mánadagur 28. oktober 2013síða 12
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 28. oktober 2013 · Nr. 124
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Rannvá G. Fossaberg
– Allur heilivágur kann hava
hjáárin, og einki er hundrað
prosent trygt, men eg meti, at
koppingarevnið er so mikið
væl kannað, at eg viðmæli
framvegis gentum at lata seg
koppseta fyri at fyribyrgja
lívmóðurhálskrabba.
Soleiðis
sigur
Katrin
Kallsberg, ið er serlækni í
kvinnusjúkum og yvirlækni
á Landssjúkrahúsinum. Sein
astu mánaðirnar hava serliga
danskir miðlar borið fram
søgur um ungar kvinnur, ið
hava fingið ógvuslig hjáárin,
í sambandi við koppingar
evnið, sum verður nýtt ímóti
lívmóðurhálskrabba.
Óhugnaligu
søgurnar
hava
fingið
fleiri
ungar
kvinnur at ivast í, hvørt tær
skulu lata seg koppseta ella
ikki, og somuleiðis verður
dúgliga kjakast um , um HPV-
koppsetingin yvirhøvur skal
fara fram.
Føroysku heilsumyndug
leikarnir
fylgja
teimum
donsku tilráðingunum, og
so leingi Sundhedsstyrelsen
viðmælir at koppseta konu
fólk í aldrinum 12 til 28 ár,
verður hetta eisini gjørt í
Føroyum.
Lítil vandi á ferð
Frá 1. januar til 9. september í
ár hava donsku heilsumynd
ugleikarnir fingið nógv fleiri
fráboðanir um hjáárin í sam
bandi við HVP-koppingar
evnið samanborið við tey
seinastu fýra árini.
– Fjølmiðlarnir hava gjørt
nógv burturúr søgum um
vandamikil hjáárin og hesa
koppsetingina, og tískil eru
fleiri ungar kvinnur blivnar
tilvitaðar um at hjáárin
kunnu standast av HPV-
koppsetingini, sigur Katrin
Kallsberg um økta talið av
fráboðanum.
– Tað, sum er umráðandi
er, at fleiri av fráboðanunum
hava í roynd og veru einki
samband
við
koppingar
evnið, tí teir hava einki við
koppsetanina at gera men
okkurt heilt annað. Men tað
er soleiðis, at tað er altíð ein
yvirrapportering. Tað merkir,
at tá ein genta, ið er koppsett,
fer til lækna og kennir seg á
ein ella annan hátt sjúka ella
er illa fyri, so skal læknin vera
tilvitaður um, at tað kann
hanga saman við HPV-kopp
setingini. Og tí velur hann
at geva eina fráboðan, hóast
sjúkueyðkennini,
gentan
hevur, ikki hava nakað at
gera við koppsetingina ímóti
lívmóðurhálskrabba, greiðir
Katrin Kallsberg frá.
Hon leggur dent á, at
hóast talið av fráboðanum
til donsku heilsumyndug
leikarnir er økt í ár, er bert
talan um tvær fráboðanir um
heilt álvarslig hjáárin. Tað
vóru tvær 12 og 14 ára gamlar
gentur, ið fingu eina stóra
endurgjaldsupphædd,
tí
skaðarnir, tær høvdu, vórðu
góðkendir sum orsakað av
koppsetingini.
– Tað talið svarar til, at
koppsettu vit allar genturnar
í
Føroyum,
sum
kunnu
koppsetast, so høvdu vit
ein tilburð við álvarsligum
hjárini 40. hvørt ár. Og tað
sigur eitt sindur um líkindini
at fáa ógvuslig hjáárin.
Stórt eftirlit
HPV-koppingarevnið hevur
verið nógv brúkt í Amerika,
áðrenn tað bleiv tikið í nýtslu
í Danmark og Føroyum. Har
afturat eru donsku heilsu
myndugleikarnir við í altjóða
Skulu ikki ræ
HVP-koppinga
Kronisk høvuðpína, ólag á nervaskipanini, krampar og lammilsi. Hesi
eru nøkur av hjáárinunum, sum eru staðfest í Danmark í sambandi við
koppseting ímóti lívmóðurhálskrabba. Kortini verður hildið fram við
at koppseta. – Líkindini at tú fært ógvuslig hjáárin er ótrúliga lítil, og
eg eri als ikki í iva um, at koppingarevnið ímóti lívmóðurhálskrabba
er trygt, sigur Katrin Kallsberg, serlækni í kvinnusjúkum
Allar gentur, sum eru føddar
1. januar 1985 ella seinni - og
sum hava fylt 12 ár - verða
koppsettar ókeypis fyri lív
móðurhálskrabbamein.
Koppsetingin skal verða
liðug, áðrenn gentan fyll
ir 28 ár. Um tú ikki er liðugt
koppsett, áðrenn tú fyllir 28
ár, rindar tú sjálv tann part
in av koppsetingini, sum
restar í.
Koppingarevnið
ímóti
lívmóðurhálskrabbameini
er rættiliga nýtt, men nógvar
vísindaligar kanningar um
virknaðin og hjáárin av hesi
koppsetingini eru longu
gjørdar.
Við støði í vísindaligu
kanningunum gjørdi Sund
hedsstyrelsen seint á heysti
2007 eitt heilsufakligt til
mæli, har Sundhedsstyrel
sen mælti til at fara undir
at koppseta gentur fyri
lívmóðurhálskrabbamein.
Heilsufakliga tilmælið hjá
Sundhedsstyrelsen
varð
sent til donsku heilsumynd
ugleikarnar til støðutakan.
Og samstundis sendi Sund
hedsstyrelsen tilmælið til
Landslæknan, sum mælti
føroysku heilsumyndugleik
unum til at seta somu skip
an í gildi í Føroyum, sum er
galdandi í Danmark.
Við støði í tilmælinum
frá Landslæknanum hevur
Heilsumálaráðið
valt
at
seta eina skipan í gildi, har
ungar kvinnur fáa tilboð
um ókeypis koppseting fyri
lívmóðurhálskrabbamein.
Um HPV-koppseting
ATC:
J07BM:
Papillomavirus‐vacciner
:
Tal
av
skamtum
2009
2010
2011
2012
jan‐jun
2013
Heilsumálaráðið
goldið
1.785
1.381
1.366
1.201
1.740
Einstaklingar
goldið
sjálvi
*
518
236
221
198
85
Tilsamans:
2.303
1.617
1.587
1.399
1.825
*Hesi
hava
møguliga
fingið
endurgoldið
frá
HMR.
Sølan av HPV-koppingarevnum í Føroyum:
Frá 1. januar til 9. september í ár hava donsku
heilsumyndugleikarnir fingið nógv fleiri fráboðanir
um hjáárin í sambandi við HPV-koppingarevnið
samanborið við seinastu fýra árini. Tó verður
mett, at koppingarevnið er trygt at brúka
Framhald á síðu 25