týsdagur 15. oktober 2013síða 8
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 16. oktober 2013 · Nr. 119
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Jón Brian Hvidtfeldt
1.513 krónur. Tað er tað, sum
Sp/F Bring (fyrr Dimmalætt
ing) hevur á bók, nú fyribils
bústjórin, Sigmund Poulsen,
advokatur, hevur hugt gjøgn
um skjølini.
Sambært yvirliti hjá advo
katinum, sum tó ikki er full
fíggjað, eru samlaðu krøvini
um 4.000.000 krónur.
Týsmorgunin var skifti
rættarfundur hildin í Dóm
húsinum í Havn, har tilfarið
varð lagt fram, og har rætt
urin gjørdi av, at Sigmund
Poulsen, advokatur, heldur
fram sum bústjóri. Næsti
rættarfundur verður 12. des
ember klokkan 9:30.
Á skiftirættarfundinum
vóru umboð fyri starvs
fólkini við Páll Nielsen, ad
vokati, umboð fyri onkrar
kreditorar og fyrrverandi
stjórin
á
Dimmalætting,
Árni Gregersen, sum er stjóri
í felagnum D-Media, sum
Dimmalætting
stovnaði
sama dag, sum síðsta eintakið
av Dimmalætting kom út, 13.
september í ár.
Uppgerðin hjá fyribils
bústjóranum vísir, at allir
fakturar hjá Dimmalætting
eru transporteraðir til P/F
Kimbil, sum hevur veitt fela
gnum eitt lán ímóti trans
porti í fakturunum. Faktura
upphæddirnar skulu gjaldast
beinleiðis til eina konto hjá
P/F Kimbli.
Virðið av hesum fakturin
hjá búnum er tí ásett til 0
krónur.
Blaðsavnið hjá Dimma
lætting er á eini goymslu á
Sandvíkarhjalla, sum felagið
leigar fyri 1.500 krónur um
mánaðin. Í hesi goymslu
eru eintøk av Dimmalætting
langt aftur í tíðina, men ar
kivið er tó ikki fullfíggjað.
– Tí er trupult at áseta
virði, men ein fyribilsmeting
er 25.000 krónur, sigur Sig
mund Poulsen í uppgerðini.
Fáar dagar fyri, at Dimma
lætting (Sp/F Bring) varð send
í skiftirættin, stovnaði skuld
arin eitt dóttirfelag, Sp/F D
Media. Alt innbúgv, teldur
og servarar, eins og nøvnini
Dimmalætting, Bering, biz.
fo, Færø Amtstidendes Bog
trykkeri og domennavnið
www.dimma.fo er flutt yvir
í dóttirfelagið fyri 330.035
krónur. Sambært keypsavtal
uni skal upphæddin rindast
við eini gjaldsavtalu, har
nýggja felagið rindar gamla
felagnum 5.000 krónur um
mánaðin frá 1. januar 2014
at rokna til øll skuldin upp á
330.035 krónur er goldin.
– Virðið av hesi millum
rokning (og dóttirfelagið sum
heild) er treytað av, um mill
umrokningin fær dividendu í
kapping við lønarkrøvini hjá
uppsagda stjóranum í sam
bandi við konkursviðgerðina
av Sp/F D Media.
Uppsagdi stjórin, Árni
Gregersen hevur latið eitt
krav til Sp/F D Media upp á
840.000 krónur, sum er løn í
12 mánaðir sambært sáttmál
anum.
Um so er, at kravið frá
stjóranum verður privileg
erað sambært grein 95 í kon
kurslógini, so fær Sp/F Bring
(fyrr Dimmalætting) ongar
pengar, um so er, at D Media
ikki verður selt fyri í minsta
lagi 840.000 krónur. Tað held
ur fyribils bústjórin tó verða
ósannlíkt.
– Tá krøvini frá stjóranum
neyvan verða priviligerað
undir
konkursviðgerð
av
Sp/F D Media, so verður divi
dendan úr búnum verða býtt
millum Sp/F Bring og stjóran
í lutfallinum 3:8. Tað vil siga,
at um so verður at kreditorar
í Sp/F D Media undir konkurs
verður útgoldið til dømis
300.000 krónur, so vil tað
geva Sp/F Bring í konkurs
umleið 80.000 krónur, heldur
Sigmund Poulsen.
Fyribils bústjórin er ikki
vísur í, hvør eigur tað talgilda
tilfarið, sum liggur á servar
unum, um tað er Sp/F Bring
ella Sp/F D Media.
– Líka mikið, hvør eigur, so
er »Dimmalætting« frá 1997
fram til 2013 tøk í talgildum
formi via teldur á servarum
aðra staðni enn í sjálvum
blaðhúsinum. Talan er um
leypandi útgávur av blaðnum
við greinum, myndum, lýs
ingum og ørðum vanligum
blaðtilfari, sigur bústjórin.
Virðið av hesum dátu
grunni er trupul at virðis
meta, heldur bústjórin, men
talan er næstan bara um
tilfar, sum er skapt av journ
alistum, fotografum, grafik
arum og ørðum, og sum er
vart av reglunum um upp
havsrætt. Vanliga hevur ar
beiðsgevarin rætt at brúka
tilfar av slíkum slag í dagl
igum rakstri, men tað er tó
rættiliga ivasta, um brúks
rætturin kann latast víðari
til onkran annan, heldur Sig
mund Poulsen, sum tí hev
ur ásett virði av hesum til
20.000 krónur.
P/F Vinnuvitan stóð sum
eitt dóttirfelag í roknskapi
num hjá Dimmalætting, sum
nú eitur Sp/F Bring. Sambært
roknskapinum
fyri
2012
hevur P/F Vinnuvitan eitt
virði í roknskapinum fyri
Dimmalætting upp á 356.000
krónur.
Bústjórin skrivar eisini, at
partabrøvini í P/F Vinnuvitan
hava verið pantsett hjá P/F
Nema, men í sambandi við
umfígging skuld í oktober í
2012, hevur Dimmalætting
lænt 1.300.000 krónur frá
Jóhan Andrias Reyðberg í
Klaksvík. Afturfyri hevur
Dimmalætting givið Jóhan
Andrias Reyðberg pant í part
abrøvunum í P/F Vinnuvitan.
Seinni hevur panthavarin
yvirtikið atkvøðurrættin til
øll partabrøvini, og seinni
aftur yvirtikið partabrøvini
tsum ogn sambært pantset
ingaravtaluni.
Restskudlin
til lánveitarin er sambært tí,
sum bústjórin hevur fingið
upplýst,
fleiri
hundrað
túsund krónur. Sambært tí,
ið fyriliggur, eru partabrøvini
í P/F Vinnuvitan ikki longur
ong hjá P/F Bring (Dimma
lætting) og tí hevur bústjórin
sett virðið til 0 krónur.
Bústjórin sigur eisini, at
bæði Sp/F Bring í konkurs
og Sp/F D Media heva nøvn
og hjánøvn, sum kunnu hava
áhuga hjá onkrum keypara,
og tí hevur hann ásett hetta
virðið til 25.000 krónur.
Tilsamans eru aktivni hjá
Dimmalætting (Sp/F Bring)
ásett til eitt virði á 151.513
krónur.
Á passivsíðuni hevur fyri
bils bústjórin fingið nøkur
lønarkrøv, men hann ger tó
eisini vart við, at fleiri krøv
fara at koma, og at tað longu
nú er greitt, at einki verður
at býta til sonevnda "simplar
kravánarar".
Men priviliegerað krøv
eru, so sum lønarkrøv, upp á
1.500.000 krónur.
Bókhaldið er ikki ajour.
Men fyribils bústjórin metir,
at simplu krøvini tilsamans
eru 2.500.000 krónur.
Soleiðis fær hann simplu
krøvini tilsamansm 4.000.000
krónur.
Fyribils bústjórin hevur
hesar viðmerking til tann
bústjóra, sum skuldi setast á
rættarfundinum – sum bleiv
Sigmund Poulsen sjálvur:
• Lat
inn
konkurskrav
mótvegis Sp/F D Media
og avklára lønarkrøvini
hjá stjóranum – um og
hvussu tað skal standa
við, og hvussu støðan er
við privilegium sambært
grein 95, eins og møguligar
umstoytingarspurningar í
samband við yvirtøkuna
av aktivunum í Sp/F Bring
(fyrr Dimmalætting) tiol
Sp/F D Media.
• í neyðugum mun eftir
kanna pantsetingina og
yvirtøkuna av P/F Vinnu
vitan og kanna, um nakað
krav kann koma um, at
handilin skal ganga aftur.
Niðurstøðan
hjá
fyribils
bústjóranum var, at eingir
pengar verða til vanligar
kreditorar hjá Dimmalætting.
Priviligerað krøv, í hesum føri
lønarkrøv, eru tey einastu,
sum
kunnu
vænta
sær
nakað. Men tað verður ikki
nógv. Um nakað verður til
teirra, so verður tað í mesta
lagi millum 5 og 10 prosent
av kravinum, segði Sigmund
Poulsen.
Eingir pengar at heinta
úr Dimmalætting
Vanligu kreditorarnir fáa ikki eitt klovið oyra. Starvsfólk kunnu í mesta lagi rokna við at fáa millum fimm og
10 prosent av lønarkrøvunum. Tað kom fram í Skiftirættinum týsdagin, har Dimmaætting var til viðgerðar