Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-10-22, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. oktober 2013síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 23. oktober 2013 · Nr. 122 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Oddagrein Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum! Dagsins redaktørur: Eyðun Klakstein Jón Brian Hvidtfeldt jonbrian@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tíðindaleiðari Jón Brian Hvidtfeldt jonbrian@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Kaj Leo Johanne­sen Á síðu 10 Hetta snýr seg ikki um jóla­gávur Christian Andreasen Á síðu 18-20 Lars Olsen tryggjar støðufesti Eftir fimm árum í Tinganesi er Kaj Leo Holm Johannesen nú sann­ førd­ur um, at lønarviðurskiftini og gylta eftirlønarskipanin hjá lands­ stýrisfólkum skal broytast. Vit kunnu sjálvandi undrast á, hví tað tekur fimm ár at koma til hesa niðurstøðu. Serliga tá tey flestu í sit­ andi landsstýri nú eru kom­in hartil, at tá valskeiðið er runnið, hava tey upp­ tjenað sær full­an pen­sjóns­rætt. Tey hava tá ikki fyri neyð­ini at tvíhalda um henda gylta rætt­in til eftirløn, ið lyftir virðið á saml­aðu árslønini upp um hálva triðju millión. Í blaðnum í dag greiðir Kaj Leo Holm Johannesen frá, at nú verður roynt at gera eina skiftisskipan, frá verandi til nýggju lønarskipan, ið skal koma í gildi eftir næsta løg­tingsval. Tí her koma at vera fólk, sum vera politikarar, bæði í gomlu og nýggju lønarskipanini. Meðan tilmælini í álitinum frá arbeiðsbólkinum, ið løg­ maður byggir sítt arbeiði á, eru sera greið, so hevur bólkurin ikki loysnina á skiftistíðini. Tann loysn­in liggur tí hjá løgmanni. Avbjóðingin hjá Kaj Leo Holm Jo­ hannesen er tí at finna eina skiftis­ skipan, ið hevur sama signal­virði sum sannføringin hjá løgmanni í hes­um máli. Løgmaður sigur seg vilja broyta verandi skipan, tí hon eftir hans­ara tykki er órímilig. Tað er órími­ligt at upptjena sær rætt til fulla pensjón eftir bert átta árum, heldur løgmaður. Rímiligheitin hjá løgmanni má so eisini síggjast aftur í skiftis­skipanini, soleiðis at hon ikki reelt bara gerst ein eyga góðbiti til tey, sum í dag ráða fyri borgum. Samstundis sum vit taka hatt­in av fyri løgmanni, ið nú loksins vil fáa viðurskiftini uppá pláss, so stendur tað framvegis sum ein ljótur blettur í myndini, at tað skuldu ganga fimm ár og skuldi vera neyðugt við trimum álit­um frá arbeiðsbólkum, áðrenn sam­gongu­leiðarin í Tinganesi nú handlar. Tað er lætt at síggja myndina av einum løgmanni, sum við vilja hevur skundað sær somikið spakuliga, at hann og hansara fólk hava fingið pensjónina í hús, áðrenn lukrativa skipanin verður broytt. Og tað er somuleiðis lætt at síggja myndina av einum løgmanni, sum nú vil broyta skipanina, so­leiðis at hann og hansara fólk í fram­tíðini fáa aðrar ágóðar í staðin fyri ta pensjón, sum tey longu hava upptjenað sær rætt til. At tey vilja geva sær sjálvum í posa og sekk. Okkara løgmaður og hansara lands­stýris­fólk hava longu fingið sær upp í fullan posa av eftirløn. Skulu tey eisini hava upp í ein full­an sekk av nýggj­um lønum og eftir­lønum, so fer botnurin undan øllum trúvirði. Skiftisskipanin frá gomlu til nýggju skipanina vil geva eina ábend­ ing um, hvussu løgmaður definerar rímiligheit. Av hesum stað kunnu vit bara heita á løgmann um at brúka skiftið frá verandi skipan til eina nýggja skipan sum eitt gott høvi at endurskapa álitið millum fólk á, at sama rímiligheit er galdandi fyri høg og lág. Marknagil: Byggileiðari keyptur til tøgn s6-8 U21 í Týsklandi: Besta PR fyri føroyskan fótbólt Ítr s25-31 Fríggjadagur 18. oktober 2013 Nr. 120 87. árg. kr. 25,00 HETTA VIKUSKIFTIÐ Í MYLNUNI Rundstykkir Vanl prísur 4 95 Føroya Bjór sodavatn Afturat lønini til landsins leiðarar kemur ein fjald og lukrativ eftirløn. Útreiðslan er ongastaðni bókað, men hevur tó virði á nógvar milliónir, sum eftir fáum árum í Tinganesi tryggja løgmanni og lands stýris fólki eina pensjónistatilveru í marg­ læti. Sí roknistykkið inni í blaðnum s4-5 LoyniLiga Lønin:iii Orð við biti Og viti Óli breckmann Les Sosialin á telefonini um árið í pensjón tvær mió Løgmaður Nú rýma Johan og Rakul Dals­gaard úr Fámará. Tað vátta tey fyri in.fo. Kringvarpið visti á mid­ degi í gjár at siga, at tey nú hava fingið boð úr Fiski­ mála­ráðnum um, at Bún­ aðar­stovan hevur borið seg lóg­liga at, og at hjúnini tískil fara úr Famará Fiskimálaráðið sigur, at hóast Búnaðarstovan í ein­ um føri hevði tikið ósak­lig aldursatlit, og hóast hon ikki hevði útvegað sær ískoytis­ upplýsingar, er av­gerð­in um, hvør skal hava festið, lóglig. Sostatt staðfestir Fiski­ mála­ráðið avgerðina um fest­ ið í Fámara. – Vit kundu gjørt av at kært og klagað til Løg­ting­ sins Umboðsmann og aðrar stovnar, men vit hava gjørt av at blaka handklæði í ring­ in, siga Johan og Rakul Dals­ gaard.  Tey siga, at nú fara tey at pakka og um eina viku eru tey farin úr Fámará. Í fyrstu atløgu fara tey til Havnar, men tey eru farin at kanna aðrar møguleikar. Eitt nú hava tey funnið ein bóndagarð á Fjóni, sum tey hava fingið gott eyga til. – Ætlanin er at flyta av landinum í vár.  – Fámará hevur fylt alt okkara lív í tvey ár. Hetta hev­ur verið ómetaliga hart, serliga eftir at streymurin varð tikin í vár. – Í meiri enn tvey ár hava vit brúkt alla okkara orku og allar okkara pengar upp á at varðveita festið, tí vit eru so góð við staðið. – Tað var við at slíta okk­ um upp, men Fámará hevur ikki størri týdning, enn vit bæði hava sum menniskju, og tískil hava vit nú tikið tað støðu, at nú er nokk, og tí geva vit skarvin yvir, siga Johan og Rakul. – Hetta kann ikki sleppa at fylla alt í okkara lívi long­ ur, og tí halda vit nú upp at, leggja tey afturat. – Stjórnin í Nigeria hevur boðað frá, at hon ætlar at minka um innflutningin av fiskavørum við tí enda­máli at stimbra lokala fiska­ fram­leiðslu, serliga fiska­ aling­ina. Tað veit Vinnuhúsið at siga og vísir til keld-ur­ nar seafoodsource.com, fis. com og businessdayonline. com. Lagt verður aftrat, at ætlanin hjá stjórnini er  stigvíst at seta í verk inn­flutn­ings­kvotur og at hækka tollin á fiskavørum mun­andi næstu fýra árini. – Málið er, at fiska­inn­ flutn­ingurin skal minka við 25% um árið tey næstu árini, skrivar Vinnuhúsið. Nigerianski innflutn­ ing­urin av fiskavørum hev­ ur stóran týdning fyri før­ oyska fiskaútflutningin, og við Hagstovu Føroya sum keldu skrivar Vinnuhúsið, at virðið av samlaða før­ oyska  útflutninginum til Nigeria var sløk hálv milli­ ard krónur í 2012. – Um ætlaninar hjá stjór­ nini í Nigeria verða settar í verk, kann hetta tí ávirka ein stóran føroyskan út­ flutn­ingsmarknað, sigur Vinnu­húsið. Ein av veitarunum av turkaðum fiskavørum til nigerianska marknaðin er Høvdavirkið í Leirvík, sum sæst á hesi myndini. Men, føroyska uppsjóvarvinnan hevur sum skilst eisini rímiliga stóran útflutning til Nigeria. Ein hálv milliard upp á spæl í Nigeria Sama rímiligheit galdandi fyri høg og lág Tað verða ikki fleiri málráð á hesum sinni. Orðafragd takkar lesarunum fyri stóra áhugan. Johan og Rakul geva skarvin yvir Brúka skiftisskipan til at endurskapa álit