Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-10-22, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. oktober 2013síða 24

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 23. oktober 2013 · Nr. 122 24 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Avloysarastarv á deildini Vernd á Umhvørvisstovuni Postboks 2048, 165 Argir, tel +298 342400, fax +298 342401, us@us.fo Umhvørvisstovan søkir starvsfólk í tíðaravmarkað starv at byrja 1. desember 2013 á deildini Vernd. Starvið fevnir um málsviðgerð og eftirlit á umhvørvis- økinum. Starvið er avloysarastarv í 9 mánaðir fyri eitt starvsfólk í farloyvi. Vit bjóða eitt arbeiðspláss við góðum trivnaði og samstarvi, har tú hevur góðar møguleikar at menna tínar førleikar. Arbeiðið er sjálvstøðugt og samstundis í tøttum samstarvi við deildarleiðaran og hini starvsfólkini á deildini. Starvið er sera fjølbroytt, bæði fakliga og persón- liga avbjóðandi, og fevnir um umhvørvis- góðkenning av virkjum, eftirlit, spillivatn, einnýtisíløt o.a. Førleikar Skikkað til starvið eru tey, ið hava lokið prógv í verkfrøði, lívfrøði ella eitt nú í umhvørvistøkni. Royndir frá almennari fyrisiting, vinnulívi, málsviðgerð og eftirliti eru ein fyrimunur. Vit leggja dent á, at tær dámar avbjóðingar og nýggjar arbeiðsuppgávur, arbeiðir sjálvstøðugt, og dugir væl at samstarva. Teldukunnleiki á brúkarastigi krevst, og at tú dugir at samskifta í skrift og talu á føroyskum, enskum og norðurlendskum máli. Koyrikort til bil er ein treyt. Setanarviðurskifti Starvið er fulltíðarstarv. Starvstíðarskeiðið er frá 1. desember 2013 til 1. september 2014. Møguleiki er fyri, at skeiðið kann verða longt. Løn og setanartreytir sambært sáttmála ímillum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Umsókn saman við prógvum, CV o.ø., skal vera Umhvørvisstovuni í hendi í seinasta lagi týsdagin 5. november 2013. Umsóknir kunnu sendast við telduposti til us@us.fo ella sum bræv. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Suna Petersen, deildarleiðara á Vernd, ella Petur Nielsen, stjóra. Landsverk, Tinghúsvegur 5, Postsmoga 78, 110 Tórshavn Tel. 340 800, Faks 340 801, lv@lv.fo, www.landsverk.fo J. Paturssonargøta 38 · Tórshavn · Tel 516114 Navn: Bústaður: Telefon: Sendið til: Sosialin · Boks 76 · 110 Tórshavn Merkið brævbjálvan »Sudoku«