusssu
vit ítøkiliga og politiskt
kunnu lækka høga kostn
aðarstøðið.