týsdagur 22. oktober 2013síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 23. oktober 2013 · Nr. 122
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðindi
Jón Brian Hvidtfeldt
- Eftir at hava lisið Sosialin
fríggjadagin kann væl eingin
vera í iva um, at landskassin
við tíðini fer at spara nógvar
pengar, um vit broyta ver
andi lønarviðurskifti hjá løg
manni og landsstýrisfólkum.
Kaj Leo Holm Johannesen,
løgmaður, er meira avgjørdur
enn nakrantíð. Skil skal
koma á lønarviðurskiftini í
Tinganesi.
Fríggjadagin
varpaði
Sosialurin ljós á eftirlønina
hjá landsins leiðarum. Talan
er um eina fjalda og sera
lukrativa eftirløn, sum ikki
er bókað nakrastaðni, men
hevur milliónavirði. Eftir
átta árum í Tinganesi hava
løgmaður og landsstýrisfólk
rætt til fulla eftirløn, so
leingi tey og hjúnarfelagar
teirra eru á lívi. Hesin lógar
tryggjaði rættur hevur í
meðal eitt virði á umleið tvær
milliónir krónur, sum skulu
leggjast afturat árslønini hjá
landsins leiðarum. Í okkara
roknistykkjum, gjørd saman
við serfrøðingum á økinum,
hevur løgmanslønin í meðal
eitt reelt virði á 2,8 milliónir
krónur, tá gylta eftirlønin er
íroknað. Fyri landsstýrisfólk
hevur lønin, íroknað fjaldu
eftirlønina, eitt virði á góðar
2,5 milliónir krónur.
Øll landsstýrisfólk, sum
hava sitið síðani 1998, koma
undir
verandi,
lukrativu
skipan. Fleiri ferðir hava
fjølmiðlar sett spurnartekin
við rímiligheitina í hesi skip
an, og ikki færri enn trý
álit eru skrivað um lønar
viðurskiftini hjá landsins
leiðarum síðstu árini. Eitt
álit lá á borðinum á Løg
mansskrivstovuni, tá Kaj
Leo Holm Johannesen tók
við sum løgmaður í 2008.
Eitt álit um tað sama varð
handað honum í 2009, og
tað triðja álitið um lønar- og
eftirlønarviðurskiftini varð
handað løgmanni gamlaárs
kvøld í fjør.
- Eg havi ikki havt polit
iska undirtøku fyri at broyta
hesi viðurskifti. Men nú,
eftir at ljós aftur er varpað
á málið, tykist tað sum um
stemningurin er vendur. Nú
skal hetta fáast uppá pláss,
sigur Kaj Leo Holm Johanne
sen.
Løgmaður
ætlar
sær
framvegis í løgtingið við ein
um lógaruppskoti um hesi
viðurskifti fyri jól. Lógar
uppskotið byggir á álitið um
”samsýning og eftirløn lands
stýrismanna”, sum løgmaður
fekk handað gamlaárskvøld.
Álitið hevur greið tilmæli
um, hvussu bæði lønar- og
eftirlønarviðurskiftini skulu
skipast, umframt hvussu
verandi skipan við kost
naðarendurgjaldi,
vanliga
nevnd koyripengar, kann
avloysast av eini meira tíð
arhóskandi skipan. Við so
greiðum tilmælum átti alt
annað líka at verið rímuliga
lætt at smíða neyðuga lógar
uppskotið. Men ein spur
ningur verður tó ikki svar
aður í álitinum. Nevniliga
skiftistíðin frá gomlu skip
anini til nýggju skipanina.
Skiftistíðin
Í Tinganesi hava tey enn ikki
lýst spurningin um skiftis
tíðina.
- Nei, hartil eru vit ikki
komin enn, sigur Kaj Leo
Holm Johannesen, sum í
sama viðfangi vísir á týdn
ingin av at fáa júst hesi
viðurskifti uppá pláss.
Sjálvur hevur løgmaður
einki
boð
uppá,
hvørjar
grundreglur
skulu
vera
galdandi fyri eina skiftisskip
an millum tvey so ymiskar
lønarskipanir.
- Nei, men tað er greitt, at
talan má vera um eina rími
liga skiftisskipan, sum bæði
tryggjar, at eingin dettur
niðurímillum, og at heldur
eingin fær tað øðiliga gott,
sigur Kaj Leo Holm Johanne
sen.
Landsstýrisfólk
spara
ikki eina krónu upp í eftir
løn eftir verandi skipan.
Hinvegin upptjena tey sær
ein pensjónsrætt, tað vil siga
rættin til eftirløn seinni.
Sambært
álitinum
skulu
landsstýrisfólk fáa 15 prosent
av síni løn flutta inn á eina
góðkenda eftirlønarskipan.
Ein politikari, sum hevur
upptjenað sær fullan pen
sjónsrætt eftir verandi skip
an, stendur á berum, um
viðkomandi skal inn í eina
nýggja pensjónsskipan eftir
næsta val. Hinvegin kunnu
pensjónsárini
gerast
enn
meira gylt fyri viðkomandi
politikara, um viðkomandi
bæði kann varðveita sín
gamla
pensjónsrætt,
um
framt byrja at tjena sær eina
nýggja, almenna pensjón.
- Nei, vit skulu so ikki
inn á eina skipan, har lands
stýrisfólk byrja at tjena
sær rætt til fleiri eftirlønir.
Vit skulu ikki innføra eina
nýggja skipan við dupult
lønum, svarar Kaj Leo Holm
Johannesen avgjørdur.
Hinvegin hevur løgmaður
lítlan hug til at pilka við tann
pensjónsrætt, ið løgmaður og
landsstýrisfólk longu hava
upptjenað sær eftir verandi
skipan.
- Nei, hatta er væl ein
lógartryggjaður rættur, sum
ringt er at gera nakað við,
sigur Kaj Leo Holm Johanne
sen.
Hóast løgmaður enn ikki
vil binda seg til nakað, so
gevur hann tó greitt til kenn
ar, at talan neyvan verður um
at gera nakað afturvirkandi.
Sambært einum yvirliti
hjá Sosialinum hava øll tey,
sum í dag sita í landsstýri
num, upptjenað sær fullan
pensjónsrætt, tá hetta val
skeiðið er av. Tað merkir,
at tey hava rætt til hægstu
eftirløn, so leingi tey ella
hjúnarfelagin er á lívi. Ein
asta undantak er Annika
Olsen, sum manglar hálvt
annað ár í at røkka fullan
pensjónsrætt, tá valskeiðið
er av.
Lønin
Arbeiðsbólkurin
mælir
í
sínum
áliti
til
løgmann
til at verandi skipan við
borðfæ, fríum bústaði og
kostnaðarendurgjaldi verða
tiknar av. Í staðin skulu løg
maður og landsstýrisfólkini
fáa hægri løn, umframt frían
ráðharrabil uttan førara.
Tilmælið leggur upp til
eina árliga lønarhækkan á
umleið 200.000 krónur til
løgmann, meðan landsstýris
fólkini fáa umleið 170.000
krón-ur omaná lønina.
- Lønarhækkanin kemur
so í staðin fyri verandi,
skattafríu ágóðar, sigur Kaj
Leo Holm Johannesen.
Løgmaður hevur tó lítlan
hug at tvinna nevndu løn
arhækkan saman við eftir
lønini. Hetta er tó áhugavert,
tí sambært galdandi skipan
verður lønin hjá løgmanni
nýtt sum útrokningargrund
arlag, tá pensjóneraðir løg
menn
og
landsstýrisfólk
fara
í
landskassan
eftir
sínum lógartryggjaða pen
sjónsrætti, ið kann vera heilt
upp til 60 prosent av lønini.
Ella sagt við øðrum orðum
- hækkar lønin, so hækkar
eftirlønin eisini.
Spurningurin, hvørt æt
laða lønarhækkan skal við í
útrokningargrundarlagið, er
framvegis ikki svaraður.
Í tingið
Løgmaður hevur framvegis
sum mál at bera lógarupp
skot um at broyta lønar- og
eftirlønarviðurskiftini
hjá
landsstýrisfólki í tingið fyri
jól.
Embætisfólk í Tinganesi
arbeiða í løtuni við at orða
lógaruppskotið. Men sum áð
ur nevnt er spurningurin um
skiftistíðina eftir at loysa.
- Spurningurin skal tó
vera lýstur út í æsir, tá lógar
uppskotið verður borið í
løgtingið. Eingin skal vera í
iva um, hvussu skiftisskipan
in kemur at síggja út, sigur
Kaj Leo Holm Johannesen.
Løgmaður ætlar, at nýggja
lønar- og eftirlønarskipanin
skal koma í gildi eftir næsta
val.
- Hetta er ikki ein spurn
ingur um jólagávur til mín,
eins og onkur fjølmiðil hevur
gjørt tað til, sigur Kaj Leo
Holm Johannesen.
Løgmaður kannar skiftisskipan
Stóri ivaspurningurin, nú lønarviðurskiftini hjá landsstýrisfólkum skulu broytast, er skiftistíðin frá gomlu til
nýggju skipanin. Skiftisskipanin kann gerast alt frá stórum, fíggjarligum missi til eitt satt gullegg. – Enn er eingin
leistur funnin, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, sum framvegis ætlar sær í løgtingið við lógaruppskoti fyri jól