Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-10-24, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. oktober 2013síða 30

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 123 · 25. oktober 2013 2 VIKUSKIFTI tónleikur Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo 20 konsertir við 10 tónlistafólkum í 10 ymiskum húsum í Norðragøtu og Syðru­gøtu. Tað er konseptið fyri tiltakið HOYMA, sum verður hildið leygardag­ in 9. november. Tvær konsertir verða hildnar í hvørj­ um heimi, og tað verða einans nýtt akustisk og/ella handhildin ljóðføri. Eingi ljóðanlegg verða sett upp til framførslurnar. Nú er greitt, hvørji tey 10 tón­lista­ fólk­ini, ið verða við til HOYMA, verða: Annika Hoydal, Stanley Samuelsen, Martin Joensen, Hallur & Kristina & Beddi, Marius Ziska, Høgni Lisberg, Kári Sverrisson, Hamferð, Lyon Hansen og Lisa í Dali. Hesi eiga stovurnar Tað er eisini greitt, hvørji heim leggja stovu til framførslurnar. Í Norðagøtu verða tey: Hjalti og Herdis Dalheim (Torbjarnargøta 1), Mourits og Herborg Foldbo (Sjúrðar­ gøta 15), Jonhard og Oluffa Hammer (Sjúrðar­gøta 17), Hanna og Tórheðin Jen­sen (Tróndargøta 49) og Jón Tyril og Elsebeth Elnarsdóttir (við Ánna 72). Í Syðrugøtu verða tey: Sólarn Sol­ munde og Agnes Mortensen, (Deild­ ar­vegur 2), Oluffa og Martin Joensen (Úti í Bø 30), Julia og Jóni Lamhauge (Túvuvegur 7), Páll og Ranvør Isholm (Gróvargøta 9) og Janus Rasmussen og Sunnleyg Dalheim (Geilargøta 8). Onnur tiltøk verða eisini í sambandi við HOYMA – eitt nu heitir pottar, hav­ svimjing, sauna, kaffistova og annað. Tá hon er burtur Redaktørur: Eyðun Klakstein Útgevari: Sosialurin, www.sosialurin.fo Sniðgevi/umbróting: Pætur Eyðunsson Jensen, Sosialurin Forsíðumynd: Greta Svabo Bech / Mynd: Álvur Haraldsen klumman Inna Törnroos Nú er greitt, hvør fer at framføra, og hvør leggur hús og heim til framførslurnar á tiltakinum HOYMA Eg hyggi undir pappírini á køksborðinum, lyfti pútirnar í sofuni og føli í jakkalumman. Hon er burtur. Eg gevi tí ikki stórvegis gætur, "hon man nokk fara og koma afturíaftur", uggi eg meg við. Tá eg leggi meg, er hon framvegis ikki at síggja nakra­staðni, og eg sakni, at eg ikki hava hana undir liðini á mær. Kanska spæla eitt Candy­Crusch við henni, áðrenn eg sovni. Eg líti á, at maðurin vakir meg, nú tá hon er burt­ur. Morgun og eg leiti aftur. Nú er saknurin stór­ur. Er nakað sms komið í nátt? Onkur hev­ ur kanska Whatsappað eina mynd, sum eg vil síggja. Fari inn á telduna og skal royna snildu loysn­ina Icloud, sum lovar at finna øll súr­ epla­ting í heiminum. Hon finnur alt - uttan hana. Nú byrja tankarnir at mala, hvar kann eg hava mist hana? Og hugsa, um onkur ann­ar hevur hana nú - allar myndir, øll loyniorð … hví havi eg ikki kopiera… Til arbeiðis uttan eina hond. Soleiðis kenn­ ist tað íhvørtfall. Eg vil lurta eftir útvarpi, men leid­ning­urin er ov stuttur til at hava í teld­ uni - fái nakkapínu. Leidningurin er gjørdur til hana. Skal skriva notatir á einum fundi - og má brúka penn. Nær var tað seinast? Leingist heim og hugsi um hana. Hon má bara verða heima. Ringi til súr­epla­ fyritøkuna, sum sigur, at um eg ikki finni hana í Icloud, er hon nokk burtur. Hann ynskir mær góða eydnu, og tað havi eg brúk fyri hugsi eg. Ringi við grátinum í hálsinum til mann­ in. "Tú má koma heim - eg orki onki - eg má kanna, at ongin hevur stolið pengar frá míni banka­konto." "EG HATI TEKNIKK", endi eg samrøð­una við. Songin er endavend, sofan upp og niður, papp­ír liggja um alt gólvið, og tá eg vendi sama bunka, sum eg havi hugt undir minst 5 ferðir, ligg­ur hon har - mín fartelefon. Sum eg hati at elska so nógv. Eitt sms og eitt Whatsapp. Tað var alt, sum eg hevði verið fyri uttan. Tað bar til at liva utt­an hana í eitt døgn. Men tað var also ikki ser­liga stuttligt! So segði hann... Hesi leggja stovur til heimakonsertir Jú, tað er býtt av einum landsliðsvenjara at siga ting, sum ikki passa. Men har frá og so til at koma til ta niðurstøðuna, at landsliðsvenjarin ikki røkir sítt arbeiði, tað er nokk so langur vegur. Christian Andreasen, forseti í Fótbóltssambandinum Kendir føroyskir tónleikarar skulu spæla heimakonsertir í Gøtu