Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-10-14, síða 44
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. oktober 2013síða 44

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 42 | 14. oktober 2013 Ókeypis lýsingarblað 8 Lýs teg sjálvan við trimum orðum: Ówwee. m. giii Hvat merki er bilur tín? Pimpaður sjampagnulittur toyotastationcar Hvat merki er telefon tín? Nokia – og NEI tað er ikki ein smørtfone Hvør er tín besta summarfrítíðaruppliving? Famijulegurnar á Zarepta. Hvat orð ella hvønn setning nýtir tú oftast? Veitst tú hvat eg meini við Hvørjum hyggur tú at hjá hinum kyninum? Pengapunginum (sjálvandi) Hvat ger teg í góðum lag? Góð timing Hvat stressar teg? Fólk sum sms meðan tey koyra bil. Og tá fólk trýsta fingurin á telduskermin hjá mær. Hvør er tín yndisrættur? Maria's enchilladas frá einari matstovu í Santa Barbara – losarroys.net Hvat gleðir teg? Tá man hevur sett sær fyri at læra okk­ urt – og man fær tað at rigga! Góð­ar visuellar og auditivar upp­ liv­ing­ar. Pen fólk. Hvat var seinasta ynskið, sum tú fekst uppfylt? Ynskti innarliga eina bungu uttan fyri hús­ið í Klokkaragøtu, hon er ikki komin enn... (so Heðin um tú lesur hetta, so veitst tú, hvat tú skalt gera) Hví valdi tú at arbeiða innan júst hesa vinnu ella øki? Tí man sær kul út tá man fotograferar. Hvar arbeiðir tú? Mureldur Hvør er stuttligasta uppliving tín í starvinum? Ung, up and coming, slapp, at hampa upp á David Hasselhoff, aka Knight Rid­ er, heima hjá honum sjávum. Tað var stórt. Ja, og so sang hann fyri mær. Hvørjum tónleiki lurtar tú eftir? Í løtuni eri eg totalt follin fyri Marius Ziska, Hymns from Nineveh, The National ... Hvat er besta uppfinningin og hví? Burtursæð frá øllum tí sjálvsagda, so ann­ars alt sum heldur tingum saman, vel­cro, elastik, klisturband, lím ... Hvat er besta íløgan, tú hevur gjørt? Dupultsett av løðarum til fartelduna – ein við hús og ein í studio. Hvat er títt besta heimaráð? Ikki rudda allatíðina! Hevur tú nakað húsdjór? Nei. Men ivaleyst av grannakettum. Likk­ um. ið hanga út, tí fólk geva teimum at eta. Hvat meira kann man ynskja sær? Hvat hevði tú gjørt, um tú vann eina millión? Keypt mær eitt stativ at montera undir loftið, so kann eg rulla pappírbakgrundin niður. Hvat hevði tú gjørt, um tú vann tíggju milliónir? Ikki arga ... Hvat er best við Føroyum og hví? Góð fólk. Hvar ert tú um 10 ár? Vónandi her Man sær kul út tá man fotograferar STÓLURIN Hyggi sjálvandi eftir pengapunginum hjá hinum kyninum Sunva Eysturoy Lassen: