hósdagur 24. oktober 2013síða 20
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 25. oktober 2013 · Nr. 123
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Óli Jacobsen
Undir einum gravsteini á Svínaryggi
liggja hjúnini Anna Sophie (1849-
1925) og Hans Johannes Simonsen
(1847-1919), vanliga róptur Hans
uppi í Stovu í Norðradali.
Tey vóru bæði úr Vestmanna.
Hon var dóttir Hans Olesen og
Kathrine Olesdatter. Hann var
sonur Maren Elisabeth Johannes
datter, 1813-1893 og Simon Peter Jo
hannesen (1809-1891), róptur gamli
Símun í Toftum.
Hans og Anna Sofía giftust 30.
november 1871.
Pápi hansara hevði verið fyri
vanbýti við einum garði í Vest
manna. Her var enntá klagað til
kong. Símun hevði so fingið lovað,
at hann í staðin skuldi fáa tann
fyrsta tøka garðin.
Leingi var at bíða, men hetta
endaði so við, at hann fekk í boði
at vera uppsitari á sorinskrivara
garðinum í Norðradali.
Men tá var hann blivin so gamal,
at hann bjóðaði soninum, Hans, at
taka við, og hetta gjørdi hann so.
Men hetta var ikki bara sum at
siga tað, tí garðurin var í ringum
standi. Tað verður sagt í ættini, at
har vóru bara eini niðurdottin út
hús og ein ryssa.
Hans fór tískil umleið 1884 við
sínum elsta soni, tí 12 ára gamla
Hans, til Norðradals at fáa so mikið
skikk á, at tað kundi vera búgv
andi.
Í Vestmanna høvdu tey fingið
seks børn fødd frá 1872 til 1885. Eitt
teirra var tá deytt.
Teirra fyrsta barnið í Norðradali
verður føtt í 1887, so tað man vera í
1886, at tey eru farin til Norðradals.
Har fingu tey seks børn afturat.
Hetta var ikki hissini garður, góð
ar 11 merkur. Hans var uppsitari hjá
sorinskrivaranum Trane, og garð
urin var ein partur av hansara løn.
Men Trane vildi heldur hava fasta
løn frá statinum, tí segði hann garð
in frá sær. Tískil festi Hans garðin
eftir at hava verið uppsitari í sjey
ár.
Tað vóru tveir garðar í Norðra
dali. Hin garðurin var eitt sindur
minni, og hann hevði tann kendi
Andreas Reinert.
Andreas greiðir frá, at teir í
Norðradali vóru frammanfyri sína
tíð við millum annað at vaska seyð
in fyri lýs.
At koma úr stórstaðnum Vest
manna til Norðradals man hava
verið vorðin sum broyting. Húsini
vóru fá, tað var sera vindhart, og
eisini var tað ókyrt. Tí var stórt
sæð allur vøruflutningur til gongu
til Havnar. Tá ið seyðurin skuldi
slaktast varð hann allur rikin til
Havnar, har handilsmenn keyptu
hann livandi.
Børnini
Tey bæði fingu hesi 12 børnini:
1. Hans 1872-1955. Var ógiftur
2. Johanne Thomasia f. 1874,
giftist við Morten Luther Hansen
(1875-1951.) Eru fyrr umrødd í hesi
røð. Tey fingu níggju børn, men
trý teirra doyðu í góðum aldri sum
vaksin.
3. Hansine Oline Jacobine (1875-
1884). Hon doyði áðrenn tað var
flutt til Norðradals, og er hon tískil
jarðað í Vestmanna.
4. Simon Peter, f.1880, kallaður
Símun, giftist við Johonnu Dortheu
Joensen f. 1877. Tey fingu seks børn.
Ein dóttir teirra var Henny,f. 1919,
sum giftist við Ebbe Müller. Hans
ara ætt er umrødd í hesi røð og í
Miðvikuni. Ein sonur var Andrass
í Norðradali.
5. Cathrina Marie 1882-1916, van
liga kallað Catrina. Hon var gift
við Óla Reinert, vanliga nevndur
Fløt Óli. Eitt av teirra børnum var
Anna á Váli. Tá ið mamman doyði,
fór Anna til Norðradals at búgva.
Fyrst fór hon til mammubeiggjan
Símun. Men seinni flutti hon til
systkinabarn pápan, Óla Reinert,
kendur sum sálmayrkjari. Anna
hevði í 2002 eina áhugaverda frá
søgn í FF-blaðnum um sín upp
vøkstur í Norðradali. Anna er upp
kallað Anna Sofía eftir ommuni.
6. Hansine Oline Jacobine Pou
line, 1885-1961 vanliga nevnd Lina.
Hon giftist við Rasmus Hansen, í
Funningsstovu (1883-1969) í Havn.
Tey fingu 5 børn. Sonurin Peter
Hans 1904-1982, fór til Canada, har
hann giftist. Hansara børn hava
framvegis samband við Føroyar.
Ein sonur, Hans Karli f. 1910, er pápi
Leiv Hansen, fyrrverandi býráðs
formann í Havn.
7. Maren Elisabeth Johanne Thea
Sofie Frederikke f. 1887, vanliga
kallað Betti. Hon giftist við Edvard
Hjalt á Sandi, sum er kendur fyri at
hava skrivað Sands søgu. Tey áttu
fýra børn.
8. Albertine Ludvika f. 1889, van
liga nevnd Alla. Hon arbeiddi hjá
Olaf Finsen, sum millum annað
var apotekari. Hann flutti til Dan
markar í 1913 og Alla fór við familjuni
niður. Hon var seymikvinna og
bleiv verandi í Danmark. Hon bleiv
gomul og giftist ikki.
9. Sigrid Marie f. 1891. Hon giftist
við Emil Simonsen á Sandi 1894-
1948. Tey fingu seks børn. Yngst av
teimum var Sólvit f. 1933. Hann var
kendur frá almenna orðaskiftinum.
Sum tað seinasta av systkjunum
doyði hann fyrr i ár.
10. Jacobine Christine Sofie Sim
onsen f. 1892. Hon giftist við Jákup
Hans Jacobsen, sum búði við Dala
vegin. Tey fingu fimm børn.
Jákup Hans var eitt rættiligur
ævintýrari. Í 1912 fór hann saman
við Christian í Dali, loðsinum, við
motorbátinum Louisu til Køben
havn, har stór fiskivinnustevna var
hildin. Ferðin var annars av teimum
ringu, lugar og motorrúm tilskalkað
og róðursmaðurin íbundin. Stýrhús
var einki tá á døgum, og ikki mundi
vera hugnaligt niðri undir heldur
enn á dekkinum.
Í 1940 var Danmark hertikið, og
í Føroyum vóru nakrir fáir danir, ið
vildu sleppa heim. Skipað var fyri at
fara við Róki hjá Skipafelagnum og
var Jákup Hans ein av manningini.
Teir noyddust at leggja at á Eystur
landinum fyri at væla um motorin,
og so víðari ta longu leið runt Kirke
næs, har ferðafólkið fór í land.
Og so ikki um at tala ferðina í
1952 við áttamannafarinum Tusk
við Carl Johan Bech og Anders
Hansen heilt til Helsinki.
11. Hanna Malena Jovina (1893-
1895). Hon er deyð sum smágenta, og
hon er tað einasta av systkjunum,
sum er jarðað á Svínaryggi, kanska
saman við foreldrunum, men tað
vita vit ikki.
12. Johan Martin Simonsen f.
1897. Kona hansara kallaðist Lina.
Tey fingu Hanus f. 1942, sum er
giftur við Selmu f. 1947.
Johan kom sum tað yngsta av
øllum systkjunum at taka garðin.
Sonur hansara Hanus kom at taka
við eftir hann. Hann er tískil tann
einasti í hesi stóru ætt, sum kom
at búgva í Norðradali. Tó er festið
farið á aðrar hendur.
HENDUR IÐ SLEPTU
Hans í Norðradali: Pápin klagaði
til kong og fekk 11 marka garð
Havnin var kirkjubygd hjá Norðradali. Hóast fjart frá Havnini vórðu fólk haðani tí eisini
grivin á Svínaryggi. Tí kunnu vit eisini hava eitt sindur av Norðradals søgu í hesi røð
Komandi partur
Í komandi parti seinast í
november verður greitt frá Jens
Peter Weihe og hansara ætt.
HANS SIMONSEN
F. 26-6 1847
D. 4-5 1919
ANNA S. SIMONSEN
F. 7-6 1849
D. 2-9 1925
HVIL I FRED
Anna Sofía og Hans við trimum av teirra børnum. Aftanfyri stendur
Simon Peter. Genturnar kunnu vera tær yngstu. (Mynd: Hanus Simonsen)
Húsini hjá Hans, sum hann bygdi í Gerðinum í
Vestmanna. (Mynd: Jákup í Gerðinum)