hósdagur 17. oktober 2013síða 34
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 120 · 18. oktober 2013
2
VIKUSKIFTI
filmur
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Á altjóða filmsstevnuni, sum verður
hildin í Rom um góðar tvær vikur
vikur, verður nýggi filmurin hjá films
sleikstjóranum Nils Malmros frum
sýndur.
Filmurin, sum eitur ”Sorg og glæde”,
hevur longu fingið nógva umrøðu, tí
hann er ógvuliga persónligur. Filmurin
snýr seg um tilburðin, tá ið kona Nils
Malmros, Marianne, í einari psykosu
gjørdi av við 9 mánaðar gomlu dóttur
teirra.
Nils Malmros hevur ikki viljað sagt
tað stóra um filmin ella hendingina
enn, men hann váttaði í summar fyri
Sosialinum, at filmurin byggir á eina
veruliga hending.
– Tað er rætt, at kona mín í eini
psykosu drap dóttur okkara fyri 29
árum síðani. Hon hevði tá verið innløgd
í tveir dagar á Psykiatrisk Hospital í
Risskov við eini manio-depressivari
psykosu, men var komin heim at halda
vikuskifti. Eg var tíverri úti og helt ein
fyrilestur, meðan hendingin fór fram,
segði Malmros, sum er Føroyavinur og
leikstjórnaði filmin um Barbaru.
Týdningarmikil filmur
Nýggi filmurin verður frumsýndur í
Rom tann 11. november, har han skal
luttaka í høvuðskappingini á films
stevnuni.
Helle Fagralid, sum hevur ættarbond
til Klaksvíkar, og Jakob Cedergren hava
leiklutirnar sum Malmros-hjúnini.
Nils Malmros, sum hevur gjørt
nógvar persónligar filmar, kallar kom
andi filmin fyri tann týdningarmesta í
sínari karrieru.
Á okkara leiðum verður filmurin
frumsýndur 14. november.
Løttu uppgáv
urnar fyrst!
Redaktørur: Eyðun Klakstein
Útgevari: Sosialurin, www.sosialurin.fo
Sniðgevi/umbróting: Pætur Eyðunsson Jensen, Sosialurin
Forsíðumynd: Óli Breckmann / Mynd: Heinesen Myndir
klumman
Simona
Weihe
Nýggi filmurin hjá Nils Malmros, sum snýr seg um
hendingina, tá ið kona hansara drap 9 mánaðar gomlu
dóttur teirra, verður frumsýndur í Rom í næstum
Hóast kvøldini leingjast, og eg sakni longu,
ljósu dagarnar, so er ymiskt, sum hoyrir heyst
inum til, sum mær dámar so væl. At síggja
náttúruna skifta ham, hoyra fólk tosa um,
hvussu gongur við skurðinum, fuglarnir flykkj
ast, kvøldskúlarnir eru byrjaðir aftur, og so
longu nú er heystfrí hjá børnum og vaksnum.
Aftur ímóti hesum so hugnaliga og útrokni
liga eru viðurskifti í samfelagnum, har alt er
meira sum eitt forstýrað og stevnuleyst sirkus.
Í løgtinginum gera lygivætti, syndabukkar,
orðloysingar og íspeglar tað næstan ómøguligt
hjá teimum meira seriuøsu at fáa nakað skyn
samt gjørt. Men soleiðis hevur skilið verið so
leingi, at ilt er at ímynda sær, at tað verður
øðrvísi. Tað kunnu vit bara takka okkum
sjálvum fyri. Tey eru spegilsmyndin av okkum
veljarum.
Tey gera eins og næmingar, tá tey fara til
próvtøku, fara fyrst í gongd við tær løttu upp
gávurnar og koma seinast ella als ikki til tær
tungu. Keglast um tunlar í vikur og mánaðir,
møsna um føroyingar, sum sigla og arbeiða
uttanlands. Sita við samanløstum varrum
og illum eygum, tá onkur dittar sær at taka
álvarsom evni upp sum sparing og nútímans
gerð á sjúkrahúsøkinum. Tosa als ikki um,
hvussu vit skulu raðfesta útbúgvingar, tað er
hvørjar fara vit at fáa brúk fyri at útbúgva
fleiri og færri av. Tíðin skal bara ganga til
næsta val.
Tann 30. september var freistin úti at skriva
seg upp á bíðilistan hjá Bústøðum. Upplýst er,
at tað fer at kosta frá 5.000 krónum og uppeftir
um mánaðin at leiga hesar íbúðir. Hvør mál
bólkurin er, veit eg ikki. Men tað eru so ikki
einlig við miðalinntøku uttan ella við børnum.
Ei heldur pensjónistar við fólkapensión og
samhaldsfasta. Hevði ikki ímyndað mær, at tað
skal vera uppgávan hjá Bústøðum at byggja
dýrar íbúðir. Men sum við so nógvum øðrum,
so er henda nógv saknaða og at byrja við so
góða ætlan um at fara av sporinum. Men vit
eru so von við at ætlanir útvikla seg so merki
liga, at vit kanska høvdu ikki væntað annað.
Helst best, um teir bara hildu seg til fígging.
Hvør veit!
Oman á tað heila, so kemur bara ein avís út.
Tú kanst siga, at upplýsingarkeldurnar torna
upp. Vit hava eitt lýsingafongt og kaffisutlandi
kringvarp og eina útmødda Rás2. Ymsu portal
arnir eru ójavnir í dygd, men fyri tað mesta
sera grunnir. Teir hava tó tað til felags, at teir
góðtaka ljótar og niðrandi viðmerkingar. Hóast
nógv orka verður brúkt í skúlunum at fyri
byrgja happing, so sær tað út til at hatta slagið
av happing og útspilling góðtaka vit bara.
Hóast hesar døpru tankar, so er tíbetur nógv
at gleðast um: Stóra arbeiðið hjá Frelsunarher
inum at hjálpa teimum heimleysu og neyð
støddu. Felagsskapurin »Í menniskjum góður
tokki«. Øll tey hjartagóðu og hjálpsomu, sum
ósjálvsøkin rætta eina hond, har á stendur.
Bæði heima og uttanlands. Og ikki at gloyma
nýggja áhugafelagið »Tign«, sum arbeiðir fyri
áhugamálum teirra eldru og óhjálpnu.
Gleðiligt er eisini, at hóast okkara la-la-
medferð og tað-gongur-nokk-hugburð, so eiga
vit jarðbundin fólk, sum gera allan munin. Tey
eiga tøkk uppiborna.
So segði
hon...
Malmros-filmur
frumsýndur í Rom
– Eg havi sett mær fyri, at eg vil ikki vera
ein súr, negativ og keðilig kona, sum er
beisk inn á sína lagnu. Eg vil liva lívið.
Ruth Thomsen, ið gjørdist blind
sum 25 ára gomul
Nils Malmros saman við høvuðsleikarunum í nýggja filminum