týsdagur 22. oktober 2013síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 23. oktober 2013 · Nr. 122
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðindi
Áki Bertholdsen
Hesi seinastu fimm árini hev
ur Musikkskúlin tilsamans
verið noyddur at spara 200
næmingar burtur, og nú
standa 700 næmingar á bíði
lista.
Tað sigur Martin Mourit
sen, Musikkskúlaleiðari.
Hann sigur, at hesi sein
astu árini hevur játtanin til
Musikkskúlan staðið í stað.
Men samstundis eru útreiðsl
urnar hækkaðar – eisini í
sambandi við, at starvsald
urin hjá lærarunum hækkar.
Tilsamans hava vit verið
noydd at spara ein lærara
burtur um árið, og sostatt
eru vit í dag fimm lærarar
og 200 næmingar færri á
Musikkskúlanum, enn vit
vóru fyri fimm árum síðani,
sigur Martin Mouritsen.
Harafturat er skrivstovu
fólkið spart burtur, so nú er
leiðarin einsamallur í um
sitingini.
Næsta ár ætlar samgongan
at hækka játtanina 180.000
krónur, upp í 11,867 milliónir.
– Verður tað samtykt,
sleppa vit í hvussu so er
undan at skerja virksemi enn
meiri næsta ár, sigur Martin
Mouritsen.
Tilsamans eru einir 1800
næmingar,
sum
ganga
í
Musikkskúlanum at læra
seg at spæla eitt ljóðføri, og
verða so kórini tikin við, eru
næmingarnir fleiri, kanska
2000.
Musikkskúlaleiðarin
sigur, at tilsamans standa
eini 700 næmingar á bíðilista
til Musikkskúlan, og her
talan um næmingar, sum
sum kundu byrja tann dag í
morgin, um so skuldi verið.
Áki Bertholdsen
Samgongan er ikki sinnað at
hækka lestrarstuðulin. Ístað
in fyri vilja tey útvega fígging
til fleiri útbúgvingar
Tað er niðurstøðan nú
Mentanarnevndin hjá løg
tinginum
hevur
viðgjørt
uppskotið
hjá
Javnaðar
flokkinum um at hækka lest
rarstuðulin 10 prosent.
Umboðini hjá samgonguni,
Bjarni Djurholm, Edva Jacob
sen, Jóna Mortensen og Jenis
av Rana, vísa á, at stuðulin til
lesandi í Føroyum er hægri,
ella í minsta lagi líka høgur
sum stuðulin í hinum Norð
urlondunum, uttan í Dan
mark.
Tey siga, at tað ger ikki
stórvegis mun hjá lesandi at
stuðulin hækkar 10 prosent.
Hinvegin ásanna tey, at
tað er umráðandi, at so nógv
ar
samfelagsviðkomandi
bachelor- útbúgvingar eru
sum gjørligt.
Hetta fer væntandi at
tálma fráflytingini siga tey
og sipa til, at eldri tey les
andi eru, áðrenn tey kanska
fara av landinum í lestrar
ørindum, størri eru sann
líkindini fyri, at tey, sum
frálíður, fara at festa røtur í
Føroyum.
Tí halda tey, at samgongan
skal leggja dent á at finna
neyðuga peningin til at seta
fleiri samfelagsviðkomandi
útbúgvingar á stovn.
Stuðul hevur týdning
Minnilutin í nevndini, Gun
vør Balle, Rigmor Dam og
Poul Michelsen, halda, at tað
er neyðugt, at lesandi hava
góðar umstøður at lívbjarga
sær undir lestrinum.
– Studningurin er sjálv
andi eitt sum ávirkar av
gerðina um, hvar ung fara at
lesa, og tí er tað av stórum
týdningi, at vit royna eftir
at koma á hædd við studn
ingin í Danmark, hagar meg
inparturin av lesandi ung
dóminum leitar sær.
– Serliga hava lesandi við
børnum framíhjá góðar um
støður í Danmark, har tey
fáa alskyns stuðul, eitt nú
tvífaldan lestrarstuðul, stuð
ul til bústað, og barnakekk.
– Hetta er tað, sum vit eru
upp ímóti sigur minnilutin
sum heldur, at hetta skal
takast í støsta álvara og tí
er tað rætt at hækka lestrar
stuðulin.
Leo Poulsen
Ein kvinna um 50 ára
aldur varð í dag í Føroya
Rætti dømd tríggjar mán
aðar treytaða fongsuls
revsing.
Kvinnan hevði verið
hjálparfólk á einari av
Magn-støðunum í Føroy
um, og hon segði seg ikki
hava orkað at hildið fing
rarnar burtur frá kassa
apparatinum.
Hon stjól ikki av neyð,
men heldur metti hon tað
var spenningurin í tí at
stjala, ið dró verkið.
Hon segði seg vita, at
tað fór at verða uppdaga
til endans, men hon fekk
seg ikki at halda uppat.
Tað varð so uppdagað
til endans, og kvinnan
varð
burturvíst
frá
Magn-støðini.
Tá hevði hon tilsamans
stolið um 30.000 krónur,
ið hon tó sm skilst hevur
goldið aftur til Magn.
Dómarin
dømdi
kvinnuna 80 tímar sam
felagstænastu við einari
royndartíð upp á eitt ár.
Hesir 80 tímarnir skulu
avgreiðast eftir hálvum
ári, og hartil skal kvinnan
søkja sálarliga hjálp móti
kleptomani.
Í 1998 fór Forlagið Fannir
í holt við at geva út rit
verk Símunar av Skarði
”Streingir, ið tóna”, og
higartil eru hesi verk
komin, 1. bók: ”Yrkingar”
(1998), 2. bók; ”Søguligar
greinir, skaldskapur og
søga” (1999), 3. bók: ”Skald
og skaldskapur, mál og
upplýsing,
mentan
og
politikkur, lestrar, kvøður,
ummæli” (2000), 4. bók:
”Søgur
og
ævintýr”
(2001), 5. bók: ”Víggja-
Glúms søga” (2002), 6. bók:
”Vár” og ”Víkingarnir á
Hálogalandi”,
sjónleikir,
(2003) og 7. bók: Kristmann
Guðmundsson: ”Strond
in bláa”, týdd skaldsøga
(2004/ 1937).
Turið
Sigurðardóttir,
bókmentafrøðingur, hev
ur ritstjórnað verkinum,
og nú hevur hon greitt til
útgávu 8. bókina: ”Ískoytis-
og yvirlitsbind”. Hon er
professari í bókmentum
á Fróðskaparsetri Føroya.
Fyrr í ár fekk hon virðisløn
Tórshavnar býráðs fyri
mentanaravrik.
Í innganginum í hesi
seinastu bókini í røðini,
sigur hon m.a.:
”Útgávur, sum vísa til
heimildir og upplýsa um
upprunan hjá tekstinum,
handrit og fyrri útgávur av
tekstinum, eru neyðug am
boð, tá arbeitt verður við at
kanna tað, sum einstakir
høvundar hava yrkt og
skrivað, og seta høvundar,
skaldaverk og tekstir inn í
størri søguligt høpi.”
Nýggja bókin verður
løgd fram á samkomu í
Rasmusarstovu á Føroya
Fólkaháskúla
hósdagin
kl. 16.00.
Kvinna dømd
fyri stuldur
Nýggj bók í rit
verki eftir Símun
av Skarði
Turið Sigurðardóttir, bókmentafrøðingur,
hevur ritstjórnað verkinum
Heldur fleiri útbúgvingar
enn hægri stuðul
Meirilutin í mentanarnevndini hjá løgtinginum er
ikki sinnaður at hækka lestrarstuðulin
700 næmingar á bíðlista
hjá Musikkskúlanum
Í dag eru 5 lærarar og 200 næmingar færri á
Musikkskúlanum, enn tað vóru fyri fimm árum síðani
Musikkskúlin hevur verið noyddur at minka um sítt
virksemi seinastu árini, tí játtanin hevur staðið í stað
Fróðskaparsetrið