Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-10-14, síða 72
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. oktober 2013síða 72

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 42 | 14. OKTOBER 2013 Ókeypis lýsingarblað 36 Vilmund Jacobsen Tað eru umleið trý ár síðan, at 26 ára gamli Bergur R. Dam Jensen tók við leiðsluni í matvøruhandlinum við Sjógv í Kollafirði. Handilin hevur røtur heilt aftur til Carl August Jensen - ella danska Carl, róptur, sum í sínari tíð kom úr Middelfart í Danmark til Før oya sum arbeiðsformaður, tá teir bygdu molan í Havn, Skopun, Kvívík og Miðvági. Best kendur í ættini er Børge, sum er føddur í 1929 og sum vaks upp í fyri tøkuni við Sjógv í Kollafirði. Nú er tað so abbasonur hansara og sonur Gun nvør Dam Jensen, sum stendur á odda í fyritøkuni. Vikublaðið hitti Berg og Børga í Kollafirði mikudagin til hugnaligt prát um handilin, sum verður rikin und ir marknaðarnavninum CAJ, ið er stytt- ing av Carl August Jensen. Høvið til prátið er, at í endanum av hesum mánaðinum eru 85 ár liðin, síðan danski Carl og konan Emma byrj aðu sítt handilsvirksemi. Børge Jensen sigur, at foreldur hans ara giftust miðskeiðis í 1920-un- um. - Mær er sagt, at mamma tænti hjá verk frøðinginum í byggifyritøkuni, har pápi mín var arbeiðsformaður, og tað er helst tann vegin, at tey bæði komu at kennast. Hann sigur, at foreldur hansara byrj aðu handilsvirksemi í leigaðum høl um hjá Jóhannesi Dam við Sjógv í enda num av oktober í 1928. - Handilin var bara í stutta tíð í leigað um hølum. Húsini, har handilin fram vegis er í dag, stóðu liðug í 1929 - ella sama ár, sum eg eri føddur, sigur Børge Jensen. Nútímans handil Bergur R. Dam Jensen hevur sína handil sút búgvin hjá Rúsdrekkasølu Land sins í Havn. - Læruplássið hevði við sær, at eg var í Danmark í skúla, og tað haldi eg hevði sínar fyrimunir, tí har hitti eg eitt nú fólk, sum umsita spesialhandlar. Útbúgvingin hjá unga manninum er soleiðis krambakallur við sergrein í spiritus, øli, víni og tubbaki. Carl August Jensen er ein familju- fyri tøka, har familjan er í nevnd og stend ur fyri dagliga rakstrinum. Hetta er í dag ein nútímans handil, sum er op in hvønn dag - undantikið sunnudag - frá klokkan 8-22. Bergur sigur, at fyri umleið einum mán aði síðan vórðu tey liðug at mála allan handilin innan, eins og alt inn- ven tar ið í handlinum er skift. - Vit hava brúkt nógva orku, tíð og pening upp á at gera handilin so kundavinarligan sum gjørligt, og vit bjóða øllum, bæði bygdarfólki og viðskiftafólk, sum ferðast um hes ar leiðir, inn á gólvið. Ikki minst eru vit altíð fegin, tá vit síggja nýggj við- skifta fólk inni á gólvinum - og allar mest gleðir tað okkum, tá fólk gerast ein afturvendandi partur av við skifta- skara num. Bergur R. Dam Jensen heldur, at CAJ nú er brynjaður til framtíðina - og til tey næstu 85 árini, sum hann bros- andi tekur til. Partur av Keyp Carl August Jensen við Sjógv í Kollafirði er partur av Keyp-samtakinum. - Vit vóru partur av Samkeyp, men hildu ikki, at samtakið í longdini nóg væl var tillagað smáu handlunum. Um hesa tíðina komu - meiri av tilvild - danir á gátt. Hetta vóru umboð fyri Arctic Import, sum hevur høvuðssætið í Ålborg. Bergur sigur, at samstarvið førdi til, at vørumerkið hjá CAJ og nøkrum øð r- um føroyskum smá-handl um gjørdist Rema 1000, sum er eitt skandinaviskt sam tak, ið eisini føroyingar kenna úr Dan mark. - Soleiðis eru vit fýra handlar í Føroyum, sum eru partur av Keyp- sam takinum. Bergur sigur, at Keyp eisini keypir frá øðrum útlendskum og føroyskum veitar um, og Rema 1000-vørurnar koma hendan vegin - við ongum millum handl ar um. Hetta ger, at CAJ- handil in í Kollafirði er kappingarførur í prísi við flest øllum gerandisvørum. - Vit hava eisini MBM-vørur, Føroya Bjór, PM og Damfar-vørur í okkara kon septi, sigur ungi handilsleiðarin. Nógv hava keypt Børge Jensen vísir á, at tá handils- fyri tøkan nú hevur so mong ár á baki, sigur tað seg sjálvt, at handilin hev ur havt nógv og trúgv viðskiftafólk gjøg- num árini. - Eg haldi, at fólk í økinum og tey, sum koyra her niðan fyri og koma inn á gólvið hjá okkum at keypa, hava verið nøgd við okkara vøruútboð og ta tænastu, tey hava fingið her. Nú er allur handilin dagførdur, og vit eru feg in um at kunna bjóða viðskiftafólki enn betri umstøður og eitt størri vøru- út boð enn nakrantíð áður, sigur Børge Jen sen, sum hevur álit á, at handilin Carl August Jensen við abbasoninum - Bergi R. Dam Jensen - er í góðum hond um tey næstu nógvu árini. CAJ við Sjógv í Kollafirði hevur nú 85 ár á baki - Vit hava brúkt nógva orku, tíð og pening upp á at gera handilin so kundavinarligan sum gjørligt, og vit bjóða øllum, bæði bygdarfólki og viðskiftafólk, sum ferðast um hesar leiðir, inn á gólvið. Ikki minst eru vit altíð fegin, tá vit síggja nýggj viðskiftafólk inni á gólvinum - og allar mest gleðir tað okkum, tá fólk gerast ein afturvendandi partur av viðskiftaskaranum, sigur ungi handilsleiðarin við Sjógv í Kollafirði Børge Jensen er uppvaksin í handilsfyritøkuni, sum pápin og mamman byrjaðu í 1928. Nú er tað 26 ára gamli, Bergur R. Dam Jensen, sum leiðir fyritøkuna við Sjógv í Kollafirði 36 Handilin er brynjaður til framtíðina