Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-10-17, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. oktober 2013síða 8

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 18. oktober 2013 · Nr. 120 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tíðindi Jón Brian Hvidtfeldt - Sum stovnur mugu vit alla tíðina handla út frá givnum karmum. Og 1. februar var støðan tann, at eingi útlit vóru til at fáa hægri játtan til Marknagilsdepilin. Tí varð byggileiðarin sagdur úr star­vi. Tað sigur Ewald Kjøldbro, tá vit spyrja hann um orsøkina til at Ragnar Juul Gutte­sen varð sagdur úr starvi, bara smáar fimm mán­að­ir eftir at hann hevði skriv­að undir sáttmála við Landsverk um at vera byggi­ leiða­ri í Marknagili, meðan skúla­depil­in varð bygdur. Ragnar Juul Guttesen fekk hoyringssvar um upp­ søgn, tríggjar dagar eftir at Ewald Kjøldbro hevði sent Menta­málaráðnum sína spari­ætlan, ið tó fór at krevja eyka­játtan á 64 milliónir krón­ur. Sambært Ewaldi Kjøldbro var einki grundarlag fyri starvi­num sum byggileiðari. - Byggileiðarin varð sett­ ur í starv við tí for­treyt, at arbeiðið at gera Mark­nagils­ depilin skuldi byrja í 2012, sigur Ewald Kjøldbro. Skjølini í málinum stað­ festa tó, at tilboðini til Mark­ na­gilsdepilin vórðu latin upp 28. august 2012, og tey lógu sum kunnugt 155 millión­ir krónur omanfyri karm­ar­ nar. Ragnar Juul Gutte­sen skrivaði undir sátt­málan við Landsverk 4. september 2012. Tí kendi Lands­verk for­treyt­ ir­nar, tá byggi­leiðarin varð sett­ur í starv. - Ja, tað er møguligt, svar­ ar Ewald Kjøldbro stutt, tá vit fyrihalda honum hetta. Hóast Ewald Kjøldbro sendi Mentamálaráðnum sítt tilmæli um sparingar 28. janu­ar í ár, so heldur hann fram­vegis fast um, at hann hevði einki politiskt signal fing­ið um, at undirtøka fór at vera fyri at játta fleiri pengar. - Nei, hinvegin var tað al­ ment kent, at man vildi ikki játta fleiri pengar til Mark­ na­gilsdepilin, sigur Ewald Kjøld­bro ídag. Skjølini í málinum vísa tó, at landsstýrismaðurin í menta­málum tók tilmælið frá Landsverki til sín, og 28. febru­ar var lógaruppskot við eykajáttan á 64 milliónir liðugt orðað. Broytta verklagslógin varð løgd fyri løgtingið 7. mars. Hon fekk sera jaliga mót­tøku, og tá avtornaði varð lógaruppskotið einmælt sam­tykt, 22. mars í ár. Uppsagnarmálið móti Rag­ nari Juul Guttesen, við advo­ katum á báðum síðum, vardi tó væl longri enn viðgerðin av eykajáttanini um tær 64 milliónirnar. Og tá Bjørn Kalsø setti hakan í Mark­na­gil, 15. apríl, var upp­sagn­ar­málið hjá Ragnari Juul Guttesen framvegis ikki av­greitt. Ikki fyrr enn advokaturin hjá byggileiðaranum hóttir við at kæra uppsøgnina til Inn­lendismálaráðið, tann 29. apríl, kemur ferð á málið. Ikki fyrr enn í mai mánað skrivar stjór­in fyri Landsverk undir frá­far­ing­ar­avtalu við Ragnar Juul Guttesen. Men í dag hevur Ewald Kjøld­bro ongar viðmerkingar til semjuna. Og stjórin vil held­ur ikki svara, hví tað í mai mánað framvegis var neyðugt at siga Ragnar Juul Guttesen úr starvi við grund­ geving um manglandi játtan og arbeiði, aftaná at hann hevði fingið eykajáttan á 64 millión­ir, aftaná at hakin varð settur í og tíðarætlanin fyri arbeiðið annars fram­ veg­is var tann sama, sum tá Ragn­ar Juul Guttesen var sett­ur í starv. - Nei, eg havi onga við- merk­ing, svarar Ewald Kjøld­ bro. Hann vil heldur ikki fyri­ halda seg til kæruna, sum var á veg út í Innlendismálaráðið. - Onga viðmerking, svarar Ewald Kjøldbro. Góðskutrygging Sum nevnt í aðrari grein hevði Ragnar Juul Guttesen fleiri viðmerkingar um verk­ ætlan­ina í Mark­na­gili. Við­ merkingar um mangl­andi ella sera vána­liga góðs­ku­ trygg­ing av ar­beið­num. Við­ merkingar, sum eftir øllum at døma vístu á, at Lands­ verk kendi ov lítið til sína egnu verkætlan. - Eg svari ikki uppá hatta har. Eg havi ikki fleiri við­ merkingar, sigur Ewald Kjøld­bro, tá vit leggja hesar upp­lýs­ingar fyri hann. Stjórin fyri Landsverk vil tó fegin siga, at Landsverk hevur eitt ”vælfungerandi” eftir­lit ídag. Spurdur beinleiðis, um hann kann tryggja at prísurin fyri Markna­gils­ depil­in, tilsamans 515 millió­ nir krónur, nú eisini fer at halda, svarar stjórin fyri Lands­verk: - Vit stýra prosessini so pro­fessionelt sum tilber. Og tað gera vit vit væl saman- settum sáttmálum, eftirliti og góðari leiðslu, sigur Ewald Kjøld­bro. Hóast spurningurin verð­ ur endurtikin fleiri ferðir, so fæst stjórin á Landsverki ikki siga, at hann í dag kann veita vissu fyri, at prísurin held­u­r. Tá fíggjarnevndin hjá løg­ tingi­num í mars mánað setti stjóra­num á Landsverki sama spurning, svaraði Ewald Kjøldbro: - Meirkostnaðurin á 64 milliónir krónur er grund­að­ ur á framdar tillagingar og sparingar, ið Landsverk sam­ an við ráðgevum og ar­beiðs­ takarum, síðani 28. august 2012 hevur arbeitt seg fram til. Hetta arbeiðið er sostatt bes­ta boðið, Landsverk hev­ ur uppá ein kostnað, sum kann halda. Ewald Kjølbro: Óvissan noyddi meg at handla Stjórin fyri Landsverk tvíheldur um, at stór óvissa var um, hvørt Marknagilsdepilin fór at vera veruleiki. –Eg má handla út frá givnum karmum og tí varð byggileiðaran uppsagdur, sigur Ewald Kjøldbro. Skjølini í málinum vísa tó, at Ewald Kjøldbro undirskrivaði fráfaringaravtalu við Ragnar Juul Guttesen, aftaná at løgtingið hevði játtað 64 milliónir krónur afturat til Marknagilsdepilin, og spakin var settur í føroya størstu byggiverkætlan