týsdagur 22. oktober 2013síða 26
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 23. oktober 2013 · Nr. 122
26
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Høvuðsuppgávur hjá ergo- og
fysioterapeutum á Menningardeplinum
• Ráðgeva og veita eina endurvenjingar-
tænastu til borgarar við skerdum førleikum
• Viðgerð av umsóknum um hjálpartól,
avlamisbil og bústaðarbroytingar.
Uppgávur annars
• Við støði í tvørfakligum arbeiði verður tú
við at menna háttalag og virkisætlanir,
soleiðis at arbeiðast kann miðvíst móti,
borgarin fær eitt sjálvstøðugt og virkið
arbeiðs- og heimalív
• Tænastur, veitingar og hjálpartól til
borgarar, ið bera brek og til familjur, ið
hava børn, ið bera brek
• Veita arbeiðsmarknaðartilboð til
borgarar, ið eru tarnaðir í mun til
arbeiðsmarknaðin
• Tilmæla til fyritíðarpensjón
• Visitatión av borgarum, ið hava tørv á
stuðuli, búplássi, umlætting, viðgerðar-
og virkistilboðum hjá Trivnaðardeplinum
• Greina tørvin á tænastum og menna
nýggjar fyriskipanir.
Førleiki
• Útbúgving sum løg. ergo- ella
fysioterapeut
• Tú kennir týdningin av, at borgarin verður
møttur har hann er skiltur og hjálptur
• Tú ert tænastusinnaða/ur og vilt virka
fyri, at borgarin verður settur í miðdepil-
in, soleiðis at møtið við Almannaverkið
verður einfalt fyri borgaran
• Tú hevur hug og evni til at arbeiða
tvørtur um fak
• Tær dámar væl beinleiðis samband við
borgaran
• Tú hevur viðkomandi starvsroyndir og
breiða vitan innan sosialfakligt
arbeiði
• Tú hevur viðkomandi kunnleika til
almennar myndugleikar og samstarvs-
felagar hjá Almannaverkinum
• Tú hevur fyrisitingarligar royndir og
dugir at orða teg í skrift og talu.
Lønar- og setanarviðurskifti
Størvini verða lønt eftir sáttmála millum
Ergoterapeutfelagið/Fysioterapeutfelag
Føroya og Fíggjarmálaráðið.
Talan er um 2 avloysara størv vegna
barnsburð frá 1. nov. 2013.
Menningardepilin er ein nýggjur depil, har
ein bygnaðarlig- og hugburðsbroyting
verður framd í løtuni og tí má tann sum
verður settur, tola ávísar broytingar í starvs
innihaldið.
Nærri upplýsing
Nærri upplýsingar um størvini fáast við at
venda sær til Hallur Thomsen, depilsstjóri
ella Berit Unn Petersen, deildarleiðara
telefon 360000.
Umsóknir
Sendið umsókn við avriti av prógvum, CV
v.m. við telduposti til starv@av.fo, ella
sum bræv til:
Almannaverkið, Smyrilsvegur 20
Postsmoga 3096, 110 Tórshavn
Vinaliga merkið brævbjálvan "Starv
Menningardepilin”.
Freist
Freist at senda umsókn inn er
mánadagin 30. okt. 2013, kl. 12.
Um Menningardepilin
Virksemið í Menningardeplinum verður skipað sum eitt tvørfakligt samstarv millum teir ymisku fakbólkarnar, har dentur
verður lagdur á at menna og stuðla borgaranum til størri sjálvbjargni og sjálvsavgerðarrætt.
Mennningardepilin kemur yvirhøvur at verða merktur av, at arbeitt verður í tvørfakligum toymum, har eisini nýggj vitan
um arbeiðshættir og tøkni verða inndrigin.
Mennningardepilin fer at ganga undan við at menna fyriskipanir í Almannaverkinum, sum kunnu stuðla málinum, um at
borgarin kann fáa eitt so sjálvstøðugt lív, sum til ber.
Fleiri fakbólkar fara at virka fyri at náa hetta mál, so sum sosialráðgevar, námsfrøðingar, sálarfrøðingar, sjúkrarøktar-
frøðingar, ergo- og fysioterapeutar, skrivarar, tøkningar og goymslufólk.
Ergo- og Fysioterapeutar
til Menningardepilin (2 barnsburðaravloysarar)
k r e a
Endurlýsing