Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-10-14, síða 54
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. oktober 2013síða 54

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 42 | 14. oktober 2013 Ókeypis lýsingarblað 18 Bilar Størsta heilsølufyritøkan í Danmark innan eykalutir og amboð til bilar, FTZ Autodele & Værktøj A/S, skipaði fyri kunnandi fundi á Hotel Føroyum mikuvøldið 9. oktober. Á fundinum vóru fólk úr meginpartinum av landinum, sum umboðaðu stóran part av føroysku bilbransjuni – bæði tey fríu verkstøðini og bilforhandlarar. Eftir at Vagnur Johannesen frá FTZ í Føroyum hevði boðið øllum vælkomin, greiddu Hans Erik Kristoffersen og Finn Wagner, undirvísarar á FTZ- Akademi, frá um nýggjastu tøknina í dagsins bilum, og hvat vit kunnu vænta okkum í framtíðini og um kundarøkt í breiðastu merking. Á fundinum var eisini nevnt um FTZ-messuna, sum verður í Odense frá 6. til 7. november 2013. John Nielsen Eftir ein steðg helt kendi danski kappkoyrarin John Nielsen ein áhugaverdan fyrilestur, har hann fortaldi um sítt lív sum kappkoyrari, hvussu tað er at verða kappkoyrari, hvørjar avbjóðingarnar eru hvørjir teknikkir verða brúktir og hvønn týdning t.d. dekkini hava fyri koyringina. Eisini kom hann inn á, at tað kann verða hættisligt at koyra kapp. Hann kom út fyri einari ógvusligari ólukku í Monaco í 1984, tá hann fekk stóran skaða. John Nielsen er føddur í 1956 i Varde og er fyrsti danskari sum vann Le Mans kappkoyringina, hetta var í 1990. Sum so nógvir aðrir kappkoyrarar byrjaði John Nielsen sum heilt ungur at koyra gokart. Tá hann fylti 18 ár, kom hann at koyra í Formel Ford í 1974, har hann gjørdist danskur meistari fleiri ferðir. Hann hevur vunnið nógvar sigrar í ymiskum kappkoyringum kring um í heiminum. Í dag luttekur hann í donskum kappkoyringum og er teamleiðari í Danish Touringcar Championship. John Nielsen segði, at hóast hann hevði verið í nógvum londum kring um í heiminum, er hetta fyrstu ferð hann er í Føroyum. FTZ kvøld á Hotel Føroyum Hans Erik Kristoffersen frá FTZ-Akademi undirvísir Føroya besti bilsmiður varð kosin mikudagin 9. oktober. Vinnarin av kappingini gjørdist Páll A. Berg, lærari á tekniska skúlanum í Tórshavn FTZ í Føroyum hevur síðan apríl 2013 skipað fyri eini kapping um at finna “Føroya besta bilsmið”. Endamálið við kappingini var at varpa ljós á bilfakið sum heild. Allir yrkisbólkar innan bilhandverkið hava havt møguleika at vera við í hesi kappingini. Tann 8. oktober 2013 var tann teoretiska royndin, har teir 4 mekanikararnir, sum fingu flest poeng, komu víðari í finaluni til praktisku royndina tann 9. oktober við m.a. feilfinning, útmáting og øðrum metingum. Vinnari gjørdist Páll A. Berg, lærari á tekniska skúlanum í Tórshavn. Vinnarar nummar tvey gjørdust Kristian Johannesen frá Klaksvíkar Kommunu, Dejan Elek frá BBR Service á Lambareiði og Jóhannes Simonsen frá Bilputl í Fuglafirði. Vinningar vórðu latnir øllum 4 finalistunum, meðan vinnarin av kappingini vann eina ferð til IAA - bilmessuna í Frankfurt í september í 2014. Vit í FTZ vóna, at hetta tiltakið kann verða við til at seta fokus á bilhandverkið í Føroyum og verða við til at menna hesa vinnugrein, siga Ragnar P. Joensen og Vagnur Johannesen frá FTZ. Føroya besti bilsmiður Ragnar P. Joensen (v.m) og Finn Wagner (h.m) frá FTZ handa Páll A. Berg diplom og blómur Kendi kappkoyrarin John Nielsen heldur fyrilestur