Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-10-14, síða 70
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. oktober 2013síða 70

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 42 | 14. oktober 2013 Ókeypis lýsingarblað 34 Leygarkvøldið 26. oktober fer orku­fulli hittbólkurin Flamma at spæla musi­ cal-klassikarar á stórum dansikvøldi í høllini á Hálsi. Nú er greitt, at gesta­ sang­arar verða Mike, Hans Andrias Jacob­sen og Søren Haugaard Peder­ sen Lagt er upp til eitt slóðbrótandi brak á Hálsi 26. oktober, tí Musical Dance Night-konseptið er ongantíð roynt fyrr í Føroyum. Flamma og gesta­sangararnir fara at spæla hitt oman á hitt úr m.a. Grease, Saturday Night Fever, Mamma Mia, Dirty Danc­ ing og Fame. DJ Drewsen fer eisini at poppa við síni rock- og disco-saml­ ing. Mike er sera evnaríkur sjónleikari og sangari. Hann spældi stórar leik­ lutir í sangleikunum "Jesus Christ Super­star" í 2010 og "Audition" í 2012 í Norður­landa­húsinum. Í 2011 var hann við í Queen-showi til jóla­ borð­haldini hjá Hotel Hafnia í Dansi­ frøi, og í 2012 sang hann saman við Dyna­mitt á Summarfestivalinum. Eisini hevur hann givið út væl umtókta staklagið "Hygg at mær." Hans Andrias Jacobsen gjørdist ársins nýggi einstaklingur á Planet Awards í 2012. Hann hevur givið út stak­løgini “Wasteland” og “Don’t Want to Burn” og spælir guitar og syngur í Grandma’s Basement. Hevur fleiri ferðir spælt á Summarfestivalinum. Í 2012 var hann gestasangari á heiðurs­ konsertunum fyri Paul McCartney í Havn og Klaksvík, har hann sang saman við m.a. Karl Martini Samuel­ sen. Søren Haugaard Pedersen er for­ sangari í gitna danska bólkinum Robbie Williams Jam og føroyska bólkinum Hitmen. Hann ber orð fyri at vera ein av bestu live-sangarunum í øllum ríkinum, tí hann dugir ómetaliga væl at undirhalda fólki og fáa øll við. Robbie Williams Jam hevur spælt 1.000 konsertir seinastu 10 árini, so Søren Haugaard Pedersen er ein royndur harri, ið veit, hann hann ger á pall­inum. Atgongumerkir til Musical Dance Night á 250 kr. fáast í Kiosk Vár í Klaksvík og Runavík, á Magn-støðini við Streymin og á kunningarstovuni í Havn. Eisini fáast tey við dyrnar. Tiltakið byrjar kl. 23.00 og vara til kl. 04.00 Les meira á kyndilfo Super gestasangarar á Musical Dance Night Mike Hans Andrias Søren Haugaard Pedersen Flamma