týsdagur 15. oktober 2013síða 18
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 16. oktober 2013 · Nr. 119
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ver við tá Mentanartjaldið á
Glyvrum letur upp uttanfyri
Orkis og Shop In.
Tjaldið letur upp sunnu
dagin við at varaborgarstjór
in Tórbjørn Jacobsen held
ur røðu. Aftaná verður eitt
tónleikainnslag við livandi
tónleikur við Tóka Joensen
(klarinett), Kristinu Troest
Davidsen (violin) og Mary
Frederiksberg (tvørfloyta).
Mánakvøldið
verður
mótakvøld í tjaldinum og
hóskvøldið verður Gourmet
Grillkvøld við Gutta Winther,
har Gutti grillar fyrstafloks
fisk og lambskjøt til øll, sum
hava teknað seg.
Fríggjakvøldið
verður
fiskamarknaður við fiski frá
Sjógæti. Leygardagin skip
ar nýstovnaða rennifelagið
Roysni fyri heilsudegi í tjald
inum, har øll eru hjartaliga
vælkomin.
Øll er hjartaliga vælkomin
at vitja Mentanartjaldið á
Glyvrum.
Sí skrá á:
www.mentanarvikan.fo
Vælkomin til Mentanar
vikuna “Skýming” í Runavík.
Mentanarvikan verður í
døgunum 20. til 27. oktober
2013, og er hetta 9. árið á rað,
at Mentanarvikan verður
hildin,
samstundis
sum
vinnustevnan Faroexpo er.
Vit hava lagt nógva orku
í at menna Mentanarvik
una ár undan ári, og sjálvur
haldi eg, at skráin til hesa
Mentanarvikuna
er
stak
spennandi og áhugaverd og
er fjølbroyttari enn nakran
tíð áður. Í skránni er nógv
at finna bæði til gamans
og álvara – her er veruliga
nakað fyri øll - so vit vóna,
at undirtøkan verður góð.
Eg vil tí sum borgarstjóri
ynskja øllum - bæði nær og
fjar - hjartaliga vælkomin at
vitja okkum her í Runavík
hesar dagar, við ynski um, at
vit øll uppliva nakrar góðar
og gevandi dagar.
Setan av Skýming
2013 & Heilsutiltak
Eins og áður fer Mentan
arvikan í Runavík at bjóða
hópin av tiltøkum fyri allar
aldursbólkar.
Byrjað verður við eini
setan í Løkshøll sunnudagin
20. okt. kl. 15.00, har Siri
Sørensen, blaðstjóri á Kvinnu,
heldir setanarérøðuna.
Á skránni verður m.a.
kórsangur við Gøtu Kirkju
Ungdómskóri, estetiskur fim
leikur, upplestur við felag
num Vencil, tónleikainnslag
við musikskúlanum og eisini
fer hornorkestrið at spæla.
Tiltakið er ókeypis!
Aftaná verður skipað fyri
heilsutiltaki, har møguleiki
verður at fara gongu- ella
rennitúr.
Allir luttakarar fáa húgvu
og vatn frá BankNordik um
framt endurskyn fra Trygd.
Familjutiltak
Mentanarvikan byrjar longu
leygardagin 19. oktober kl.
14.00 við einum familjutiltaki
í Løkshøll.
Í ár verður eitt forvitnis
ligt
sápubløðrushow
at
síggja, og Jákup Veyhe fer at
fortelja um ‘Tey í Mórugøtu’,
sum vit kenna so væl frá
barnaútvarpinum.
Beinir Troest Rasmus
sen og Maria á Lakjuni, sum
bæði nýliga hava givið fløgu
út, fara at framføra nakrar
sangir, og Ásbjørn Berthelsen
fer at framføra eitt størri
og øðrvísi gyklashow enn
vanligt.
Atgongumerki
kunnu
keypast á heimasíðuni www.
loksholl.fo ella við dyrnar ein
tíma undan sýningin byrjar.
Mentanartjaldið letur upp
– Tórbjørn Jacobsen heldur røðu Sunnudagin kl. 18.00
Faroexpo Ráðstevnan 2013
Tíðindaskriv
Altjóða Vinnustevnan Faro
expo, sum verður hildin í
Runavík frá 23.-25. oktober,
hevur nógv áhugavert at
bjóða luttakarunum. Um
framt
partenariatið,
sum
hesaferð verður hildið í
ítróttarhøllini á Skála, verð
ur m.a. ein almenn ráðstevna
í Løkshøll.
Almenna Faroexpo Ráð
stevnan verður hildin fríggja
dagin 25. oktober kl. 13.00-
16.45. Heitið á ráðstevnuni í
ár er Føroyska Fiskivinnan
Uttanfyri ES. Fimm fyri
lestrahaldarar umframt eitt
kjakpanel, fara at mynda ráð
stevnuna.
Ráðstevnan er býtt í
tveir partar. Hin fyrri part
urin, áðrenn steðgin, verður
nevndur Verandi Marknað
arstøða og hin seinni Nýggj
Marknaðarstøða.
Aftaná
framløgurnar verður skipað
fyri einum kjakpaneli við
Una Arge sum orðstýrara.
Føroyar sum brøðrartjóð
ella plága Torstein Solem,
dagligur leiðari hjá Norsk
Pelagisk Forening, fer at tosa
um
fiskivinnusamstarvið
við bæði Føroyar og ES.
Eisini fer hann at greiða
frá teimum sjónarmiðum
norskan vinnan hevur í mun
til føroysku støðuna í fiski
vinnuhøpi.
Pelagiska vinnan á nýggj
um
heimsmarknaði
Bogi
Simonsen,
frá
fyritøkuni
North Pelagic, fer at tosa um
nýggju marknaðarstøðuna,
og um hvussu pelagiska
vinnan fótar sær síðan ES
foringarnar
vóru
kunn
gjørdar. Eisini greiðir hann
okkum frá teirra útlitum og
ætlanum.
ES er svarið
ES setir krøv og avmarkingar.
ES ber seg skeivt at viðhvørt.
Men ES tryggjar stabilitet
í Europa. Og ES kann geva
okkara vinnu teir møguleik
ar, henni tørvar. Skulu Før
oyar mennast, kunnu vit ikki
velja ES frá. Hetta er m. a.
tað Sjúrður Skaale, føroyskt
fólkatingsumboð, fer at tosa
um í síni framløgu.
Alternativir marknaðir
Gustaf Baldvinsson er sølu
stjóri hjá Seagold í Bretlandi
og Ice Fresh Seafood í Íslandi,
sum bæði eru dóttirfeløg hjá
Samherja. Við støði í roynd
unum hjá íslendingum fer
Gustaf Baldvinsson at greiða
frá teirra royndum á altjóða
marknaðum. Eisini gevur
hann sítt boð uppá, hvussu
ein komandi marknaðarstøða
fyri Føroyar kann síggja út.
Avleiðingar fyri
aðrar vinnur
Á ráðstevnuni tosar Bergur
Poulsen, formaður í Føroya
Arbeiðsgevarafelag og fyrr
verandi stjóri á Havsbrún,
um tær avleiðingar ES forð
ingarnar hava fyri aðrar
vinnur í Føroyum.
Ráðstevnan er
ALMENN
Fyrilestrarnir eru viðkomandi
bæði hjá eintaklingum og
virkjum. Ráðstevnan verður
hildin á skandinaviskum og
enskum máli. Kunning og
tilmelding á www.faroexpo.
fo. Til ber eisini at ringja til
VRG tlf. 666600. Um luttikið
verður í ráðstevnuni, ber eis
ini til at tekna seg til veitslu
døgurðan, ið verður hildin
í nýggja Skótahúsinum við
Løkin
fríggjakvøldið
25.
oktober kl. 19.00.
Føroyska Fiskivinnan Uttan fyri ES
Sí teinar á kortinum , ið kunnu rennast/gangast frá Løkshøll!