Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-10-24, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. oktober 2013síða 16

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 25. oktober 2013 · Nr. 123 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Føðingar Leygarmorgunin 5. oktober fingu Súsanna Isaksen og Jann ingi Petersen, Saltnes, eina dóttur. Hon var 56 cm long og vigaði 4300 gr. Á myndini síggja vit stoltu systrina, Hannu, saman við lítlusystrini hjá sær. 8. oktober fingu Jóna Vivi Debes, Hvalba, og Esbern Abra­ ham­sen, Fuglafirði, eina dóttur. Hon var 49 cm long og vigaði 3445 gr. Barnið er navngivið: Elsuba Kristina Abra­ ham­sen. Hesar systrarnar fingu tann 15. oktober ein fittan lítla­ beiggja. Hann vigaði 4.120 g og var 55 cm langur. Foreldrini eru Sigrun av Vollanum og Jón Brekku. Familjan býr í Hoyvík. 8. oktober fingu Randi og Óli Sørensen, Viðareiði, ein son. Hann var 50 cm langur og vigaði 3400 gr. 10. oktober fingu Anna Marita Pállson og Jens Andrias Vinther ein son. Hann var 54 cm langur og vigaði 4280 gr, Í dag fyllir Dánjal Petur Høj­ gaard, studentaskúlalærari og granskari, 60 ár. Slitið sínar barnaskógvar hevur hann í Rituvík, har fedr­a­rnir við haka í hond ruddu bygdini slóð. Pápin, Andreas Højgaard, doyði fyri tveimum árum síðani. Momman, Fríðbjørg, er ætt­að av Hvítanesi. Tey, sum vitjað hava í Rituvík, vita, at blíðari og fittari fólki skal tú leita leingi eftir. Dánjal Petur er elstur av átta systkjum, sum øll eru skila­fólk. Einaferð í 1970 árunum stóðu tvey ung í hvørjum frí­ kor­teri og fjeppaðust á mill­ um­gongini í studenta­skúl­an­ um í Hoydølum. Nógv vatn er runnið í hav­ ið síðan tá! Nú hava tey búð í Søldarfirði í ein mansaldur, Dánjal Petur og Anne Mia úr Lamba. Dótturin, Arnfríð, er komin væl undan - hon breð­ ur ikki úr ætt. Okra vegir bóru saman í Odense, har Dánjal Petur gekk á lærda háskúlanum um somu tíð sum undir­ rit­aði. Har løgdust lunn­ar undir akademiska gransk­ing á høgum støði. Í Før­oyinga­ felagnum á Fjóni var hann ein eldsál. Ikki minst tá ið far­ast skuldi upp á gólv! Seinri gjørdust okur sam­ starvsfelagar í smáu, men hugnaligu hølunum í Stu­ denta­skúlanum Við Gøtu­ gjógv. Og so tá ið nýggi stu­ dentas­kúlin varð bygdur í Kambs­dali. Í mong ár undir­ vísti Dánjal Petur eisini á Hf- skeiðinum í Klaksvík. Altíð fúsur at kveikja hugin hjá næmingunum at kanna og granska. Hvør minnist ikki Hf-bátin, "Calanus", ið sum ein annar "Beagle" gjørdi rann­sóknarferðir norðuri í Vági? Tá var rokan í fjøruni! Tað er ikki smávegis, sum hann hevur latið úr hond­um! Lærdar ritgerðir um sníkar í fiski, hvali, um kombikk, smákykt, seyða­ kyrring og mangt annað, sum nørist í ríku nátturu okk­ara. Tíðarritini Frøði og Varðin vísa, hvussu víð­ skygdur hann er í sínum virk­semi. Eitt skiftið hevur hann eisini verið formaður í Fróð­skaparfelag Føroya. Skyldmenn eru okur báði í faðir- og móðirætt. Nøkur ættarlið afturi í tíðini finna okur brøðurnar Símun og Niklas Uttan Geil úr Sumba, sum fluttu norður eftir. Inger Jóhonnu Mortensdatter úr Sjúrðhúsi í Vági, sum giftist á Dunga í Sumba. Og Jørgen Davidsen á Nesi, sum var langommubeiggi mín. Fornur er Dánjal Petur sum fáur og trúgvur sum trøll­ið. Kjølfestur í gomlu før­oysku mentanini. Stillur er hann í medferð við sínum skemti­liga lyndi. Heiður og viður­kenning hevur hann fingið langt út um skúlagátt og land­oddar! Riddarakrossin fekk hann frá Hennara Há­ tign, Drottningini, í 2005! At Dánjal Petur fyllir sjálvan ST-dagin, er sera hósk­andi, tí hann er eitt virði­ligt umboð fyri tær hug­ sjónir, sum ST myndar. Heilur og sælur skyldmaður! Altíð vísur og røkin. Lukkukvøður norður um fjørð! Ì skótahúsið við Løkin. Frændi sunnan av landi Dánjal Petur Højgaard – ein heilsan á 60 ára degnum 90 ára føðingardagur Sunnudagin 27. oktober fyllir Elly Jacobsen í Skálafirði 90 ár. Øll eru hjartaliga væl komin inn á gólvið aftaná kl 17.00. 85 ára føðingardagur Malla Smidt Jensen, Toftir, verður 85 ár 27. okt. Dagurin verður hildin leygardagin 26 okt. í missiónshús kjallar­an­ um frá kl 16 til kl 20. Øll eru hjartaliga vælkomin 80 ára føðingardagur Mikudagin 23. oktober fylti Sigga Andreassen, Norðskála, 80 ár. Dagurin verður hildin leygardagin 26. oktober frá kl. 18.00, hjá Jónvør og Friðrik, Heiðavegur 19, Norðskála. Øll eru hjartaliga vælkomin. 80 ára føðingardagur Mikudagin 6. november verð­ ur Hans Jacob Andre­asen Klaksvík (vanliga nevnd­ur Hans Jacob hjá Skop­un­ing­ in­um) 80 ár. Dagurin verð­ ur hildin leygardagin 9. november fra kl 17 í hølunum hja Klaksvíkar Hús­møðra­fe­ lag, Bøgøtu 3. Øll eru væl­ komin. Gullbrúdleyp Leygardagin 26. oktober hava Anny og Jens Pauli Mid­ jord, Tvøroyri, gullbrúdleyp. Vælkomst verður í heim­in­ um á Sjógøtu 84 millum kl. 12:00 og 17:00. Silvurbrúdleyp Týsdagin 29. oktober hava Annika og Petur Johannesen, Vágur, silvurbrúdleyp. Tey eru burturstødd hendan dag­in. Prógv 1. september tók Grettir Jons­ son prógv sum cand.merc. aud á lærda háskúlanum í År­hus. Prógv Harriet E. Durhuus hevur 23. oktober lokið prógv í sociologi - cand.scient soc. á Uni­versitetinum í Ålborg. 70 ára føðingardagur Leygardagin 26 okt. verður Edvin Arge, Argir 70 ár. Dag­ urin verður hildin í Argja Róðrarfelag frá kl. 13. Øll eru hjartaliga vælkomin. Silvurbrúdleyp Týsdagin 22. oktober høvdu Katrin og Árni Absalonsen í Søld­ar­firði, silvurbrúdleyp. Dagurin verður hildin í Kvinnu­fe­lagshúsinum á Glyv­rum fríggjadagin 25. okt. frá kl. 18:00. Øll eru hjartaliga væl­komin.