hósdagur 24. oktober 2013síða 2
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 25. oktober 2013 · Nr. 123
2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Oddagrein
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Dagsins redaktørur: Jón Brian Hvidtfeldt
Jón Brian Hvidtfeldt
jonbrian@sosialurin.fo
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur
Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tíðindaleiðari
Jón Brian Hvidtfeldt
jonbrian@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Annfinnur Heinesen
Á síðu 6
Horisont
skar inn
á bein
Guðrið Højgaard
á síðu 4
Fámará
kundi verið
win-win
Tað hvílur ein stór ábyrgd á
Landsverki, sum hevur átikið sær
leiklutin at vera byggiharri fyri
Føroya størstu byggiverkætlan.
Løgtingið hevur játtað 515 milliónir
krónur til at byggja Marknagils
depilin, sum skal takast í nýtslu
við skúlabyrjan á sumri 2016.
Verkætlanarovastin fór úr starvi
beint eftir nýggjár, alment uttan
nakra grundgeving. Og um dag
arnar kundi Sosialurin fortelja
søguna um, at byggileiðarin fyri
Marknagilsdepilin fekk fótin, at
kalla um somu tíð.
Almenna grundgevingin fyri at
siga byggileiðaran úr starvi er, at
arbeiðið var steðgað upp og óvissa
var um neyðugu eykajáttanina.
Tað hongur ikki saman, hvørki
logiskt
ella
kronologiskt,
tá
argumentið er endurtikið og brúkt,
líka til byggileiðarin varð sendur
heim við eini fráfaringaravtalu
seint í mai. Hetta tíðarbilið hevði
løgtingið játtað 64 milliónir krónur
afturat
og
landsstýrismaðurin
hevði sett hakan í Marknagil.
Almenna grundgevingin luktar
illa. Serliga tá skjølini í málinum
vísa, at byggileiðarin var kritiskur
til hesa stóru byggiverkætlan, og
hann hevði givið síni sjónarmið til
sjóndar á rætta stað.
Byggileiðarin
varð
settur
í
starv, eftir at tað stóð Landsverki
og øllum øðrum greitt, at neyðugt
var at broyta upprunaligu verk
ætlanina, tí innkomnu tilboðini
vóru 155 milliónir krónur hægri
enn fíggjarliga heimildin at byggja
fyri. Stórur partur av hansara
arbeiði fyrstu mánaðirnar í starvi
var sonevnd projektgransking. At
ganga ígjøgnum alla verkætlanina,
finna sparingar og annars gera við
merkingar til einstøku punktini.
Í Marknagili verða flestu, al
mennu íløgukrónurnar brúktar
næstu árini. Hví tvíheldur Lands
verk tá um at siga byggileiðaran
úr starvi, líka til 23. mai í ár, tá frá
faringaravtalan við Ragnar Juul
Guttesen varð undirskrivað og
byggileiðarin sendur til hús við løn
í seks mánaðir fyri ikki at arbeiða?
Hóast
kunningarráðgevin
hjá Landsverki varð settur at ar
beiða yvir, so hevur Ewald Kjøld
bro framvegis ikki greitt frá
innihaldinum
tí
kritikki,
sum
hansara byggileiðari førdi fram.
Tað er ikki álitisvekjandi. Serliga
tá
byggileiðarin
varð
sagdur
úr starvi við eini grundgeving,
sum Landsverk mátti keypa seg
burturúr.
515 milliónir krónur eru nógvir
pengar fyri ein skúladepil. Afturfyri
mugu
skattgjaldararnir
kunna
krevja fullan opnleika og trygd fyri,
at pengarnir passa.
Forklára teg ewald
Tað er ikki eitt gott hugskot
at eitt keypa ein borivogn til
Landsverk og at stovna eitt
borilið, sum skal gera tunnil
til Dals, Gjáar, Fámjins og
Tjørnuvíkar.
Tað heldur Jørgen Nicla
sen, landsstýrismaður í fíggj
armálum.
Tí heldur hann ikki, at
Løgtingið skal taka undir
við
einum
uppskoti
frá
Páll á Reynatúgvu og Sirið
Stenberg úr Tjóðveldið um
at keypa ein borivogn til
Landsverk, og at stovna eitt
borilið at gera smærri tunlar
til fjarskotin pláss, og at seta
15 milliónir av um árið til
endamálið.
Jørgen Niclasen vísir á, at
politiski myndugleikin hevur
tikið ta støðu, at øll almenn
arbeiði skulu bjóðast út.
– Serfrøðin metir, at skal
tað almenna aftur verða
entreprenørur, verða tunlar
nir ein triðing dýrari, enn teir
verða enn at bjóða teir út.
– Tað veldst um, hvussu
tað verður fyriskipað, men
vanlig mannagongd hevur
verið, at eitt sindur verður
sett av um árið og so verður
arbeitt, til játtanin er uppi.
Hann sigur, at nógv tað
bíligasta er at seta pening
av til tunlar, so at teir kunnu
gerast í einum og so at bjóða
teir út.
Landsstýrismaðurin
í
fíggjarmálum sigur, at sam
gongan hevur lagt eina lang
tíðarærtlan fram til 2024, og
har standa bæði tunnulin til
Dals, til Fámjins og til Tjørnu
víkar.
Einasti tunnilin, sum ikki
stendur á íløguætlanini, er
tann til Gjáar.
Kortini ásannar hann,
at summastaðni eru upp
hæddirnar smáar, sum eru
settar av.
Annars er peningur settur
av til Dalstunnilin síðani 2016,
tó at tað ikki er so stórar.
Fámjinstunnilin stendur á
skrá frá 2022 og Tjørnuvíkar
tunnilin er settur á skrá í
2018.
– Klára vit at halda fast
um íløguætlanina, vita vit,
nær vit fara í holt við teir
ymsu ætlanirnar.
Tað er ein spurningur um
politiskan vilja og tað, sum
hevur týdning, er at vit seta
tann neyðuga peningin av,
sigur Jørgen Niclasen.
– Skal íløguætlanin broyt
ast og vit gera eitt tunnils
felag skulu vit gera okkum
greitt, at tað fer at kosta ein
tunnil meir. Og skulu vit bara
brúka 15 milliónir um árið, fer
tað at taka eini 30 ár at gera
hesar fýra tunlarnar, sigur
landsstýrismaðurin.
Tunlarnir verða ein
triðing dýrari
Aftur í vetur fer Hotel Før
oyar at skipa fyri kapping,
har tey skulu finna tann
bóndan í Føroyum, sum
hevur tað besta turra kjøt
ið. Og sum nakað nýtt, skulu
tey eisini velja Føroya bestu
garnatálg.
Hetta er ein liður í at
menna føroysku kjøt- og
matmentanina, uttan at
sleppa tí gamla, siga Hotel
Føroyar, Bóndafelagið og
Óðalsfelagið, sum eru sam
an um kappingina.
– Kappingin verður ein
um veitslukvøldið í mars
2014, men nú fjøllini verða
gingin, er hetta akkurát
rætta tíðin at velja tey bestu
lombini til kappingina.
Tey siga, at tey vilja helst
hava einar sjey bøndur at
kappast og fyri at fyrireika
kappingina er neyðugt at
siga frá sum skjótast.
– Tey, sum vilja vera við,
skulu selja hotellinum eini
seks ella átta tjógv í part av
lombum, sum viga eini 30
pund, siga fyrireikararnir.
Øll, sum eiga seyð, kunnu
vera við í kappingini, hetta
er sosatt ikki bara fyri limir
í Bóndafelagnum og Óðals
felagnum.
Á Hotel Føroyum hava
tey verið rættiliga slóðbrót
andi í teirra hagreiðing av
føroyskum mati og í hesum
sambandi ætla tey eisini at
bróta upp úr nýggjum.
Í sambandi við kapp
ingina hesa ferð, er eisini
ætlanin at ganga nýggjar
leiðir, eitt ný við at dyppa
turt kjøt í smeltaða tálg.
Annars verða tað luttak
ararnir sjálvir, sum ger av,
hvør fer við heiðrinum at
hava landsins besta kjøt.
Tað fer soleiðis fram, at
hvør luttakari fer ein at
kvøðuseðil, sum teir síðani
skulu fylla út, alt eftir,
hvussu
teimum
dámar
kjøtið.
Men ongin fær at vita,
hvør eigur tað ávísa kjøtið,
fyrrenn allir atkvøðuseðlar
eru skrivaður og vinnarin
er funnin.
Finna meistaran
í turrum kjøti og
garnatálg
Er ikki pláss fyri kritikki
í Marknagili?