hósdagur 10. oktober 2013síða 34
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 117 · 11. oktober 2013
2
VIKUSKIFTI
tónleikur
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Dagfinn Joensen og hinir í rockbólkinum
Fate hava aftur verið í studio, og um ein
góðan mánað geva teir nýggja fløgu
út.
Fate er danskur rockbólkur, sum
gav fleiri plátur út í 1980’unum og sum
hittaði við sanginum Lovers. Bólkurin
hevði steðg í meira enn 10 ár frá 1993,
men síðani 2004 hava teir aftur verið
virknir við bæði framførslum og út
gávum. Seinastu árini hevur Dagfinn
Joensen úr Funningsfirði verið sangari
í bólkinum, og hann hevur verið við á
einari útgávu hjá bólkinum.
Fate hevur í summar gjørt upptøkur
til nýggja fløgu, og upptøkurnar eru
nú lidnar. Jacob Hansen, sum er virdur
framleiðari av rocktónleiki, hevur tikið
upp og ljóðblandað.
Stórtrívist
12 sangir eru á útgávuni If Not For The
Devil, sum kemur út 22. november.
Útgávuveitsla verður á staðnum High
Voltage í Keypmannahavn sama
kvøld.
– Tónleikurin er í sama stíli
sum undanfarna fløga, men eg vil
siga, at hesaferð virkar tað meira
sum ein heilstoypt fløga hjá einum
samanspældum bólki. Tá ið vit góvu
seinastu fløguna út, vóru fleiri sangir
skrivaðir, áðrenn eg var komin upp í
bólkin, og gittarspælarin kom upp í
beint áðrenn, vit fóru í studio, sigur
Dagfinn Joensen.
- Hesaferð hevur gittarspælarin
Torben Enevoldsen verið meira við í
sangskrivingini, og tað hoyrist aftur.
Sangirnir hava eitt harðari gittarljóð,
teir eru ikki so daprir sum summir
á undanfarnu fløgu, og tað er meira
variatión í tempo.
Dagfinn Joensen, sum arbeiðir og
spælir tónleik í Danmark, hevur verið
sangari í Fate seinastu fýra árini, og
hann sigur seg stórtrívast í bólkinum.
Ítøkiligur
dreymur
Redaktørur: Eyðun Klakstein
Útgevari: Sosialurin, www.sosialurin.fo
Sniðgevi/umbróting: Pætur Eyðunsson Jensen, Sosialurin
Forsíðumynd: Eyðun Hansen / Mynd: Álvur Haraldsen
klumman
Simona
Weihe
Sangarin úr Funningsfirði hevur aftur
verið í studio við rockbólkinum Fate
Fleiri føroyingar flugu fyri tveimum vikum
síðan til Keypmannahavnar at uppliva tón
leikatiltakið Míttland, har føroyskir bólkar og
einstaklingar framførdu.
Tú kanst siga um fleiri av teimum, at teir
eru egnir og burturúr, tí rødd, orð, lag og
framførsla, alt er serstakt og gongur upp í
eina hægri eind. Teir hava »tað«, sum heims
stjørnurnar hava. Tá tú hoyrir tey so hugsar
ella spyrt tú ikki, hvør man hasin vera, ella
hvør er hon? Nei, tað ER Kári P, tað ER
Stanley, tað ER Lena, tað ER MC, tað ER
Teitur, tað ER Hanus, ella tað ER Týr. Nøkur
av hesum vóru at hoyra á Amager Strand.
Tað hevði verið gott, um meira hevði verið
at hoyrt til tey her á landi. Gaman í hevur
onkur teirra konsertir av og á ymsa staðni í
landinum. Men hugsa tær, um tú eitt vanligt
gerandiskvøld í Havn uttan nakað hóvasták
kundi farið og lurtað eftir einari av føroysku
stjørnunum!
Tú hoyrir ofta fólk siga, at føroyingar
duga so væl at syngja! Hetta er bara ein
pástandur. Kanska er bland komið í at dáma
og at duga. At dáma at syngja ger teg ikki til
nakra Lenu Anderssen, ei heldur verður tú
nakar Pál Joensen, tí tær dámar at svimja!
Tú verður heldur ongin William Heinesen,
bara tí tær dámar at skriva klummur. Men
leikfólki hava vit so avgjørt brúk fyri, tí tað
er har alt byrjar.
Men í hvussu so er so elska vit at syngja.
Vit syngja allastaðni: í brúdleypum, føðingar
døgum og til øll onnur hugsandi høvi. Og ikki
at gloyma møtini. Á andaliga økinum hava vit
átt og eiga úrmælingar, sum í áratíggju hava
gingið undan og brotið upp úr nýggjum við
sangum og útgávum í serflokki.
Úr hesi sangglaðu fjøld av oyggjabúgvum
hevja seg so talentini. Tey, sum saman við
hinum heimsstjørnunum megna at vekja
tónleikaansin og sansin hjá teimum tóna
deyvu og geva okkum bæði undirhald og
nakað at hugsa um. Og alsk til tónleik. Tónleik
at krydda gerandisdagin við og at brúka bæði
í gleði og sorg.
Aftur til umrødda gerandiskvøld. At hugsa
sær at kunna farið á konsert eina ferð um
mánaðin. Har allur ófriður, møsn og falskir
tónar eru skrædlað burtur.
Jú, tú kanst altíð droyma og ynskja. Men eg
haldi hetta er ikki eitt heilt óítøkiligt ynski.
So segði
hann...
Dagfinn og Fate
við nýggjari fløgu
– Ein millión í einari verkætlan uppá
eina milliard, eg sá tað sum piparnøtur,
men tað er prinsippið, sum tú sigur.
Kaj Leo Holm Johannesen í sjónvarpssendingini
»Kosta hvat tað kosta vil«
Stóra hittið høvdu teir i áttatiárunum, men Fate gevur framvegis tónleik út