Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-10-15, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. oktober 2013síða 2

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 16. oktober 2013 · Nr. 119 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Oddagrein Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum! Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Jón Brian Hvidtfeldt jonbrian@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tíðindaleiðari Jón Brian Hvidtfeldt jonbrian@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo JÓGVAN JÁKUPSSON TÍÐINDI SÍÐA 4 Hetta er sel- skaps- tøming FAROEXPO SÍÐA 18 Fiski vinna utt- an fyri ES Í dag koyra 10.000 bilar á føroysku veg unum, sum eftir galdandi regl um áttu at verið sýnaðir. Men tað vera teir ikki, tí uppgávan verður ikki raðfest. Tá bilarnir á føroysku veg u num eru umleið 30.000 til sam ans, merkir tað, at triði hvør bilur mangl ar sítt eftirlit. Galdandi kunngerð á økinum á setir, at nýggir bilar skulu sýnast fyrstu ferð, tá teir eru fýra ár, og síð ani skulu teir sýnast annaðhvørt ár. Men her lekur millum teori og praks is - millum tað, ið vit sum samfelag siga okkum vilja, og tað vit sum sam fel ag vísa í verki at vit vilja. Tí stendur stjórin á Akstovuni nú í at kalla somu støðu sum hesa tíð ina í fjør. Nevniliga við einum lang um lista við bilum, sum áttu at fingið kannað, um eitt nú róð ur og bremsur virka sum tey skulu. Vit vita væl, at tað eisini er á sett í kunngerð, at eigarin hevur á byrgd ina av, at bilurin er í góðum standi. Men tá føroyska samfelagið hevur gjørt av, at allir bilar skulu sýnast við á vís um millumbili, so mugu vit væl eisini ganga út frá, at mynd ug leikin sá eitt endamál við hesum. Var einki endamál, so kundi lands kass in væl spart burtur hesa funk ti ón ina. Tað eru skjótt 10 ár síðani at løg tingið hevði eitt aðalorðaskifti um null hug sjón ina, og enn hava vit ikki hoyrt nakran poli ti kara siga seg vera ímóti hesi vøkru hugsjón. Endamálið við null hugsjónini er sum kunnugt, at eingin skal doyggja ella fáa álv ars ligt mein av ferðsluvanlukku í veg a flutningsskipanini, Og víðari verð ur í somu hugsjón sagt, at fram haldandi eigur at vera miðað í móti, at akførini verða útgjørd við nýggjastu trygdarfyriskipanum, og at tey lúka fremstu trygdarkrøv. Tað er ein sannroynd, at bilarnir eru tryggari í dag enn fyri 10 árum síð ani. Men bilar eldast og slítast, og har við kunnu annars tryggu førini við tíð ini gerast ótrygg. Tí er tað ikki í tráð við null hug sjón ina, tá vit sum samfelag ikki rað festa uppgávuna at kanna okk ara bilar. Fíggjarlógaruppskotið fyri 2014 boðar ikki frá bata, tí játt an in til Akstovuna stendur í stað. Vit mugu bara staðfesta, at ant in mugu bilarnir sýnast - ella má løgtingssamtyktin um Null hug sjón ina sýnast av nýggjum. NULLHUGSJÓN UTTAN SÝN Fyrireikingarnar at gera stóru djúphavnina á Tvøroyri eru nú komnar somikið langt, at klárt er at fara ígongd við sjálvt arbeiðið. Men nógva virksemið á havn ar lagnum á Tvøroyri kem ur í fyrstu røð. Tí hev ur Articon, sum stendur fyri arbeiðnum, fyribils pakk að niður og hevur flutt mask in ur nar aðrastaðni. – Vit mugu laga okkum til virk semið á havnalagnum. Tí tá sjálvt arbeiðið við at seta stál ið upp og fylla í havnina fer í gongd, kemur tað at av marka møguleikarnar hjá stór um skipum at leggja at, sig ur Jón Sigurdsson, stjóri í Arti con. Varðin Pelagic tekur fram vegis ímóti nógvum upp sjóvarfiski, og tí verður ikki mett skilagott at sperra havn ina av fyri stóru upp sjóv ar skip u num júst nú. – Alt arbeiðið verður gjørt í sam ráð við Varðin Pelagic. So vit mugu fyrst fáa grønt ljós frá teimum, áðrenn ar beiðið heldur fram, sigur Jón Sig urds son. Stjórin í Articon metir, at ar beiðið at seta stálið upp, fylla grót í havnina og gera keikantin tekur umleið 4-5 mánaðir. Men enn torir hann ikki at seta dato á, nær ar beið ið verður liðugt. – Nei, tað valdast virk sem ið á havnaøkinum og nær ein skái er, soleiðis at vit sleppa í gongd aftur, sigur Jón Sig urds son. Nýggja djúphavnin á Tvør oyri er 180 metrar lang, umframt 35 metrar av end a kei. Dýpið verður 11 metrar. Fyrireikingarnar til djúphavn lidnar Nú er flettingin fyri og hósk andi er at taka nøkur heiti fram, sum hava samband við krov og flett ing. – Eini avroð eru ávísir partar av flettum seyði: høvd, mør ur, vomb, tálg (netja) og blóð. Summi siga: høvd, føtur, lungu, hjarta, vomb, tálg og blóð. Helst er tað eitt sindur ym ist frá bygd til bygd, hvat verð ur roknað uppí. Ivast nakar í, hvat “mørur” er, kann verða nevnt, at tað er: liv ur, lungu, hjarta, tind (og stund um lundir) í einum, sum hong ur niður úr barkanum. Mørur hevur eisini eina aðra merking. Tað er “tálg uttan um innvøl”. Fleiri mørir eru í seyði, t.d. eygna-, garn- , hjarta-, bløðru- ella koku-, nýru- og oyrn a mør ur. Í krovinum eru fýra ryggj ar stykki: hálsur, háryggur, mjó rygg ur og hárógva (ella drunn ur). Háryggurin er fremsta ryggja r s tykki. – Válgarin er stykk ið av bringuni við trimum teim um fremstu rivunum upp i í. – Huppurin er stykkið, sum er tunn vemb ið við trimum ella fýra rivjabeinum uppií. Fóta mørur er tunnvembið ókruvt, men skorið oman báðumegin. Fingrastaðir kann verða sagt um ljósar og reydligar ríp ur út frá mjórygginum á krovi. Tað er tekin um, at tað er haga gott. Slambur er innvølur og ann að leyst úr seyði, t.d. sperðil, nýru og vomb. Gamalt var, at alt á seyði varð etið uttan gor, gall og milti. – Føturnir vórðu rotaðir og havdir til súpanarbót. Her kann nevnast, at fótur merkir gong u lim ur. Flettari má vara seg fyri ikki at paða ella spáa. At paða er at tumma kjøt upp í skinnið, t. e. av misgáum fáa pað við kjøt slintr um upp í skinnið. At spáa er at skera ov ovarlaga, so ein sker spávøluna upp í fótin, so leiðis at spritan ikki kann sting ast í sperruna. Fletting og krov 10.000 ósýnaðir bilar koyra á førosyku vegunum Málráð frá Orðafragd Marjun Arge Simonsen málfrøðingur og cand.phil. í føroyskum