týsdagur 22. oktober 2013síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 23. oktober 2013 · Nr. 122
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Leo Poulsen
Ein nevnd hevur latið álit
til Bjørn Kalsø, landsstýris
mann í Mentanarmálum, um
hvalastøðina við Áir.
Andras Mortensen frá
Søvnum
Landsins
hevur
verið formaður í nevndini,
og tað var hann, sum greiddi
frá álitinum á tíðindafundi í
Mentamálaráðnum í morg
un.
Hini í nevndini vóru As
bjørn Djurhuus frá Sunda
kommunu, Edvard Herman
sen frá Sunda kommunu,
Símun V. Arge frá Forn
minnissavninum,
Erland
V. Joensen frá Fornminnis
savninum, Jan Sørensen frá
Náttúrugripasavninum, Ole
Jensen frá Landsverk og
Armgarð Weihe frá Menta
málaráðnum.
Andras Mortensen segði,
at tað fer at kosta 7,6 millión
ir krónur at gera bráfangis
umvælingar, so gongd kann
fáast á. Tað inniber ger av
einum móttøkubygningi við
kiosk ella kaffisølu.
Hvalastøðin við Áir hevur
fingið játtað pening í 2011,
2012 og 2013, tvær milliónir
krónur um árið, og av teimum
pengunum eru 3,2 millliónir
krónur eftir.
Eitt ávegis álit var gjørt í
2007, har mælt var til,
• at farið verður undir
varðveiting av hvalastøðini
við Áir við tí endamáli, at
hvalastøðin verður skipað
sum savn.
• at økið við Áir verður
skipað sum ein depil fyri
ferðavinnu og mentanar
søguligum upplivingum við
serligum atliti at sjóvinnu
• at virksemið verður skip
að í samstarvi millum land,
kommunu og privata vinnu
Tilmælið
Av virksemi í økinum metir
nevndin ikki, at virksemið
hjá Dugna forðar fyri at
skipa økið sum savn. Hinveg
in verður mælt til, at brand
skúlin verður fluttur.
Mælt verður somuleiðis
til, at bygningurin, har brand
skúlin heldur til, verður tikin
niður og ein betur hóskandi
bygningur verður bygdur í
staðin.
Mælt verður somuleiðis
til, at alment sjóvinnusavn
verður staðsett í sambandi
við hvalastøðina við Áir, og
at sjóvinnusavnsvirksemið
verður skipað undir Søvnum
Landsins.
Eisini mælir nevndin til,
at tað í økinum og møguliga
í grannaøkinum, sum komm
unan eigur, verða bygd a) ein
hjalslíknandi
goymsla
til
bátar og annað stórgóðs, ið
varðveitist í lutfalsliga ráum
klima, b) ein turrgoymsla og
amboðshøll við hitaskipan
og hóskandi klimastýringum,
c) ein framsýningarhøll og d)
ein fyrisitingarbygningur við
skrivstovum og starvsstov
um, e) eisini mælir nevndin
til, at eitt øki verður sett av
til at seta stórlutir uttandura,
sum kann vera liður í fram
sýningarvirkseminum.
Nevndin mælir til, at ein
savnsvørður
verður
sett
ur eftir vanligum fakligum
treytum fyri savnsvirksemi
at stíla fyri bygdasavns
virkseminum,
sum
eisini
umfatar at røkja mentanar
arvsáhugamálini hjá bygd
unum í kommununi, og at
økissavnsvirksemið í mestan
mun verður samskipað við
sjovinnusavnsvirksemið hjá
Søvnum Landsins.
Stóran týdning
Bjørn Kalsø heldur, at álitið
er áhugavert, og at tað væl
letur seg gera at føra ætlan
irnar út í lívið við hjálp frá
vinnulívinum ella frá út
lendskum íleggjarum.
Hetta er eitt sera spenn
andi álit, sum fyrst og fremst
gongur út upp á at varðveita
hvalastøðina, men so hevur
nevndin eisini lagt upp til,
at talan skal verða um eina
upplivingar miðstøð undir
Søvnum
Landsins,
sigur
Bjørn Kalsø.
Nevndin viðgerð eisini
møguleikan fyri vinnuligum
virksemi, eisini hvat ferða
vinnu viðvíkur.
Hetta er eitt spennandi
álit, sum vit eiga at hyggja
eftir fyrst og fremst, men eis
ini syrgja fyri, at tað verður
ført út í lívið, sigur Bjørn
Kalsø.
Talan er eisini um eitt
ógvuliga
sjálsamt
fyri
brygdi.
Her hava vit eina hvala
støð í so góðum standi, har
talan erum einasti hvalastøð
á norðaru hálvkúlu. Tað
finnast bara tvær aðrar
varðveittar hvalastøðir, ein
í Australia og ein í Suður
íshavinum, og bara tí er
hvalastøðin við Áir verd at
varðveita, sigur Bjørn Kalsø.
Tað hava verið nógvar
hvalastøðir, einar 200 í tali,
men tær eru allar forfalðnar.
Tað skal so ikki enda í
onkrari skuffu við mínum
góða vilja, sigur landsstýris
maðurin.
Einasta hvalastøð
á norðari hálvkúlu
Tað hevur stóran týdning at varðveita hvalastøðina við Áir, tí hon er so sera
sjálsom, og bert ein av trimum hvalastøðum, sum eru eftir í heiminum
Andras Mortensen greiðir frá
tilmælunum hjá nevndini
Mynd: Álvur Haraldsen
Flestu umboðini í nevndini vóru við á tíðindafundinum, umframt sjónvarpið, útvarpið,
portalurin og Miðlahúsið
Mynd: Álvur Haraldsen