Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-10-22, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. oktober 2013síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 23. oktober 2013 · Nr. 122 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 meldurin Rólant Waag Dam Hvussu vilt tú lýsa fyrsta undankappingina við Lars? Eg haldi, at tað hevur verið pos­itivt. Vit høvdu ein venj­ ara áðrenn, sum æt Brian Kerr. Hann gjørdi tað eisini gott, men vit samdust ikki um at leingja sáttmálan, so vit máttu finna ein nýggj­ an. Vit høvdu evnir í Finn­ landi, Svøríki, Onglandi og Hollandi, men tað er ikki nøk­ur løtt uppgáva at finna ein landsliðsvenjara. So peik­aði onkur á Lars Olsen fyri okkum. Hann hevði einki starv tá. Vit settu okk­ um í samband við hann, og tað gekk skjótt at fáa ein sátt­mála í lag við rímiligum treytum. Vit for­hoyrdu okk­ um eis­ini í hans­ara um­hvørvi, tosaðu við danska fótbólts­ sam­bandið, fyrr­verandi arb­ eiðs­gev­arar hjá honum og fingu heilt ómeta­liga pos­itiv við­mæli. Hann er ein kend­ur persónur, hevur vant fel­øg í Superliguni, verið á lands­ liðnum og hevur drúgv­ar royndir. Lars Olsen hevur ein øðrvísi stíl enn Brian Kerr. Hann er ikki so opin ella útv­ endur sum Brian Kerr, men hóast hetta, er hann kendur fyri at vera mark­antur og geva ordrar. Um vit síggja burtur frá dyst­inum í Eysturríki, so kunnu úrslitini góðtakast. Tapini eru minni enn tey hava verið, men eg hyggi eis­ ini eftir, hvussu vit spæla. Har haldi eg, at tað hevur verið positivt. Tí taki eg ikki undir við, at tað ikki hevur verið nóg gott undir Lars Ol­sen. Hann hevur eisini skapt ein øktan áhuga fyri fót­bóltinum. Tað eru fleiri áskoð­arar og hyggja eftir lands­liðnum undir Lars Ol­ sen. Eg skal ikki siga, at tað ikki hevði hent und­ir Brian Kerr, men Lars Olsen hevur havt mun­andi fleiri áskoð­ar­ ar til heimadystir­nar, enn tað hava verið seinastu mongu árini. Miðaltalið hjá Lars Ol­ sen er upp í móti 4000 áskoð­ arum, so eg haldi eisini at tað er skeivt at siga, at áhugin skal vera fallandi. Merkja tit, at Lars Olsen er markantur og gevur ord­r­ ar? Eg havi ikki við hópin at gera dagliga, men eg havi kenslu av, at hann hevur sett seg í respekt. Hann er ein annar per­sónur enn Brian Kerr. Hann er meiri systematisk­ ur og hugsar strategiskt. Vit kravdu eisini, at Lars Olsen fekk ein føroyskan hjálp­arvenjara. Brian Kerr hevði ein útlendskan hjálp­ arvenjara, og tað var nógv tos­að um, at tað var so lítið sam­band millum Brian Kerr, hjálparvenjaran og heima­ frontin. So Lars Olsen fekk ein bundna uppgávu í at velja ein hjálparvenjara. Hann fekk eini fimm nøvn, sum vit hildu vera hósk­andi. Hann hevði nakrar samrøð­ur og valdi síðani Jóannes Jak­ob­ sen út. Eg haldi, at tað sam­ starvið hevur riggað fínt. Landsliðiðshópurin und­ ir Brian Kerr hevði eina for­ betr­andi gongd, og tað haldi eg eisini ger seg gald­andi undir Lars Olsen. Men Lars Olsen fær eina drønharða byrj­an og byrjar í einum sera sterkum bólki. Tað er ein sannroynd, at PR- arb­eiðið er vorð­in mun­andi meiri um­fatandi og at­gongu­ merkini bíligari. Hong­ur tað ikki saman við, at áskoð­ara­ talið er hægri nú? Jú, tað ger tað. Men tað hong­ ur eisini saman við úrslit­ ini, sum landsliðið skapar. Vit hava eisini fingið ljós á Tórs­vøll, sum skapar betri um­støður, og so er tað eis­ ini økta marknaðarføring­in. Hetta hev­ur nak­að við stab­ il­i­tet at gera. Fót­bólts­sam­ band­ið hevur verið rættiliga óstøð­ugt, og ikki havt orku til ann­að enn at sløkkja eld­ar. Tað sum eg havi lagt stóran dent á, er at fáa stab­ilitet í ting­ini, so vit fáa frið at arb­ eiða við tí, sum tað snýr seg um, nevni­liga fót­bólt­inum. So hóast eg ikki bara sá pos­i­ tivar síður við Brian Kerr, so ynskti eg at halda fram við tí sam­starv­inum, tí tað hevði tryggj­að stabilitet. Men tað var ikki gjørligt. So fáa vit Lars Olsen, og at arbeiða við honum í bara tvey ár, tað er ov lítið, tí tú skapar einki upp á tvey ár. Kerr fekk tvey ár, men hann hevur sagt við Sosialin, at hann merkti ikki, at áhugin frá tykkara síðu var so stór­ ur at forseta, og at tit høv­ du avloysara kláran bein­ an­vegin. Hvat fært tú sagt um tað? Vit høvdu ógvuliga langar og drúgvar samráðingar við Brian Kerr. Hesar byrjaðu langt áðrenn, at tað kom fram, at hann fór. Tað vóru tor­førar samráðingar, sera tor­førar samráðingar. Og tað var ógvuliga langt í millum okk­um fíggjarliga. Hvussu langt? Rættiliga langt. Tú fært ikki sett tal á? Nei, tað kann eg ikki. Men tað vóru nógvir pengar á muni. Og Brian Kerr var tann fyrsti venjarin hjá okk­um, sum var í tí høga løn­ar­flokk­inum. Við hon­ um fóru vit upp í ein lønar­ flokk, sum vit ikki høvdu sæð í Fótbóltssamband­inum áðrenn. Og tað var tað fíggj­ arliga, sum skilti okkum, ikki tað ítróttarliga. Eg helt ikki, at tað var ráðiligt at gera ein avtalu á tí støðinum, sum hann skeyt upp. Men sjálv­andi er Lars Olsen ikki ókeyp­is. Danskir miðlar vilja vera við, at lønin hjá Lars Olsen liggur um tvær milliónir krónur. Passar tað? Tað er nakað lægri enn tað. Lars tryggjar støðufesti Lyklaorðið er stabilitetur. Støðufesti. Tað skal Lars Olsen tryggja føroyska fót­bólts­ lands­liðnum. Forsetin í Fótbólts­sambandi Føroya er nøgdur við Lars Olsen og tað, hann hevur avrikað. Sosialurin hevur spurt Christian Andreasen um danska venjaran, óhepnar útsagnir, Brian Kerr og lønarlag, og vit taka samanum farnu undankapping