mánadagur 14. oktober 2013síða 4
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 14. oktober 2013 · Nr. 118
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Áki Bertholdsen
– Vit nærkast endanum við
risafetum!
Hesa døpru niðurstøðuna
er Poul Jákup Thomsen, kom
in til.
Hann er formaður í Føroya
Symfoniorkestri.
Føroya Symfoniorkestur
er mangan kallað landsliðið
í føroyskum tónleiki.
– Men akkurát sum at
landsliðið í fótbólti má spæla
dystir fyri ikki at fána burtur,
má Føroya Symfoniorkestur
eisini sleppa at spæla kon
sertir fyri ikki at fána burt
ur.
Men Poul Jákup Thomsen
staðfestir, at nú er symfoni
orkestrið av álvara við at fán
að burtur.
Hann ásannar rætt og
slætt, at orkestrið er longu
komið á gravarbakkan og
kemur ikki vend í nú, fer or
kestrið bara at halda upp at.
Í nógv ár hevur symfoni
orkestrið fingið áleið eina
millión um árið á fíggjar
lógini, onkuntíð eitt sindur
minni.
– Tað er alt ov lítið, tí
minstamarkið fyri at or
kestrið kann yvirliva, er, at
játtanin verður minst fimm
milliónir um árið.
– Vit hava ferð eftir ferð
ført
fram
fyri
politiska
myndugleikanum,
hvussu
støðan er, men higartil hevur
tað hevur verið til fánýtis.
– Hesi seinastu 15 árini,
hava politikarar javnan og
savnan lovað, at symfonior
kestrið skal fáa rúmari fíggj
arligar ræsur, men higartil er
tað ikki blivið til meiri enn
tey føgru orðini.
Endin er vísur
Formaðurin í Symfonior
kestrinum ger púra greitt,
at nú er stundin komin, har
politiski myndugleikin ger
upp við seg sjálvan, um vit
skulu hava eitt symfonior
kestur ella ikki.
– Vilja politikararnir varð
veita orkestrið, er neyðugt at
hækka játtanina upp í einar
fimm milliónir, sum er tað
minsta, orkestrið kann klára
seg fyri.
– Íslendingar reypa av, at
teir hava bíligasta symfoni
orkestrið í verðini. Fyri fleiri
árum síðani hevði symfoni
orkestrið í Íslandi eina játtan
á 15 milliónir føroyskar krón
ur og tey halda, at tað er eitt
bragd, at tey hava klárað seg
við so lítið.
– Afturímóti tí stendur
tað í skerandi andsøgn, at
Føroya Symfoniorkestur fær
eina millión, og enntá minni
enn tað.
Poul
Jákup
Thomsen
sigur, at verður játtanin ikki
hækkað, kunnu vit ikki taka
tað øðrvísi, enn at politiskur
vilji er ikki til staðar at varð
veita orkestrið.
– Men tað er so ein greið
støða, vit sjálvandi virða til
fulnar. Mær dámar ikki at
hótta, men batnar politiski
viljin ikki, er endin á orkestri
num vísur, staðfestir formað
urin.
Virksemið niðurlagað
Poul Jákup Thomsen sigur,
at fyri at varðveita orkestrið,
er neyðugt at hava eitt ávíst
tal av konsertum um árið.
– Tað er við tónleikarum,
sum við fótbóltsspælarum.
Halda teir seg ikki gangandi
alla tíðina, lækkar stigið. Og
tá ið stigið lækkar, fer áhugin
og eldhugn sama veg.
Hann sigur, at avleiðingin
av, at játtanin er so lítil, er, at
virksemið hjá orkestrinum
longu nú er niðurlagað í
næstan einki.
– Vit hava mett, at fyri at
varðveita orkestrið á einum
nøktandi stigi, er neyðugt at
hava minst átta ymisk tiltøk
um árið.
Talan er eitt nú um nýggj
árskonsert,
várkonsert,
kórkonsert,
heystkonsert,
familjukonsert,
skúlakon
sertir og næmingakonsertir.
– Á fleiri av hesum til
tøkum spæla vit fleiri ferðir,
so tilsamans er talan um yvir
20 konsertir, sum vit hava
spælt um árið.
– Vit halda, at hetta er
tað minsta, vit mugu spæla
um árið fyri at varðveita
orkestrið.
– Skúlakonsertirnar hava
verið stórliga fagnaðar og á
næmingakonsertunum geva
vit evnaríkum næmingum
í Musikkskúlanum høvi at
royna seg í einmansleiki.
Og endamálið við kór
konsertini er, at føroyskir
kórsangarar skulu í hvussu
so er hava høvi til at vera
við í einum stórum verki um
árið.
– Hetta er tað, sum krevst
fyri at halda tónlistarliga
stigi og fyri at mennast al
samt.
– Men hesi seinastu árini
hava vit verið noydd at
avlýsa fleiri konsertir, tí vit
hava ikki ráð til at hava tær.
Og kemur ikki broyting í,
verður tað sama støða fram
eftir.
Eitt nú eru barnakonsert
irnar spardar burtur annað
hvørt ár og skúlakonsertir
eru somuleiðis spardar burt
ur.
– Men vit hava eisini ov
fáar symfonikonsertir, sigur
formaðurin.
Poul
Jákup
Thomsen
sigur, at nú er so lítið virk-
semi í orkestrinum, at tað
ikki rættiliga gevur meining
longur.
– Orkestrið er í eini heilt
álvarsligari
støðu,
leggur
hann afturat.
Føroya Symfoniorkestur
er mannað við føroyskum
og útlendskum tónleikarum
í Føroyum, men føroyskir
tónleikarar uttanlands, sum
koma heim til ávís høvi, hava
eisini verið berandi kreftir í
orkestrinum
– Tá ið symfoniorkestrið
er niðurlagt, hava hesir tón
listarligu úrmælingar einki
at koma heim aftur til.
– Tónleikararnir í symfoni
orkestrinum hava væntað, at
teir kundu taka politikarar í
álvara.
– Men tað hevur so ikki
víst seg at vit kunnu tað og
nú eru eisini tónleikararnir,
sum eru her heima farnir at
hugsa um at kasta frá sær, tí
nú fer vónloysið at merkjast
av álvara.
– Politikarar møta fegnir
upp á nýggjárskonsertini, og
á fundum, vísa teir vælvild.
Men í verki hava vit einki
sæð eftir enn, sigur Poul
Jákup Thomsen.
Føroya Symfoniorkestur
gevur skarvin yvir
NIÐURPÍNT Føroya Symfoniorkestur hevur so lítla politiska vælvild,
at kemur ikki vend í beinanvegin, verður orkestrið niðurlagt
Loko-
motivið
steðgar
Poul Jákup Thomsen,
formaður
í
Føroya
Symfoniorkestri held
ur, at dettur symfoni
orkestrið
niðurfyri,
verður tað ein øgiliga
stórur missur fyri før
oyskt tónleikalív.
Tónleikararnir
í
symfoniorkestrinum
eru eisini virknir í so
ómetaliga nógvum øðr
um tónleikahøpi, eisini
rokkorkestrum, í horn
orkestrum og so fram
vegis. Vit hava somu
leiðis
eitt
barnakór
við 200 børnum og
eitt við 100 børnum
knýtt at orkestrinum,
so tilsamans er talan
um eitt ógvuliga stórt
arbeiðspláss við umleið
400 fólkum.
– Sostatt er sym
foniorkestrið við at
menna tónleikin á so
nógvum økjum og er
ein íblástur hjá tón
leikarum
í
víðastu
merking.
– Vit skuldu verið
lokomotivið í føroysk
um tónleikalívi, leggur
formaðurin
afturat.
Orkestrið hevur eisini
ein stóran týdning fyri
føroyska samleikan og
føroyska
samfelagið
sum heilt. – Mentan
selur fisk, siga íslend
ingar
Poul Jákup Thomsen
vísir á, at føroyska sym
foniorkestrið
spælir
so mikið væl, at eisini
íslendska Kringvarpið
er farið at senda okkara
nýgg járskonsertir
hvørt ár.
Íslendingar
hava
eisini bílagt føroyska
barnatónleikaverkið
”Veiða
Vind”,
sum
Føroyska Symfonior
kestrið tók stig til og
eisini framførdi.
Nú er verkið týtt til
íslendskt og íslendingar
ætla at framføra tað
fjórða hvørt ár.
– Orkestrið fær við
urkenning uttanlands.
Nú manglar bara, at
orkestrið eisini fær
viðurkenning
her
heima, sigur Poul Ják
up Thomsen.
Flaggskipið í føroyskum tónleikalívi, Føroya Symfoniorkestur stendur við øðrum beininum í grøvini. Vit eru komin
hartil, at tónleikararnir tosa um at kasta frá sær, sigur formaðurin í orkestrinum, Poul Jákup Thomsen