Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-10-15, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. oktober 2013síða 27

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 Mikudagur 16. oktober 2013 · Nr. 119 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Minningarorð um Poulinu Djurhuus 22.11.1959 - 16.10.2012 Nú er eitt ár fráliðið síðani okkara kæri starvsfelagi Pou­lina so brádliga var tikin frá okk­um øllum. Ikki grunaðu vit hendan mánadag seinnapart at hetta skuldi verða síðstu fer vit sóust, hon var sum altíð glað og væl fyri. Rópti “Bei, síggj­ast í morgin”, og trippini fjaraðu burtur. Um kvøldið vórðu vit upp­ringd um at hon sama dag hevði fingið eina heila­ bløðing. Bert eitt døgn eftir var hon farin og vit stóðu spyrjandi eftir. Hvussu kundi hettar henda beint nú ? Okkum untist at hava hana sum starvsfelaga í 5 ár, hon kom sum eitt frískt lot. Hon gjørdi sítt arbeiði til lítar, var nærløgd, kvik og sera vinarlig. Poulina fylti nógva har sum hon var, mangan hava vit sakna hennara títtu trip runt í húsinum. Hennara altíð jaligu viðmerkingar, og hennara stuttliga forvitna lindi ríkaði okkara dag. Hennara lív hevði tó sín­ar avbjóðingar, men hóast hetta var hon altíð lívsglað, smíl­ andi og jalig. Altíð við einum góðum orði og hevði ein heilt serstakan eginleika at venda alt til tað góða. Lívið bleiv hesa síðstu tíðina tó ein dansur á rósum, hon møtti Hendrik eitt knapt ár frammanundan og gjørdust tey sera góð. Hon var so for­elskað, at har var vár­gleði hvønn dag og kær­ leikin spíraði. Hon tosaði mangan um teirra romantisku kvøldtúrar, vikuskiftir í Skúvoy og fram­ tíðardreymar. Hon sá ljóst uppá framtíðina og gleddust vit saman við henni. Tíðin hjá teimum báðum bleiv tó alt ov stutt. Hon var ein fantastisk mamma, ein ordans hønu­ mamma. Mangan hava vit hoyrt hana ringja heim ígjøg­num arbeiðsdagin altíð so mild og kjerlig. Børnini fyltu nógv í hennara lívi og tíverri náddi hon ikki at upp­ liva gleðina at gerðast omma, sum hon gleddi seg so nógv til. Poulina segði ongantíð naka ringt um nakran og kundi tala at um onkur annar fór ov langt við slíkum. Henni untist tíverri ikki eitt langt lív, men vit kunna tó gleðast um at hon dugdi at fáa tað besta burtur úr lívinum, ja hvørjari einstakari løtu. Góðu tit Magni, Jón, Anna Sofía, Dávur & Hendrik. Okkara tankar leita mangan til tykkum har saknurin er stórstur. Má Jesus pápi signa tykkum. Starvsfelagarnir Til minnis um Jenny Davidsen (Fødd Mikkelsen) f 05.10.1922 +13.10.2013 Jenny, hon var omma mín, sum farin er um sýn. Hon aldur høgan bar so væl, so fitt, so blíð og fín. Eitt punktum eg vil unna tær um tíð, sum farin er, og alt tað góða tú mær gav á míni ungdómsferð. Eg minnist væl, tá eg sum barn á vitjan kom hjá tær. Tú vart so blíð, so sera blíð mong bomm har gavst tú mær. Og tá ið mamma, pápi við ei kundu passa meg, tá høvdu vit til fastan sið at ringja beinanveg. Til Miðhaga so leiðin gekk, eg minnist tað so væl. Á turkiløgum hoyggi hekk, vit vóru øll so sæl. Men tá ið dagur runnin var, vit vóru øll so móð, til songar okkum sluppu har, ið kampingvognur stóð. Tú søgur nógvar hevur sagt um, hvussu alt var fyrr. Sum børn vit altíð lýddu á og sótu púra kvirr. Men enn mær dámdi sera væl, teg hoyra siga frá, tú visti nógv um farnu tíð og okkum gav góð ráð. Tú altíð Harran við tær bar og bygdi á Guds orð, og hvussu hann á tíni ferð, tær dekkað hevur borð. Tú ljós ein undir skeppu bar men lat tað skína bjart. Ein' fyrimynd mítt eyga sær, nógv gott eg havi lært. Ein bjartur viti nú er vekk, ið lýsti mær á veg. Takk omma fyri alt eg fekk, eg sakni longu teg. Men Jesus turkar tárið mítt, tí heima tú nú er hjá abba, har ið alt er nýtt - vit síggjast einaferð! Hvil í friði, omma. Heilsan Sólgerð 25 ára starvs­dagur 17. oktober 2013 hevur Jan Mortensen, Oyrarbakki ar­ beitt sum linjumaður hjá El­ felagnum SEV í 25 ár. Gullbrúdleyp Sunnudagin 20. oktober hava Sanna og Thomas Petersen á Sandi verið gift í 50 ár. Dagurin verður hildin saman við børnum við familju. 70 ára føðingardagur Mánadagin 21. oktober verður Bodil Olsen, Strendur 70 ár. Dagurin verður hildin inni í Kelduni í Skálafirði frá kl. 18. Øll eru hjartaliga vælkomin. 80 ára føðingardagur Mikudagin 6 november verður Hans Jacob Andrea­ sen Klaksvík (vanliga nevn­ d­ur Hans Jacob hjá skop­ uninginum) 80 ár. Dagur­in verður hildin leygardagin 9. november fra kl 17 í høl­ unum hja Klaksvíkar Hús­ møðra­felag, Bøgøtu 3. Øll eru vælkomin. 75 ára føðingadagur Hósdagin 17. oktober verður Heini Nielsen, Sandavági, 75 ár. Dagurin verður hildin í Meinigheitshúsinum leyg­ ar­dagin 19. oktober kl. 18.00. Øll eru hjartaliga væl­kom­ in. 70 ára føðingardagur Hósdagin 17. oktober verður Sonja Mathea Hansen 70 ár. Dagurin verður hildin heima við hús Við Garð í Leirvík frá umleið kl 18,. Veri vælkomin. Gullbrúdleyp Leygardagin 26. oktober hava Anny og Jens Pauli Mid­jord, Tvøroyri, gull­ brúd­leyp. Vælkomst verður í heim­inum á Sjógøtu 84 mill­um kl. 12:00 og 17:00. Gullbrúdleyp 10. november hava Hildi­ garð og Regin Djurhuus ver­ið gift í 50 ár. Dagurin verð­ur hildin leygardagin 9. november kl. 18:00 í Ment­ anar­húsinum í Fuglafirði. Tey, sum ynskja at gleða okk­um við at halda dagin sam­an við okkum, verða vinar­liga biðin at siga frá áðrenn 19. oktober hjá Hildi­ garð á 226130 ella hjá Regin á 560020. Silvurbrúdleyp Týsdagin 26. november hava Meigin og Magni Berthold­ sen, Hvalba, silvurbúdleyp. Dagurin verður hildin 23. nov. í høllini í Trongisvági kl. 19.00. Tey, ið ynskja at halda dagin saman við okkum, verða biðin um at siga frá innan 23. okt. á tlf. 375022, 575022 ella 575035.