Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-10-14, síða 50
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. oktober 2013síða 50

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 42 | 14. oktober 2013 Ókeypis lýsingarblað 14 Bilar First Stop er eitt net av professio­nell­ um sølubúðum, ið eru stuðlaðar av Bridgestone. Talan er um sjálv­støð­ ugar dekksølur, sum bjóða tænastu á sera høgum støði. Í Europa eru áleið 2.000 First Stop handlar og verkstøð. Bæði privat- og vinnukundar fáa ráð­ geving um dekk, bilrøkt og billutir frá royndum sølufólki. First Stop Atlantic hevur alt, ið hevur við hjólini á bilum at gera so sum dekk, felgur, balansering, sporing um­framt aðrar smærri mekaniskar umvælingar. Frá byrjan av hevur dent­ur verið lagdur á at hava bestu og mest framkomnu útgerðina. Umframt Bridgestone og Firestone selur FirstStop Atlantic eisini dekk av slagnum FirstStop, sum eru framleidd av Bridgestone. Talan er altíð um kvalitetsdekk til kappingarføran prís. First Stop Atlantic bjóðar eisini ein fullfíggjaðan tænastupakka, har olja og filtur verða skift og bilurin verður kannaður frá A til Z. Tað kann bæði verða, tá veturin stundar til, ella í sam­bandi við koyring uttanlands. Alt verður gjøgnumgingið sum t.d. viskarar, sprinklaraløgur, bremsiveska, kølara­veska, battarí, dekkslit, dekk­ trýst, lyktir, útstoyt, róðurgreiðir, fjað­ rar og stoytdoyvarar. Vit taka okkum av øllum dekkum frá teimum minstu til tey størstu. Øll eru vælkomin at seta seg í samband við okkum, sigur Fríðrikur Bláhamar, stjóri í First Stop Atlantic. Kvalitetsdekk og professionell ráðgeving First Stop Atlantic við Hoyvíksvegin er ein gomul kend fyritøka í høvuðsstaðnum, ið varð stovnað fyri meira enn 40 árum síðan sum Super Dekk Service Torben Nielsen LV-maður og Jacob Lauritsen PV-maður hjá Bridgestone og Fríðrikur Bláhamar stjóri í First Stop Atlantic Suzuki eru kendir fyri at duga væl at gera slitsterkar og álítandi bilar. Her er SX4 Crossover einki undantak. Talan er um ein bil til fimm persónar við fimm hurðum sum standard. Bilurin er liðiliga innrættaður og sera rúmligur við stórari baklúku og viðførisrúmið er heilar 430 litrar. SX4 Crossover er 25 cm longri enn núverandi SX4 Combiback. Designið er smart og aerodynamiskt við lágari luft­mótstøðu. SX4 Crossover er ein væl útgjørdur bilur við so gott sum allari útgerðini sum standard t.d. 7 airbag, ESP/TCS, dekktrýst yvir­ vaking, automatiskt start/stopp av motorinum, hill holder, aircondition, el-rútar, ferðpilot, multistilling av rattinum, stýring av fløguspælara og radio frá rattinum og hita í setrunum. SX4 Crossover fæst við 1,6 bensin­motoruri við 120 hk og við 1,6 dieselmotori við 120 hk. Motorarnir eru øko­nomiskir og reinir og lúka øll krøv til strangasta Euro normin hvat CO2-útláti og brennievnisnýtslu við­ víkur. Bilurin koyrir 18,0 km/l í bensin­ útgávuni og 24 km/l sum diesel. Í standardútgávuni verður SX4 Cross­over drivin av forhjólunum, með­ an hann eisini fæst sum 4x4 Allgrip. Talan er um eina nýggja framkomna 4x4 skipan. Hjá Berg Motors vænta tey sær nógv av nýggja SX4 Crossover, sum kann kappast við aðrar bilar í sínum klassa bæði í dygd og prísi. SX4 Crossover rakar ein breiðan kundaskara, bæði sum familju og frítíðarbilur. Prísur úr kr. 214.990. Nýggjur familju- og frítíðarbilur frá Suzuki Nýggjur Suzuki kemur á marknaðin nú í heyst. Talan er um SX4 Crossover, sum er ein rúmligur og væl útgjørdur familju- og frítíðarbilur