mánadagur 14. oktober 2013síða 40
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 42 | 14. oktober 2013
Ókeypis lýsingarblað
4
Í september vóru tað 40 ár síðani, at
farið varð undir virksemi í Kristnastovu
á Amager í Keypmannahavn. At fjøruti
ár eru runnin síðani fyrstu fetini vórðu
tikin, hevur verið markerað á Birmavej
36, har Kristnastovu hevur hildið til
síðani 1979.
Fríggjakvøldið 20. september vóru
fleiri enn hundrað á samkomu, har
tað serliga varð fokuserað aftur á
gongdina í tíðini, sum farin er, og týs
dagin í hesi vikuni var móttøka, har
umboð fyri stovnar og feløg og onn
ur, sum tey í Kristnastovu hava havt
samstarv og samband við, vóru boðin
til seinnapartssamkomu.
Á hesi samkomuni greiddu Øssur
Berghamar og Niels Pauli Nónstein
frá virkseminum.
Øssur lýsti støðuna í Keypmanna
havn og millum føroyingar í danska
høvuðsstaðnum og í Danmark, tá ið
tey bæði Susan og hann byrjaðu, og
hvussu arbeiðið mentist í hølunum á
Oxford allé, har Berghamar familjan
fyrsta árið búði í íbúð í 1973. Árið
eftir vórðu allar tríggjar íbúðirnar í
uppgongdini keyptar, og har vaks virk
semið, inntil húsini á Birmavej vórðu
keypt í 1979, og nýggir møguleikar
harvið bórust.
Niels Pauli Nónstein, sum saman
við konuni Doru nú hava ábyrgdina,
greiddi frá, hvussu tað nú verður
arbeitt. Kristnastova hevur samband
við nógvar føroyingar í Keypmanna
havn og kring Danmark, og tað verður
skipað fyri samkomum og tiltøkum.
Eitt teirra er legan, sum í heystfrítíðini
á hvørjum ári er á Norðursjællandi.
Legan hevur verið í eini 37 ár. Umleið
120 hava meldað seg til leguna, sum
verður næsta vikuskifti.
Hóast Susan og Øssur Berghamar
eru farin úr leiðsluni í Kristnastovu,
so luttaka tey framvegis í arbeiðnum.
Frá tí fyrsta varð vitjanir á Ríkis
sjúkra-húsinum og seinni eisini á
Hotel Tórshavn partur av arbeiðnum,
og Øssur er framvegis ofta at síggja á
sjúkrahúsinum og hotellinum.
Á samkomuni týsdagin luttók
sangkórið í Kristnastovu. Solistar
vóru Karlina Justinussen, Elisabeth
á Lakjuni og Arnvør á Torkilsheyggi.
Øssur Berghamar stjórnar kórinum, ið
millum annað syngur sangir, har kór
leiðarin eigur bæði orð og løg.
Kristnastova 40 ár
Sangkórið í Kristnastovu
Dora og Niels Pauli Nónstein hava nú ábyrgdina
av arbeiðnum í Kristnastovu
Niels Pauli Nónstein greiðir frá á samkomuni týsdagin
Susan og Øssur Berghamar, sum fyri fjøruti árum
síðani fóru undir verkið í Kristnastovu