Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-10-24, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. oktober 2013síða 4

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 25. oktober 2013 · Nr. 123 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tíðindi Leo Poulsen Týsdagin staðfesti Fiski­mála­ ráðið avgerðina hjá Bún­að­ar­ stovuni um, at Jóhan í Kolla­ firði og Rakul Dalsgaard sku­lu flyta ur Fámara. - Hóast tað varð stað­fest, at Búnaðarstovan gjørdi á­vís­ar feilir, hevur Fiski­mála­ ráð­ið staðfest avgerðina. Og tað merkir, at vit hava tapt, sig­ur Jóhan í Kollafirði. Hann sigur, at tey vildi royna, um tað bar til at liva á einum garði, og tað hevði ging­ ið so mikið væl, at tey høvdu megnað at tikið fólk til sín. - Vit hava avgjørt í morg­ un, at nú gevast vit við at stríðast. Nú kunnu tit bara hava hettar her og so kunnu øll í Føroyum fylgja við í, hvussu tað fer at gangast. Vit kundu havt valt at kært landsstýrið, men nú hava vit so gjørt av at tveita hond­ klæð­ið í ringin, sigur Jóhan Dals­gaard. Parið hevur brúkt kenda danska advokatin, Thorkil Høyer, og hann hevur verið rætti­lig rímiligur í sínum krøv­um. - Hann hevur verið heilt rími­lig­ur í sínum kostnað, eftir tí, sum eg havi lisið á internetinum at hann van­ liga tekur. Men fyri okkum er talan um nógvar pengar, og eina rokning, ið lættliga kundi havt fingið tak á bygn­ ing­ar­nar við Fámara, sigur Jóhan Dalsgaard. Tey bæði hava havt stór­ar ætlanir við Fámara, so spurn­ ing­ur­in er, hvat hendir nú. - Vit fara suður nú og pakka nøkur ting. Djórini eru longu farin út til vinir og kenningar, men tað er nú ikki so lætt at sleppa av við kálv­ar, so tað er nakað, ið vit skulu fáa greiði á, sigur Rakul Dals­gaard. Strævin tíð Tey skulu so seta seg niður og leggja ætlanir fyri, hvat nú skal henda. - Tað verður helst soleiðis, at eg og Jóhan fara til Havn­ ar, meðan Rúni helst fer á Sól­teig aftur. Men vit hava av­tal­að, at tað bert verður fyri­bils, til vit hava savnað nóg mikið av pengum, so vit kun­nu fara av landinum, sig­ ur Rakul Dalsgaard. Jóhan Dalsgaard hevur funn­ið onkran bóndagarð á Fyn, ið hann er vorðin heilt burt­ur í. - So tað verður helst tað, ið fer at henda, sigur Rakul Dals­gaard. Og tað verður gjørt eftir sama leisti, sum Fámara. - Verkætlanin er hin sama, tí vit kenna tað sum okkara kall. Tað er í hvussu er tað, ið vit droyma um og ynskja og duga, tað verður bara á ein­ um øðrum stað, sigur Rakul Dals­gaard. Hon nýtir annars høvið at takka øllum teimum, ið hava stuðla. - Uttan teirra hjálp høvdu vit langt síðani havt givið upp, so eg vil fegin takka teim­um fyri hjálp og stuðul, sig­ur Rakul Dalsgaard. Hon dylur ikki fyri, at tal­an hevur verið um eina stræv­na tíð. - Tað hevur verið heilt ómeta­liga strævið. Í byrjan­ ini var tað spennandi, men í síðstini hevur tað verið so ógvu­liga strævið, ikki minst tí vit mistu streymin í apríl, tí onk­ur hevði biðið um at taka mál­ar­an niður. Tá fór alt tað stutt­liga, og tá bleiv alt eitt stríð, sigur Rakul Dalsgaard. Keypa Hon heldur kortini ikki, at tey hava spilt tíðina. - Nei, tað haldi eg ikki. Tí vit hava kempað fyri tí, vit trúðu var rætt, og høvdu vit ikki gjørt tað, hevði tað lig­ ið okkurt í bakhøvdinum, ið segði, hví royndu vit ikki. Nú hava vit so gjørt tað og vit hava lært ótrúliga nógv og eru vorðin ótrúliga sterk, sig­ur Rakul Dalsgaard. Nú fara tey bæði so at savna nakað av peningi sam­ an fyri síðani at flyta niður til Danmarkar, so hvussu kun­nu tey tryggja sær, at tal­ an ikki verður um somu søgu bara við øðrum fólkum. - Vit hava funnið út av nógv­um við at googla. Til døm­is verður ein eggjaður til at seta bóndagarðar í stand í Noregi og fær pengar aftur fyri, og í Danmark verður ein eggj­að­ur til tað sama, og har fær ein frið, meðan í Før­oy­ um fær tú eitt øgiligt kríggj om­an yvir seg, sigur Jóhan Dals­gaard. Og Rakul heldur fram. - Eitt, sum vit hava lært, er ikki at trúgva upp á góðheit, og at eitt orð er eitt orð, tað hava vit í øllum førum lært, og tað fara vit ongantíð aftur at gera. So fara vit til Fyn, so trygg­ja vit okkum áðrenn. Har er ein bóndagarður til sølu fyri 300.000 krónur, so tað verður keypt, sigu Rakul Dals­gaard. Vit hava tapt Tað sigur Jóhan í Kollafirði um stríðið við Fámara, har hann og Rakul Dalsgaard nú stinga í sekkin og ætla sær av landinum Leo Poulsen Tað harmar stjoran í Ferða­ ráð Føroya, Guðrið Høj­ gaard, at eingin loysn fekst á royndunum hjá Jóhan og Rakul Dalsgaard at verða ver­andi við Fámara. - Í hesum frá­flyt­ing­ar­tíð­ um er tað spell, at vit ikki kundu finna eina win-win loysn, sigur Guðrið Høj­ gaard. Hon ger greitt, at hon bert uttalar seg út frá ferða­ vinnu sjónarmiði, og tann polit­iska og juridiska partin kun­nu onnur úttala seg um. - Tað er harmiligt, at eitt stað, sum kundi verið ein perla innan ferðavinnuna, nú ikki verður til nakað, men fer at liggja øskukalt. Og tað, sum vit ikki mugu gloy­ma, er, at alt handlar um menniskju, it's all about people, sigur Guðrið Høj­ gaard. Hon vísir á, at tað eru menniskjuni, ið ska­pa visión­irnar og møg­u­leik­ar­ nar. - Í hesum føri eru tað nøk­ur fólk, ið hava eitt ynski um, at Føroyar skulu vera eitt betri stað at vera, ikki bara fyri seg sjálvan, men eisini fyri onnur, og har er ferðavinnan so ein partur, sig­ur Guðrið Højgaard. Hetta er eitt mál, har Ferða­ráðið hevur gjørt vart við seg áður. - Tað havi eg langt síðani gjørt. Men tað eru almennu myndug­leikarnir, ið gera slíkt av, og tað skulu teir eisini. Alt skal fara rætt fram, og tað haldi eg eisini, at Rakul og Jóhan hava gjørt. Men eg harmist um støðu­na, tí nú flyta tey til Dan­mark­ar og koma at ríka eitt annað øki í staðin fyri, með­an vit fáa útflutt nøkur krea­tiv høvd aftrat, sigur Guðr­ið Højgaard. Skeivi vinkulin Hon heldur, at vit hava brúk fyri hvørjum einasta menniskja, sum kann gera okk­ara lív betri. - Nú skal eg ikki úttala meg um tað tekniska í máli­ num, tað kunnu onnur, ið hava betri førleika, gera, men eg haldi, at vit eisini mugu taka útgangsstøði í men­ni­skjunum í Føroyum. Vit mugu hyggja eftir skip­ an­un­um og síðani finna loysn­ir harfrá, sigur Guðrið Høj­gaard. Hon sigur seg ikki vita, um tað er gjørt í hesum máli­num, men heldur, at ein loysn burdi kunna verið funn­in. - Hetta eigur at vera ein vinn­ingur fyri øll, bæði fyri ein­staklingarnar, men eisini fyri Suðuroynna og fyri Før­ oyar sum heild. Hetta er eitt unikt upplivilsi, ein annað­ leiðis og stuttlig søga. Jóhan og Rakul bjóða upp á tann skeiva vinkulin, og tað hava vit øll brúk fyri í dag. Tað er fríandi fyri menniskju, at tey hava so sterk­ar per­ só­n­ligheitir, at tey tora at stan­da fyri tí, tey gera. Vit liva í dag í einum heimi, har alt er falskt og photo­shopp­ að og alt er main­stream, og tí er tað ein móttrendur í dag, eisini innan fyri ferða­ vinnu­na, at leita eftir meira og meira unikkum upp­livils­ um, sigur Guðrið Høj­gaard, stjóri í Ferðaráð Føroya. Kundi verið ein win-win støða Tað heldur stjórin í Ferðaráð Føroya, Guðrið Højgaard, nú tað stend­ur greitt, at Jóhan og Rakul Dalsgaard mugu stinga í sekkin og rýma úr Fámara