Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-10-24, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. oktober 2013síða 32

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 123 · 25. oktober 2013 4 VIKUSKIFTI Samrøða Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Greta er 25 ára gomul og býr í Mið­ vági. Hon arbeiðir sum avloysari á ellis­heimi­num har, og býr saman við mann­inum Fred. Meðan húsini eru í gerð, búgva tey í húsunum hjá ommu Gretu. Soleiðis kann Greta Svabo Bech eis­ ini lýsast. Tí hon er ein púra vanlig ung før­oysk kvinna. Hon gevur seg heldur ikki út fyri at vera annað. Hon bjóðar eisini føroyska tjóðardrykkin Typhoo te og piparnøtur, tá vit hitta hana í heim­ inum í Tvørgarðsgøtu. Men Greta er kortini øðrvísi enn før­ oy­ingar flestir. Fyrsta sjónliga dømi um tað fáa vit, tá hon tekur í móti okkum í dur­inum. - Mær dámar betri at klemma fólk, sig­ur hon spakliga, tá eg rætti henni hond­ina fyri at biðja góðan dag. Eg eri bara eg Tað er ikki meiri enn hálvtannað ár síðani, at Føroyar og føroying­ar hoyrdu um Gretu Svabo Bech. Ein før­oysk songkvinna, sum var innstillað til eina Grammy-virðisløn saman við heims­kenda Deadmou5. Joel Thomas Zimmer­man, sum er maðurin hand­ an Dead­mou5, telist millum heims­ins bestu, tá tað kemur til progressivan house-tónleik. Greta hevði lagt rødd til eitt av hansara løgum – og tað lagið, Raise Your Weapon, varð tilnevnt sum Best Dance Recording á Grammy Awards 2012. Greta Svabo Bech var til Grammy- til­takið, gekk á reyða løbaranum, prýddi før­oyskar forsíður og heimasíður, men so fór tað onkursvegna framvið og fjøl­mið­lar­nir fóru aftur at hugsa um silda­stríð, makrelkvotur og und­ir­sjóv­ artunlar. Hetta inn til fyri kortum, tá tað kom fram, at Greta Svabo Bech hevði skrivað eitt lag, My Love, sum Cher hevði tikið við á sína nýggju fløgu – og at henda fløgan síðani lá nummar trý á Billboard listanum yvir mest seldu fløgur á internetinum. - Eg eri bara eg. Og at hoyra Cher syngja My Love við síni sera eyðkendu rødd, tað fái eg ikki heilt at hanga saman, sigur Greta, sum um hon ikki enn reiðiliga hevur skilt, at ein av heims­ins størstu song­kvinnum seinastu mongu ára­tíggjuni, hevur tikið eitt av henn­ara løgum til sín. Aftrat hesum hevur Greta Svabo Bech samstarvað við fleiri onnur stór nøvn. Italski The Bloody Beetroots, sum millum annað hevur samstarvað við Sir Paul McCartney, Tommy Lee og Peter Frampton, hevur eisini Gretu Svabo Bech við á tveimum løgum. Designer Drugs og Ludovico Einaudi eru tvey onnur stór nøvn, sum hava før­oysku songkvinnuna við á teirra fram­leiðslum. Flytifuglur og føroyingur Greta Svabo Bech er fødd í Føroy­ um. For­eldrini eru Anna Maria Svabo Jørg­ens­en og Tummas Bech. Hesi hava arbeitt kring knøttin, Greta og stóra­syst­ urin Katrin hava fylgt teim­um. Soleiðis hev­ur Greta búð minsta partin av lívi sín­um í Føroyum. Trý ára gomul flutti hon til Portugal, fimm ára gomul gekk leið­in til Onglands, tíggju ára gomul var adressan í Singapor, áðrenn Greta flutti til Føroya aftur í eitt ár sum 18 ára gom­ul. Síðani flutti hon til Liverpool í Ong­landi, men eftir seks ár har fluttu hon og sjeikurin, Fred Ruddick, sum er breti, til Miðvágs. - Eg síggi meg sjálva sum føroy­ing, hóast eg havi búð uttanlands so nógv. Før­oyar hava altíð verið mítt heim, men eg havi tikið nógv við mær, har eg havi búð, sigur fortelur Greta. Tónleikur við allastaðni Umframt foreldrini og systrina hev­ur Greta havt tónleikin og skrivingina við sær kring knøttin. - Eg eri fyrst og fremst ein, sum skrivi. Eg havi altíð skrivað. Sum barn skriv­aði eg altíð stuttsøgur í skúla­n­um, men fekk skeld, tí tær vóru ov lang­ar. Loysnin var at minka støddina á bók­ stavunum, so tað ikki sá so langt út, flennir Greta, sum hevur skrivað um­ leið 90 sangir, men einans sjálv útgiv­ið út­givið fimm higartil. Sangurin var bara Sum einasti føroyingurin nakrantíð, hevur hon verið tilnevnd eina Grammy-virðisløn. Hon hevur selt ein sang til Cher. Hon hevur eina masterútbúgving í heimsspeki. Hóast hetta flutti hon til Miðvágs, har hon er avloysari á ellisheiminum fyri at fáa endarnar at røkka saman. - Eg havi ongantíð hildið, at eg kann verða sangari. Tað hevur einans verið ein dreymur, sigur Greta Svabo Bech Ein Dreymur