mánadagur 14. oktober 2013síða 46
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 42 l 14. oktober 2013
Ókeypis lýsingarblað
10
U2 við mótaklæðum í Havn
Vilmund Jacobsen
Bergtóra Poulsen, sum síðan hin 19.
november í 2005 læt upp móta
handilin U2 á Stangarvegi 92 í
Klaksvík, er í hesum døgum í Havn við
sínum klædnavørum og skógvum.
– Hetta er eitt sokallað »pop up
store« tiltak, sum tað verður rópt,
tá handilin í nakrar dagar hevur opið
aðrastaðni enn í egnum hølum.
Bergtóra hevur leigað seg inn í
handilshølir á Áarvegnum, sum Hotel
Hafnia eigur, og hon ætlar at vera í
Havn í einar tvær ella tríggjar vikur.
– Hesar dagar havi eg opið hvønn
vanligan yrkadag frá klokkan 10-18
og leygardag frá klokkan 10-16, sigur
hon.
Byrjaði sjálv
Tað var, tá hon keypti húsini á
Stangarvegi 92 í Klaksvík, at hon
fekk hugskotið at selja mótaklæði og
skógvar.
Í húsunum vóru handilshøli, og tí
var handilsvirksemi ein góður møgu
leiki.
– Øll húsini vórðu sett í stand, og
tá hetta arbeiði var liðugt, læt eg upp
handilin.
Bergtóra Poulsen sigur, at henni
dámar væl at vera fleksibla, og hon
hevur eisini eitt ynski um at røkka enn
fleiri viðskiftafólkum.
– Men, klaksvíkingar og viðskifta
fólk á Stangarvegi 92 skulu ikki vera
fyri vanbýti, tó at eg havi handilin í
høvuðsstaðnum í nakrar dagar. Tá eg
komi norður aftur, fari eg at hava eitt
alvorligt »surprise« til míni viðskifta
fólk. Nú handilin eitt skifti er í Havn,
verða hølini í Klaksvík sett í stand. Her
verður málað, soleiðis at tað verður
ordiliga »well« hjá viðskiftafólki at
vitja handilin aftur.
Ikki bara selja
Bergtóra Poulsen ásannar, at tað
krevur eitt sindur at vera fleksibul.
– Eg tími ikki at selja klæði og
skógvar bara fyri at selja. Eg vil hava,
at broyting er í alla tíðina. Skalt tú
selja mótaklæði og skógvar, noyðist
tú at vera úti um teg alla tíðina.
Móti broytist skjótt, og fylgir tú ikki
við, dragnar tú skjótt og hevur ein
óinteressantan handil, sum fólk ikki
tíma at vitja.
Sjálv heldur Bergtóra, at hon hevur
eitt gott konsept.
– Eg havi góð og bílig klædnamerki,
sum kortini eru kend, og eg havi dýrari
klæði, sum ikki eru minni kend. Tey
bíligari klædnamerkini eru slík, sum
liggja saman við kendum og dýrum
merkjum. Hetta er ikki bara »bras«,
sum handilskvinnan tekur til.
Nógv italienskt
Handilseigarin leggur aftrat, at nógvir
av designarunum eru danir, men oftast
eru klæðini framleidd í Italia.
– Eg havi eisini klædnamerki hjá
italskum designarum, sigur hon.
Av kendum merkjum eru eitt nú
Please, MDK, Crime, Nude og Amust.
– Konseptið hjá mær er mótaklæði
og ikki minst skógvar, sum handilin
eisini er kendur fyri.
Bergtóra sigur, at við mótaklæðum
og skógvum er tað soleiðis, at tú alla
tíðina noyðist at leita eftir nýggjum -
og eisini eftir nýggjum veitarum. Tað
merkir, sigur hon, at U2 eisini javnan
hevur nýggj klædnamerki í sínum
vøruútboði.
– Fólk eru meiri enn vælkomin inn
á gólvið her á Áarvegnum, beint undir
Hotel Hafnia, sigur Bergtóra Poulsen.
Bergtóra Poulsen, sum síðan hin 19. november í 2005 læt upp mótahandilin U2 á Stangarvegi
92 í Klaksvík, er í hesum døgum í Havn við sínum klædnavørum og skógvum
Fakta:
Navn: Bergtóra Poulsen
Børn: 2
Starv: Eigari av U2
Konseptið hjá mær
er mótaklæði og
ikki minst skógvar,
sum handilin eisini
er kendur fyri
– Fólk eru meiri enn vælkomin inn á gólvið, sigur Bergtóra Poulsen, sum eigur og rekur handilin U2 í Klaksvík, men sum nú í nakrar dagar hevur leigað seg inn á Áarvegnum í Havn
Mynd: Vilmund Jacobsen