týsdagur 22. oktober 2013síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 23. oktober 2013 · Nr. 122
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Rannvá G. Fossaberg
Um vikuskiftið varð gjørt
vart við ein feil í keldukotuni
hjá in.fo, sum hevði við sær, at
teljarin, sum Vevlistin brúk
ar, varð settur inn tvær ferð
ir. Hetta merkir at einstakar
sýndar síður til tíðir vórðu
taldar sum tvær, og tað hev
ði við sær, at talið av sýndum
síðum hjá tíðindaportalinum
hjá Miðlahúsinum tyktiskt
nakað hægri, enn tað í veru
leikanum er.
Hesin trupulleikin er tó
nakað, ið ikki átti at komið
fyri.
- Ja, hetta er nakað, sum
mann kundi og burdi havt
forðað, og fyri frameftir
hevur Vevlistin eisini broytt
mannagongd,
soleiðis
at
implementeringin av teljara
num verður kannað, áðrenn
nýggjar síður leggjast aftur
at
listanum.
Hetta
skal
fyribyrgja at slíkar villur
aftur gera seg galdandi, sigur
Halgir Winther Nagata, ið
rekur Vevlistin.fo. Hetta er
ein síða, ið skal vísa eina
mynd av føroyskari vev
ferðslu, og til tað verður
tøknin hjá Google Analytics
brúkt.
Halgir Winther Nagata
heldur ikki, at fólk eiga at
sáa iva um trúðvirðið á tøl
unum, sum eru at síggja á
Vevlistanum.
- Google Analytics er
heimsins mest brúkta vev
mátingarskipan og er undir
støðugari menning. Á hend
an hátt tryggja vit okkum, at
tølini eru neyv, og at mátingar
lúka altjóða standardar inn
an vevmáting.
Hava broytt
mannagongd
Eftir at tað bleiv gjørt vart
við feilin í upptelijingini av
sýndum síðum, bleiv málið
kannað alt fyri eitt.
- Feilurin bleiv rættaður
longu mánadagin seinnapart,
takkað verið nágreiniligu
kanningini, sum brúkarar á
Facebook bólkinum "Føroy
ingar og OpenSource" høvdu
gjørt, greiðir Halgir Winther
Nagata frá.
Hann sigur, at tølini hjá
in.fo á Vevlistanum frá nú av
eru røtt.
- Villan í keldukotuni hjá
in.fo ávirkaði tølini á Vev
listanum, men henda vill
an í teljingini hjá in.fo er nú
rættað. Einasti møguleiki
fyri at tølini gerast skeiv er,
at brúkarin sjálvur ger eina
villu í implementeringini
av teljaranum, sigur Halgir
Winther Nagata og heldur
fram:
- Hetta er ein vandi sum
allar
vevmátingarskipanir
hava til felags. Men tað er eis
ini tí, at Vevlistin frameftir
broytt mannagongd, soleiðis
at implementeringin av telj
aranum verður kannað, áðr
enn nýggjar síður leggjast
afturat listanum, staðfestir
Halgir Winther Nagata.
Ber til at snýta
Sambært Halgir Winther
Nagata ber til at gera soleiðis,
at talið á sýndum síðum gerst
so høgt sum gjørligt. Hetta
kann gerast við at nýta ávísa
uppseting av heimasíðuni.
- Tað ber til at uppseta
eina heimasíðu soleiðis, at
mann optimerar fyri at fáa
flest síðusýningar gjørligt.
Men tílíkar metodar gera
ofta síðuna minni brúkara
vinarliga, og tí er hetta pá
longri sikt bara skaðiligt fyri
nýtsluna av heimasíðuni, vís
ir Halgir Winther Nagata á.
Tað er ymiskt, hvat tel
ur við í uppteljingini. Til
dømis telur tað á summum
heimasíðum ikki við, um
brúkarin trýstir á eitt video
á Youtube ella fer inn á eitt
myndasavn.
- Ein sýnd síða verður
tald, tá ið brúkarin skiftur
frá einari síðu til eina aðra.
Um allar myndir liggja á
hvør sínari síðu, merkir tað
tí, at síður verða taldar fyri
hvørja mynd, sigur Halgir
Winther Nagata og leggur
afturat, at aloftast brúka
heimasíðurnar
eina
aðra
mannagongd.
- Flestu heimasíðurnar
brúka eina sokallaða "light
box", som leggur myndina
omaná heimasíðuna, soleið
is at brúkarin fær blaðað
ímillum
uttan
at
skifta
síðu. Hetta verður brúkt av
millum annað nordlysid.fo
og eisini in.fo, og tað vil siga,
at síðurnar verða ikki taldar
fyri hvørja mynd, greiðir
Halgir Winther Nagata frá.
Eiga at telja eins
Annar av stjórunum í Miðla
húsinum, Eirikur Linden
skov, heldur tað vera óhepp
ið, at ein feilur hevur ført við
sær, at talið á sýndum síðum
hjá tíðindaportalinum hjá
Miðlahúsinum, hevur verið
eitt vet hægri, enn tað í veru
leikanum er.
- At kunna fylgja við í,
hvussu ofta fólk klikkja á
ymiskt, er sjálvandi áhuga
vert fyri okkum. Men síðu
sýningarnar skul teljast líka, tí
annars gevur tað onga mein
ing, og ein feilur, sum ikki
er gjørdur í Miðlahúsinum,
hevur tíverri gjørt, at tølini
hjá okkum hava verið skeiv,
tí í summum førum er talt
dupult, tá teljarin hevur talt
síðuvísingar, sigur Eirikur
Lindenskov.
Hann vísir á, at tað er
týdningarmikið, at tíðinda
portalurin hjá Miðlahúsinum
er á einum lista sum Vev
listin.
- Vit hava havt trupul
leikar við, at vit í sambandi
við bløð ikki hava havt upp
lagskontrol í Føroyum, eins
og mann hevur í Danmark.
Við
upplagskontrol
veit
mann nágreiniliga, hvussu
stórt upplag hvørt blað hev
ur, og tað er nakað, vit hava
saknað í Føroyum, har vit
ikki hava havt nøkur hag
tøl. Tí helt eg, tað var gott,
at vit við in.fo kundu vera á
einum slíkum lista, soleiðis
at mann sær, hvussu okk
ara tíðindaportalur stendur
seg samanborið við aðrar.
Og tá talan er um sama lista,
so gongur mann út frá, at
heimasíðurnar verða taldar
á sama hátt, men tað hevur
tað so ikki gjørt, greiðir Eirik
ur Lindenskov frá.
Tær rættingarnar, sum
nú eru gjørdar í sambandi
við uppteljingina av sýndum
síðum, broytir ikki talið av
brúkarum ella vitjanum. Bert
talið á síðusýningum broyt
ist og verður nakað lægri.
- Vit ivast ikki í, at okkara
tíðindaportalur er øgiliga væl
við í kappingini og verður
fremsti portalur í landinum.
Vit hava arbeitt Portalin
upp til tað, hann er, og tað
ætla vit eisini við hesum tíð
indaportalinum. Tað at vit
síðani juli mánað eru komin
so langt, tað er fantastiskt,
sigur Eirikur Lindenskov.
Nú eru tølini røtt
Ein feilur í keldukotuni hjá tíðindaportalinum hjá Miðlahúsinum hevur gjørt, at
talið á sýndum síðum á in.fo á Vevlistanum hevur verið nakað hægri, enn tað í
veruleikanum er. – Vit hava broytt mannagongdir, soleiðis at feilir sum hesin ikki
koma fyri aftur, sigur Halgir Winther Nagata, ið hevur ábyrgdina av Vevlistanum