týsdagur 22. oktober 2013síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 23. oktober 2013 · Nr. 122
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
meldurin
Lars Olsen. Brian Kerr var
ein krevjandi persónur og
hevði ein stíl, sum kravdi eina
vissa toleransu. Men hann
var væl lýddur millum spæl
ararnar og í FSF, so tað skal
ikki standa eftir, at hann fór
eftir eina ósemju við okkum.
Hann fór, tí vit ikki vórðu
samdir um ein sáttmála.
Sjálvandi vóru tað nøkur
sum søgdu, at hann ikki lat
serliga nógv eftir seg og ikki
hevði nakað serligt samband
við feløgini. Og tað hoyrir
eisini við til sannleikan, at
hjá okkum var onkur, sum
setti spurnartekin við, um
tað var rætt at halda fram
við Brian Kerr. Men persón
liga var eg ikki í iva. Eg ynskti
at forseta við honum. Vit
høvdu eisini samráðingar
frá sumri til oktober. Tíverri
gingu samráðingarnar eisini
umvegis ein umboðsmann.
Vit høvdu nakrar fundir, har
vit hittust andlits til andlits,
men seinni bleiv alt umvegis
ein umboðsmann. Tað hev
ur kanska gjørt samskiftið
truplari.
Men Lars Olsen hevur so
bygt víðari upp á tað, sum
Brian Kerr byrjaði uppá.
Við Norðlýsið hevur tú sagt,
at føroyska landsliðið hev
ur ikki verið betri enn tað
sama. Meinar tú tað?
Eg meini tað, at vit ikki hava
sæð landsliðið spælt á henda
hátt áður. Teir fara longur
fram á vøllin og skapa nak
að, tað er ikki so verjukent
longur. Og yvirskipað vil eg
siga, at úrslitini eru góð. Tú
mást minnast til bólkin, sum
vit vóru í. Høvdu vit til dømis
verið í bólkinum, sum Íslandi
var í, so høvdu vit ikki staðið
við bara einum stigi í dag, tað
kann eg lova tær fyri.
Eg eri ikki nakar fótbólts
serfrøðingur, men eg meti
meg sjálvan sum ein vanliga
gløggan áskoðara. Fyri mítt
viðkomandi kann eg siga, at
eg ongantíð havi upplivað
landsliðið spælt, sum teir
gera í dag. Eg havi ofta sit
ið við kensluni av, at skrædl
vóru í væntu. Nú haldi eg
hinvegin, at vit ongantíð áð
ur hava fingið so nógv góð
og samanhangandi úrslit,
tá vit hyggja eftir styrkini
hjá mótstøðuliðnum. Og tað
eru góðar taktir at hóma. Vit
hava eitt gott U21-landslið og
góðar ungar spælarar, sum
eru ávegis. Tá vit hava sett
hetta saman ordiligt, so eri
eg sannførdur um, at vit við
einum góðum lutakasti koma
at skapa sensatiónir, áðrenn
tú veitst av. Áðrenn tú veit
av, so hava vit akkurát líka
góðar møguleikar at skapa
sensatiónir sum Ísland hev
ur. Eg skal ikki siga, at vit
koma í nakað endaspæl, men
tann møguleikin er avgjørt
ikki absurdur. Avgjørt ikki.
Kerr hevði eisini sum upp
gávu at samskipa ung
dómslandsliðsarbeiðið, men
sambært Virgar Hvidbro,
aðalskrivara í FSF, røkti
hann ikki hetta arbeiði nøkt
andi. Hvønn leiklut hevur
Lars Olsen har?
Sjálvandi er eitt vist samband
millum U21 og A-landslið
ið. Ungdómsvenjararnir og
landsliðsvenjararin
hava
eisini fundir. Men tað hevur
ikki verið nóg neyvt defin
erað. Tað sama er galdandi,
tá tað kemur til sambandið
við feløgini. Hann sigur
sjálvur, at hann lítið og einki
samband hevur við feløgini.
Tað hevur kanska nakað við
ein hugburð í Føroyum at
gera, sum skal broytast.
Hvat meinar tú við?
Vit eru rættiliga individual
istisk í Føroyum. Vit ynskja
helst ikki, at fólk úti frá
blanda seg í okkara viður
skifti. Vit duga ikki nóg væl
at taka í móti. Eingin lands
liðsvenjari hjá okkum hevur
verið nógv úti í feløgunum.
Men hvør skal taka stig til
hetta? Er tað ikki uppgávan
hjá landsliðsvenjaranum?
Landsliðsvenjararnir venda
aftur til okkum og siga, at
tað tykist ikki vera nakar
serligur áhugi. Hjá einum
landsliðsvenjara, sum kemur
úti frá, tekur tað tíð at koma
inn.
Men
organisatoriskt
hevur tað helst haltað eitt
sindur hjá okkum har, tá vit
ikki hava verið nóg greið um,
hvussu hetta skal skipast.
Og tí hevur tað ikki riggað
optimalt enn.
Men tað er nakað, sum tit
arbeiða við?
Ja. Og fyri at tað kann rigga,
so mást tú hava stabilitet.
Og tú fært ongan venjara
inn, sum ger nakran mun,
um hann bara er tvey ár, tí
hann brúkar tvey ár um at
finna út av, hvat Føroyar er
fyri nakað.
Fótbóltssambandið kallar
ógvuliga ofta inn til tíðinda
fund. Hví gera tit ikki tað, tá
tit leingja við samstarvið við
Lars Olsen, sum hevur mest
umráðandi venjarastarvið í
Føroyum?
Eg meini, at vit høvdu ein
tíðindafund.
Tað høvdu tit ikki.
Eg minnist ikki heilt, hvussu
tað var. Men tað er eitt for
sømilsi, tí tað burdu vit havt.
Eg haldi eisini, at tað var
meiningin, men møguliga
er okkurt praktiskt kom
ið fyri. Men tað er rætt, tað
burdu vit gjørt. Men tað er
altso ikki tí, at vit hava viljað
niðurtónað tað ella ikki
ynsktu at markera tað. Tað
er tað ikki.
Hvat hugsaði tú, tá Lars
Olsen kom við sínum útsagn
um um kasakstansku spæl
ararnar, sum sambært hon
um spældu í bestu russisku
deildini?
Eg legði ikki merki til tað
á tíðindafundinum. Tað er
nakað, sum føroyskir jour
nalistar fanga og gera til eitt
stórt mál. Eg legði ongan
týdning í tað yvirhøvur. Øll
kunnu koma til at fortala
seg. Hann segði eisini, at
Súni Olsen spælir við HB,
hóast hann útmerkað veit,
at Súni Olsen spælir við B36.
Øll kunnu gera feilir.
Men tá hann sigur tað við
Útvarpið,
Sjónvarpið
og
Rás2. Hugsar tú ongantíð,
at hatta var býtt sagt?
Jú, tað er býtt av einum
landsliðsvenjara at siga ting,
sum ikki passa. Men har frá
og so til at koma til ta niður
støðuna, at landsliðsvenjarin
ikki røkir sítt arbeiði, tað er
nokk so langur vegur. Hann
er nærlagdur, fylgir væl við
og er nógv í Føroyum. Vit
hava ikki nakra fatan av, at
hann ikki er eldhugaður.
Skilir tú annars, at fólk
sakna úrslit og fólk droyma
seg aftur til tíðina við
Kerr?
Ja, tað skilji eg væl. Men tá eg
sigi sum eg geri, so geri eg tað
út frá teimum eygleiðingum,
sum eg geri mær, tá landsliðið
spælir og úrslitini hava verið
lutfalsliga góð. Harnæst var
fyrr øgiliga stórur munur
á úrslitunum á útivølli og
heimavølli. Vit hava vanliga
tapt stórt á útivølli og klárað
okkum so dánt á heimavølli,
tað er broytt nú. Nú er minni
munur á útivølli og heima
vølli. Men eg skilji væl, tá fólk
siga, ”harra gud null stig, hvat
er tað?” Tað er null, og tað er
ikki nóg gott. Men har má eg
spyrja í mun til hvat? Eg føli
meg í øllum førum tryggan
við tað, sum eg síggi á vøll
inum og hoyri innanfyri her.
Tað geri eg.
Men tað er, tá tað standa
null stig á kontoini, at tit
velja at leingja við Lars Ol
sen. Tað er tí, at tit kenna
tykkum tryggan við hann og
eru nøgd við tað, sum hann
hevur gjørt?
Ja, tað er tað. Tað er kanska
eitt sindur óvanligt, at gera
avtaluna so tíðliga, sum vit
gjørdu, men vit fingu at vita
frá Lars Olsen, at tað mátti
henda tá, annars fór hann
aðrar vegir. Vanligt er at
byrja at samráðast eitt hálvt
ár áðrenn, men her byrjaðu
vit eitt sindur áðrenn. Hann
ynskti at fáa sína framtíð av
greidda, og tað er púra van
ligt.
Er Lars Olsen nóg eldhugað
ur í føroyskum fótbólti.
Ja, tað haldi eg, at hann er.
Eg skal ikki siga, at vit koma í nakað endaspæl, men tann møguleikin er avgjørt ikki absurdur
Myndir: Álvur Haraldsen