Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-10-14, síða 58
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. oktober 2013síða 58

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 42 | 14. oktober 2013 Ókeypis lýsingarblað 22 Bilar Audi A3 Sedan er ein bilur við flottum designi og líkist heilt nógv tí størra Audi A4. Síðan Audi A3 kom á marknaðin í 1996, er hetta fyrstu ferð at bilurin verður gjørdur sum sedan. Hóast Audi A3 Sedan er nakað minni enn Audi A4, er hann umleið somu stødd sum teir síðstu Audi 80 og teir fyrstu Audi A4 frá miðskeiðis í 90-unum. Sum væntað er hesin, eins og aðrir Audi, tøkniliga á sera høgum støði. Bilurin er væl útgjørdur og fæst við nógvari eykaútgerð eins og hann er merktur av sama gjøgnumførda kvali­teti sum í teimum størru Audi. Viðførisrúmið er 425 litrar. Undirvognurin er sera framkomin, og koyrieginleikarnir eru heilt í topp. Bilurin er væl ljóðdoyvdur og lítið hoyr­ist til motor og hjólini undir koyr­ ing. Í fyrstu atløgu fæst Audi A3 sedan við tveimum 1,4 og 1,8 TFSI bensin­ motorum við ávikavist 140 og 180 hk og 2,0 TDI diesel við 150 hk. Seinni kemur sedan útgávan at fáast við somu motorum sum Audi A3 Sport­ back. Audi A3 er heilt víst ein royndartúr verdur. Bilurin kann síggjast og royn­ ast hjá Bilasøluni í Hoyvík. Prísur úr kr. 299.000. Sedan í serklassa Við nýggja A3 Sedan er Audi komin á marknaðin við einum bili í serklassa. Talan er um ein smartan bil við góðum komforti og koyrieginleikum