mánadagur 14. oktober 2013síða 42
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 42 | 14. oktober 2013
Ókeypis lýsingarblað
6
Lív Reinert Nielsen
Saman við Føroya bestu tónleikarum í
einum fultsettum Norðurlandahúsi.
Tað er sjáldsamt at síggja ein so
ungan drong, sum trívist so væl á
pallinum. Beinir rockaði. Totalt. Uttan
stórvegis hóvasták og kávalótir stóð
hann har á pallinum og spældi sínar
egnu sangir. Tað er djarvt. Og ordiliga
feitt!
Fríggjakvøldið 4. oktobur var stór
konsert í Norðurlandahúsinum, har
Beinir saman við nøkrum av Føroya
allar bestu tónleikarum hugtók
bæði børn og vaksin. Nógv var gjørt
burturúr. Pallmynd, ljós, ljóð, dansi
gentur, kórdreingir, og ikki at gloyma
ein rúgva av sápubløðrum. Beinir og
fólkini kring hann góvu áhoyrarunum
eina ordans uppliving, og øll sungu
við av hjarta, tá ið teir spældu hittið
“Sápubløðran”.
Men áðrenn Beinir og hansara tón
leikarar komu á pallin, sluppu vit at
hoyra Mariu á Lakjuni syngja nøkur av
løgunum av hennara nýggju fløgu. Við
síni kláru rødd, gav unga songkvinnan
úr Fuglafirði okkum eina hugnaliga
byrjan uppá eitt frálíkt kvøld í Norð
urlandahúsinum.
Síðan komu Beinir og teir fýra
tónleikararnir Kim Hansen, Jóhannus
á Rógvu Joensen, Hjalti Joensen og
James Olsen, sum eisini spæla tón
leikin á fløguni, á pallin. Í fyrra sett
inum løgdu teir fyri við rock-kenda
lagnum Menniskju. Áðrenn steðgin
hoyrdu vit eisini kórdreingir og sóu
dansigentur á pallinum. Tað var ein
rørandi løta, tá ið Beinir so vakurt
sang um tíðina, sum kemur og fer,
samstundis sum ein rúgva av børnum
gingu inn á pallin við livandi ljósum.
Eftir steðgin kom Beinir á pallin
klæddur í hvítt allur sum hann var.
Beinir og hansara menn hildu fram har
teir sleptu, og góvu øllum børnunum
og teimum vaksnu, sum vóru komin
at lurta, eina rúgvu fyri bæði eygu og
oyru. Tá ”Sápubløðran” varð spæld
fyri aðru ferð, hevði Beinir fingið tvær
ungar damur at hjálpa sær. Onnur
var Maria á Lakjuni og hin gentan var
Rakul Ró, sum í fleiri ár hevur sungið
saman við Beinir í Kulum Rótum. Maria
og Rakul Ró umframt tey 40 børnini,
sum blástu sápubløðrur, settu saman
við Beinir eitt frálíkt punktum á eini
frálíkari konsert.
Beinir skrivar løg og tekstir sjálvur.
Fleiri av løgunum eru rock/blues-
kend, og tey svinga heilt ótrúliga væl.
Sangirnir um sápubløðruna, besta
vinin, og ikki at gloyma neyðar stóra
beiggjan, sum stríðist við systrarnar,
fingu rættiligt lív í bæði børn og vaks
in. Tá var tað næstan spell, at talan
var um eina sitikonsert. Men tað eru
eisini onnur evni, sum verða viðgjørd,
m.a. tað at vera øðrvísi og at missa
onkran, ið stendur einum nær.
Ein trettan ára gamal drongur
bergtók áhoyrararnar við løgum, hann
sjálvur hevur gjørt. Eitt ordans show.
Beinir dugir!
Beinir
rockaði –
TOTALT