Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-10-15, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. oktober 2013síða 39

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

39 Mikudagur 16. oktober 2013 · Nr. 119 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tróndur Arge Joseph Hickersberger, sum var landsliðsvenjari hjá Eyst­ urríki 12. september í 1990, tá Føroyar vunnu minniliga 1-0 sigurin á Eysturríki er á fyrsta sinni komin til Før­ oya. Joseph Hickersberger skal verða viðmerkjari hjá eyst­ur­ríkskum sjónvarpi til dyst­in. Hickersberger viðgong­ur, at tað fyllir enn nógv í hans­ ara lívi, at hann tapti ímóti Før­oyum, men hann hev­ ur havt eitt gott fótbóltslív síðani tá, har hann m.a. hev­ ur vunnið meistaraheiti í fýra ymiskum FIFA-londum, umframt, at hann aftur var landsliðsvenjari, tá Eystur­ ríki á heimavølli varð vertur fyri EM-endaspælinum í 2008 saman við granna­landi­ num, Sveis. Hickersberger heldur, at tað føroyska landsliðið spælir nógv betri fótbólt, enn teir gjørdu í gomlum døgum, og at føroysku spælararnir duga betri at flyta bóltin, eisini tá Føroyar í mars taptu 6-0 ímóti Eysturríki á útivølli. Undirmetti Føroyar Í samrøðu við Hera Simon­ sen til in.fo viðgongur Jos­ eph Hickersberger, at hann undirmetti Føroyar eitt sind­ ur. Hann leggur eisini dent á, at hansara lið var gott til tann dystin. - Kanska vit undir­mettu Føroyar eitt sindur, men tað var mín feilur og eg bleiv revsaður. - Liðið hjá okkum tá var ikki so vánaligt. Vit høvdu akkurát verið til endaspæl­ið í HM í Italia. Vit høvdu Toni Polster og Gerhard Rodax í álopinum, sum báðir vóru yrkisspælarar í Spania, sig­ur fyrrverandi landsliðsvenj­ arin hjá Eysturríki. - Vit spældu ein vánaligan dyst, men sigurin hjá før­oy­ ingunum var rættvísur. Vit kundu ikki gremja okkum eft­ir dystin, tí vit gjørdu ikki nokk til at vinna dyst­in, staðfestur Joseph Hick­ers­ berger, sum misti lands­liðs­ starv­ið eftir dystin. Bilsin av Føroyum Í samband við landsdystin móti Eysturríki á Tórsvølli, so er Joseph Hickersberger komin til Føroyar, tí hann skal verða viðmerkjari hjá eysturríksum sjónvarpi. - Hetta er fyrstu ferð, at eg eri í Føroyum. Eg eri bilsin av hvussu stilt og róligt alt er í Før­oyum, og ikki minst flotta lands­lagnum. Tað er deiligt at vera her. Eg havi fingið ein jaliga fatan av Føroyum nú. Eg havi sjálvandi eina søgu saman við Føroyum. Sjálvt um tað eru 23 ár síð­ani, so havi eg enn ringt minn­ir frá dystinum, sum vit taptu. Tapið kom illa við og kensl­an eftir dystin var bittur, sigur Joseph Hickersberg­er, sum er prátingarsamur og í góð­ um lag. - Eg hugsaði ikki so nógv um dystin og tað var ikki so týdningarmikið at fáa við­gjørt dystin. Tað var hin­ vegin týdningarmikið hjá mær at blíva ein venjari aft­ur. Eg misti jú starvið sum landsliðsvenjari eft­ ir dystin, og tað tók tíð at koma fyri meg, sigur Jos­eph Hickersberger, sum stutt sein­ni fekk arbeiði í Týsk­ landi. - Eg var heppin at koma fyri meg aftur. Fáar mánað­ ir seinni arbeiddi eg í týsku Bund­esliguni í Fortuna Duss­ eldorf. Síðani havi eg vunn­ið meist­ara­heitið í fýra lond­um og verið venjari hjá Eyst­ur­ ríki í einum enda­spælið. So eg kom víðari, stað­fest­ur Jos­ eph Hickers­berg­er smíl­andi. Letur væl at føroyska spælinum Joseph Hickersberger held­ ur, at føroyska landsliðið í dag spælir flottan fót­bólt. Hóast avrikið í Eysturríki hev­ur fingið nógvan kritikk í Føroyum, so helt Joseph Hickersberger ikki, at talan var um so stóran um á lið­ num. - Eg var á leikvøllinum til dyst­in í mars mánaði. Eg var bilsin av føroyska liðnum, sum spældi framrættaðan fótbólt. Teir vardi ikki bara, men royndu at leypa á. Tað blivu teir revsaðir hart fyri. Undir dystinum hevði eg ikki kenslu av, at munurin fór at blíva so stórur, sigur fyrr­ verandi landsliðsvenjari hjá Eysturríki. Hann hevur verið í Før­oy­ um í nakrar dagar og hevur sæð føroyska liðið vant. Hann letur væl at. - Tað, sum eg havi sæð hesar dagarnar eg havi ver­ ið í Føroyum til venjing, er at liðið leypir á við fleiri fólk enn fyri tjúgu árum síð­ani. Teir royna at spæla fót­bólt. Tá var tað bara mót­álop, men í dag royna teir at koma fram á vøllin við bólt­inum. Tað er nógv betri fótbólt­ur, sigur Joseph Hickersberg­er at enda. Hann hevði als ikki hug at renna undan torføru spurn­ingunum, men tóktist meira sum ein maður, ið var sinnaður at leggja øll kort­ini á borðið. Joseph Hick­ers­ berger verður altíð eitt navn vit kunnu seta í samband við helst størsta fótbóltsskelk­in í bæði føroyskari og eyst­ urrískari fótbóltssøgu. Nú hev­ur hann so lagt síni kort á borðið. Eg undirmetti Føroyar Tað sigur Joseph Hickersberger, sum var landsliðsvenjari hjá Eysturríki, tá Føroyar vunnu víðagitna 1-0 sigurin í Landskrona. Nú viðgongur Joseph Hickersberger, at hann undirmetti Føroyar og bleiv revsaður. Hann kallar sigur fyri “rættvísan” 23 ár seinni: Joseph Hickersberger: Fyrrverandi landsliðsspælarin og lands­liðs­ venj­arin hjá Eysturríki er í blivin 65 ára gamal. Sum spælari spældi hann bæði í Týsklandi og í Eysturríki. Hann náddi eisini at spæla 39 landsdystir og skjóta 5 mál fyri Eysturríki í tíðarskeiðnum frá 1968 til 1978. Hansara fyrsta uppgáva sum venjari var at venja landsliðið hjá Eysturríki. Tað gjørdi hann frá 1988 til lagnudagin í Landskrona. Hann var aftur landsliðsvenjari frá 2006 til 2008, tá Eysturríki saman við Sveis vóru vertstjóðir fyri EM endaspælinum. Hann hevur eisini ver­ið venjari hjá Austria Wien og Rapid Wien, um­ framt landsliðsvernjari hjá Bahrain og fleiri fel­øg­um í miðeystri.